Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 187 - 1. oktober 2009 Í gjár fór eitt lið av løgtingslimum til Moskva at kappast ímóti tinglimum úr Russlandi og fleiri øðrum londum í Evropa EM fyri tingliMir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið flogfarið fór úr Vágum í gjárkvøldið á veg til Danmarkar, var eitt føroyskt landslið við av tí meiri alternativa slagnum. Talan er um eitt lið av føroyskum løgtingslimum sum eru á veg líka til Moskva, har teir skulu verja føroyska flaggið. Tað er Duman, sum er tingið í Russlandi, ið hevur bjóðað Føroya Løgtingi og fleiri øðrum tingum í Evropa, av at kappast í ítrótti. Fleiri ítróttarkappingar eru á skránni, men Føroya Løgting hevur meldað til í innandura fótbólti. Við á føroyska liðnum eru John Johannessen, Eyðgunn Samuelsen, Hans Pauli Strøm, Helgi Abrahamsen, Kári P. Højgaard og Karsten Hansen og tað verður Hans Pauli Strøm, sum verður liðskipari. Og tað verður stílur yvir tí og í sambandi við ferðina, hevur føroyska løgtingsliðið fingið draktir frá føroyska landsliðnum í fótbólti og tað forpliktar. Knýa vinabond Duman í Russlandi hevur boðið tingum úr fleiri londum í Evropa til Moskva at kappast í ymsum ítrótti og blíðskapurin er so stórur, at rusarar betala alla ferðina, sum hon er. - Hevði hetta verið eitt til- tak, sum hevði kostað lands- kassanum pening, vóru vit ikki farnir avstað, sigur John Johannessen, sum er næst- formaður í Løgtinginum. Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri einum tiltaki sum hesum og russar- ar siga, at teir hava tikið hetta stigið fyri at knýta vinabond ímillum politikar- ar úr londunum í Evropa. Og tað er ikki bara ítróttur á skránni, tí á ferðini verður eisini skipað fyri útferðum til søvn, leikhús, minnis- varðar og ymisk vitjunarverd støð í Moskva. Høvi býðst eisini at hitta borgarstjóran í Mosvka og aðrar politikarar. Og John Johannessen sigur, at nú hann er formað- ur í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, fær hann eisini høvi til at hitta starvs- bróður sín, altso tann russ- iska politikaran, ið er for- maður í teirri nevndini í Dumuni, sum svarar til okkara uttanlandsnevnd. Hetta, alternativa, føroyska landsliðið verður aftur í klettunum fyrst í næstu viku. Ingeborg Vinther, sum sjálv er limur í stýrinum fyri ALS, er so ørg um framferðina hjá stovninum, at hon er til reiðar at stevna AlS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Verður tað neyðugt, eru vit til reiðar at stevna ALS. Ingeborg Vinther er púra greið, tá ið vit spyrja hana siga sína meining um mannagongdina, sum ALS hevur brúkt ímóti teimum arbeiðsleysu hesa seinastu tíðina. Ingeborg Vinther er for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, men hon er meiri enn tað, tí hon er eisini limur í stýrinum fyri ALS, har hon umboðar løntakararnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað, sum fær ein lim í stýrinum fyri ALS at taka so drastiskt til orðanna ímóti sínum egna stovni, er, at ALS tulkar ikki lógina, soleiðis sum Ingeborg Vinther heldur, at lógin skal tulkast. Tað var nógv reyp og stórur fagnaður, tá ið tað fyrr í ár varð kunngjørt, at løgtingið hevði broytt lóg- ina um ALS, so at útgjaldið nú hækkaði munandi. Fyri tað fyrsta hækkaði útgjaldið upp í 80% av lønini, tó kundi tað í mesta lagið verða 20.000 krónur um mánaðin, men tað var eitt munandi framstig. Men nú, ALS skal betala, hevur stovnurin tulkað lóg- ina soleiðis, at fleiri kortini ikki fáa ikki meiri enn 75% av lønini. Tað stutta av tí langa er, at ALS tulkar lógina so, at arbeiðsloysið frá síðst í nítiárunum skal telja upp í og so minkar útgjaldið í fleiri førum. Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvussu nógvar løntakarar hetta rakar, men onkur hevur nevnt at talan er um einar 400-500, sum sostatt fáa ov lítið útgoldið, sambært Ingeborg Vinther. Fara allan vegin Hon sigur, at hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast. Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið fráboðanir frá arbeiðsleysum, sum hava fingið minni útgjald, enn tey høvdu væntað. - Tá ið ALS lógin varð broytt, var tað ongantíð meiningin, at gamalt arbeiðsloysi skuldi vera við til at draga útgjaldið niður, staðfestir Ingeborg Vinther. -Tað var alla tíðina tann greiða fatanin hjá stýrinum, at útgjaldið upp á 80% skuldi koma í gildið, tá ið lógin var broytt. Tí kann hon undir ongum umstøðum góðtaka, at tað verður tulkað so, at gamalt arbeiðsloysi skal teljast upp í útrokningargrundarlagið. Stjórin á AlS er burtur- staddur, men stýrisformað- urin, Alfred Petersen sigur, at beinanvegin tey vóru gjørd varug við málið, varð biðið um eina løgfrøðiliga meting av, hvussu nýggju broytingarnar skulu tulkast. Tá ið tað er liðugt, fer stýr- ið at viðgera spurningin og hann metir, at tað verður í allarnæstu framtíð, at komið verður til eina niðurstøðu. IngeborgVinther staðfest- ir, at verður mannagongdin ikki broytt, fara tey at leggja málið fyri kærunevndina fyri ALS. Men hjálpir tað heldur ikki, verður málið lagt fyri Føroya Rætt at taka støðu til. Løgtingslimir ætla at fella russisku bjørnina Ingeborg til reiðar at draga ALS í rættin Ingeborg Vinther, sum umboðar løntakararnar á privata arbeiðsmarknaðinum í Stýrinum fyri ALS, kann ikki undir nøkrum umstøðum góðtaka framferðina hjá ALS og hon er til reiðar at fara allan vegin fyri at fáa tað broytt Skjáltar við Sumatra Ein harður eftirskjálvti skakaði klokkan hálvgum trý í nátt indonesisku oynna Sumatra. Skjálvtin var 6,8 á Richter-stiganum. Skjálvtin í nátt var ein eftirskjálvti frá tí harða jarðskjálvtanum, sum var við Sumatra í gjár. Tann skjálvtin gjørdi serliga stóran skaða í býnum Padang. Higartil eru umleið 467 fólk funnin deyð har, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at uppaftur fleiri liggja deyð undir rapaðum bygningum. Millum annað rapaði eitt sjúkrahús. Meiri enn 100.000 fólk hava mist jús og heim. Jarðskjálvtin við Sumatra í gjár var 7,6 á Richter-stiganum.