mikudagur 30. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2009
23
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Flest allar bilverk
smiðjur kring um í
heiminum arbeiða
við at menna elbilar
í hesum døgum. Í tí
sambandi skipaði
elfelagið SEV fyri
einum fundi við
føroysku bilbransjuna
hósdagin í síðstu viku
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Elbilabólkurin
hjá
SEV
hevði boðið umboðum fyri
føroysku bilbransjuna til
ein óformellan fund at tosa
um elbilar, avgjøld og ann
að relevant í hesum sam
bandi. Sev og Dong Energy
hava sett á stovn ein bólk,
sum skal royna at menna og
fremja nýtsluna av elbilum,
elmotorsúkklum o.l í Før
oyum.
Ætlanin við fundinum
var at fáa at vita meira frá
teimum ymisku bilasølunum
um elbilar, hvat kann vænt
ast á hesum øki frá teimum
ymisku
bilmerkjum
og
hvussu bilasølurnar halda
at bólkurin sum best kann
stuðla og menna áhuga
málini hjá bilbransjuni.
Finn Jakobsen, tekniskur
stjóri hjá SEV, greiddi frá
ymiskum um elbilar, og
Terji Nielsen, leiðari á
Granaverkætlanini, hevði
eina framløgu um hesa
verk ætlan. Grani er ein
sam starvsavtala millum El
felagið SEV og danska
orkufelagið DONG Energy.
Verkætlanin er býtt upp í
fýra bólkar, har elbilar
hoyra til ein av bólkunum.
Umframt tvey umboð frá
DONG Energy eru Johan
Mortensen, orkukon sulent
ur frá felagnum Baldursbrá,
og Dánjal Jógvan Hansson
og Magnus Magnussen frá
SEV við í Granapro jekt
inum.
Eftir framløgurnar var
lívligt prát um elbilar og
umboð fyri nakrar bilasølur
løgdu fram síni sjónarmið
og hvat kann væntast frá
teim um ymisku bilmerkj
unum í framtíðini.
SEV og Dong Energy
miða eftir at fáa út lendskar
bilaframleiðarar at brúka
Føroyar sum roynd arøki í
menning teirra av elbilum
sínum. Mett verður, at Før
oyar við stødd og veðurlagi
sín um eru sera væl egn aðar
til hetta endamál.
Fundur um elbilar
Terji Nielsen, leiðari á Grana-verkætlanini, hevði eina framløgu um verkætlanina. Á myndini eru eisini f.v.: Dánjal Jógvan Hansson frá SEV, Øssur Johannesen frá Bilasøluni og Finn Jakobsen frá
SEV
Finn Jakobsen, tekniskur stjóri
hjá SEV, greiddi frá ymiskum
um elbilar
Johan Mortensen, orkukonsulentur frá felagnum Baldursbrá, og Sjúrður Johanen frá Ivan
Johansen Bilum
Amerikanski Tesla Model S
koyrir heilt upp til 480 km
upp á eina løðing