Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 187 - 1. oktober 2009 Brotsmenn ganga leysir Undir borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995 blivu fleiri túsund gentur og kvinnur burturfluttar, innistongdar og neyðtiknar. Í dag liva nógvar av hesum kvinnunum undir liðini á teimum monnunum, sum framdu illgerðirnar ímóti teimum tá. Tað skrivar Amnesty International í einari nýggjari frágreiðing. Har stendur, at illgerðarmenninir og teirra leiðarar vórðu ongantíð revsaðir, men at fleiri teirra tvørturímóti sita í týðandi størvum í dag. Ein kanning, sum Evroparáðið hevur gjørt, kom til ta niðurstøðu, at umleið 20.000 bosniskar kvinnur vórðu neyðtiknar undir borgarakrígnum har. 1800 metrar av flog­ vølli og nútíðar­ hóskandi terminal fyri 412 milliónir. Tilmælið hjá P/F Vága Floghavn um útbygging av Vága Floghavn varð lagt fram í dag, og eftir ætlan skal útbyggingin verða liðug longu um tvey ár SamferðSla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Arbeiðið verður boðið út í desember, tilboðini skulu vera inni í februar og undir­ skrift sett á í apríl mánaði. Síðani skal arbeiðið í gongd og eftir ætlanini skal tað verða liðugt á heysti í 2011. Hetta er tilmælið frá P/F Vága Floghavn, ið skal standa fyri útbyggingini av flogvøllinum í Vágum. Tó skal Føroya Løgting fyrst taka støðu til, um hetta er tað, ið tað ynskir. Síðan skal tað samtykkja eina verk­ lagslóg, soleiðis at far ast kann undir útbygg ingarnar, og ivaleyst verður hetta fyrsti buffarin, sum kann gera, at ætlanin dregur út. Tó kunnu glottar hómast í hesum, tí áðrenn fram løg­ una av tveimum ymiskum projektum, sum eru liðug og kostnaðarmett, segði Johan Dahl, sum er avvarðandi landsstýris mað­ ur, at tá vit fara at byggja út, so gera vit tað ordiligt, og legði afturat, at hann ynskti at tað verður bygt út til 1800 metrar. Ikki bara flogvøllurin P/F Vága Floghavn byrjaði við seks ymiskum verk ætl­ anum. Millum hesar verk­ ætlanir vóru eitt nú ætlaðar útbyggingar til 1600 metrar og ymiskar ætlanir við nýggja terminalinum. Síðan vóru tvær verkætlanir út ­ valdar og kostnaðarmettar, har báðar innibera eina útbygging á 1800 metrar, 200 metrar vestur móti Sør­ vági og 350 metrar eystur móti Leitisvatni. Men tað er ikki bert flog­ vøllurin sjálvur, ið skal leingjast. Útbyggingin inni­ ber eisini at trygdarbreyt­ irnar skulu víðkast og nýggj glíðibreyt skal gerast. Har­ umframt er dentur lagdur á, at sjálva farstøðin ikki má gerast ein fløskuhálsur. Har vóru tvær loysnir í at velja, antin at byggja terminalin út her og nú, ella at hyggja longur fram í tíðina og byggja ein terminal, sum hóskar til tørvin eini 10 til 15 ár fram í tíðina. Landið má spýta í eisini Men skal flogvøllurin byggj ast út á 1800 metrar, samstundis sum ein nútíð­ arhóskandi terminalur, sum er hóskandi til tann tørvin, ið verður 10 til 15 ár frammi í tíðini, so verður neyðugt hjá Løgtinginum at seta pen ing av til hetta eisini. Í 2006 vóru 365 milliónir krónur settar av til útbygg­ ing av flogvøllinum. Hetta er peningur, ið kom úr danska íleggingargrunn in­ um fyri Føroyar. Men skal tilmælið hjá Vága Floghavn fylgjast, verður kostnaðurin um 412 milliónir krónur, við 26 milliónum krónum í óvissu. Sostatt má Føroya Løgting eisini seta um 60 milliónir krónur av til útbyggingina, skal henda ætlanin førast út í lívið. 1800 metrar bíligari hjá fólkinum Orsøkin til at so nógv hevur verið tosað um, hvørt flog­ vøllurin skal vera 1600 metrar ella 1800 metrar langur, er at hesi bæði eru tvey spennandi mark fyri, hvørji flogfør kunnu lenda í Vágum, og hvussu nógv flogførini kunnu flyta. Verður bygt út til 1600 metrar, kunnu nøkur fleiri sløg av flogførum lenda í Vágum, enn tað er gjørligt í dag. Men verður hinvegin bygt út til 1800 metrar, kunnu tey flestu flogførini, ið tað er hugsandi kunnu flúgva til Føroya, lenda á vøllinum, umframt at smærri flogførini eisini kunnu nýta longu breytina soleiðis, at tey kunnu frakta meira, antin farm ella fólk. ­ Tað er betri útnyttilsi av kapasitetinum við einum longri vølli. Tá kunnu vit flyta fleiri ferðafólk og meira farm í senn, og hetta átti so merkt at prísirnir verða minni. Í øllum førum verður grundarlag fyri tí tá, sigur Dávid Reinert Han sen, stjóri í Vága Flog­ havn. 1800 metrar um tvey ár Flogvøllurin verður, um tilmælið hjá P/F Vága Floghavn verður fylgt, longdur 200 metrar móti Sørvági og 350 metrar móti Leitisvatni. Harumframt skal trygdarbreytin kring vøllin leingjast og innflúgvingarljós setast út á vatnið Mynd: Jens Kristian Vang – Tað er betri útnyttilsi av kapasitetinum við einum longri vølli. Tá kunnu vit flyta fleiri ferðafólk og meira farm í senn, og hetta átti so merkt at prísirnir verða minni. Í øllum førum verður grundarlag fyri tí tá, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vága Floghavn Mynd: Jens Kristian Vang