hósdagur 1. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 187 - 1. oktober 2009
Sun vrakar Brown
Tað størsta dagblaðið í Bretlandi, Sun, kunngjørdi í gjár, at tað fer at styðja
tann konservativa andstøðuflokkin upp undir parlamentsvalið næsta ár. Talan
er um eina kúvending, tí tey seinastu tólv árini hevur blaðið styðjað
arbeiðaraflokkin Labour. Sjónvarpsstøðin Sky heldur, at avgerðin hjá
leiðsluni á Sun er tann avgerandi naglin í ta politisku kistuna hjá Gordon
Brown, forsætisráðharra. Blaðstjórnin sigur, at hon tók avgerð aftan á
røðuna, sum Brown helt á ársfundinum hjá Labour fyrradagin, tí hon var
ikki nóg sannførandi.
Í øllum meldrinum
av IOC-toppfundi
í Keypmannahavn,
helt Fróði Hansen
útgávukonsert
mitt inni í danska
høvuðsstaðnum
TÓNLEIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Keypmannahavn pumpar í
hesum døgum. Býurin er
púr asta uppi at koyra. Sjón
varpsrásirnar, útvarps støð
irnar, dagbløðini og inter
netssíðurnar koyra øll við
breaking news! Sjálv ameri
kanska
forsetafrúan,
Mi chelle Obama, er lend í
Kastrup og skal vitja danska
høvuðsstaðin næstu dagar
nar.
Við henni fylgja fleiri
ameri konsk
elituítróttar
fólk, borgarstjórin í Chicago
og talkshowverturin Oprah
Winfrey.
Akkurát tí, at Keyp
manna havn og fólk flest í
býnum standa á høvdinum
um dagarnar, kendist tað
sum ein lætti at koma inn í
ráa og ópoleraða kjallaran í
Kattesundet. Ein síðugøta
til Strøget, har áðurnevnda
Oprah í gjár hevði gingið
oman og niðan nakrar tímar
frammanundan konsertina,
meðan eitt øgiligt fjølmiðla
lið og forvitnir danir runnu
aftaná.
Inni í Lades Kælder
nakrar tímar seinni var
ferð in ein onnur. Kjallarin
kendist næstan sum eitt slag
av frírúmi, har øll kundu
anda út, njóta eina øl og
hvønn annan.
– Eg skal heldur ikki úti
loka, at eg havi mist onkrar
áhoyrarar til hesar stjørnur,
segði Fróði Hansen smíl
andi eftir konsertina í gjár
kvøldið.
Fróði og feiti
bólkurin
Fróði Hansen hevði eisini
grund til at smílast. Hann
hevði júst sungið, spælt
gitt ar og munnharmoniku
og verið serstakliga væl
stuðl aður av frálíka bólkin
um, sum taldi fýra mans.
Sveinur Dam á elgittar,
Rúni Mortensen á trummur
og donsku Anders Hellborn
og Johannes Buhl Andresen
á ávíkavist bass og key
board. Serliga síðstnevndi
var serstakliga dugnaligur
og ein frægd at hoyra og
eygleiða.
Somuleiðis var tað feitt,
tá Fróði Hansen hevði so
dugnaligt fólk aftrat sær, at
hesir so eisini sluppu at
folda seg út. Við nógvum
og drúgvum solo’um sluppu
hesir at markera seg og
spæla sær, meðan Fróði
Hansen trein av pallinum
og stillaði millum áhoyrar
arnar. Feitt!
– Tað gekk yvirraskandi
væl og betri enn, tá vit hava
vant í síðstuni. Hetta var
eisini okkara fyrsta veruliga
konsert síðani fløgan kom
út, og tí var tað feitt at so
nógv fólk komu, segði
Fróði Hansen, sum eftir
fløguútgávuna í summar
spældi nøkur fá løg í Tutl í
Tórsgøtu í Havn.
Munur á konsert
og útgávukonsert
Fróði Hansen og restin av
manningini sá eisini út til at
hugna sær á pallinum. Tað
sama gjørdu áhoyrararnir.
Kortini var saknur í eitt
sind ur av frágreiðing frá
Fróða. Talan var um eina
útgávukonsert, og tá tað er
tilfeldið, hevði tað verið
passaligt við nøkrum orðum
um fløguna, tekstirnar og
løgini. Tað er munur á eini
konsert og eini útgávu
konsert, men hetta sást ikki
aftur í gjár. Ikki tí, konsertin
var góð og tað ætlar Fróði
Hansen at byggja víðari á.
Næsta útgávan
er klár
Næsta konsertin verður á
The Rock og seinni skal
hann eisini inn í Studenter
huset at spæla. Fróði Han
sen sigur, at teir ætla at
spæla so nógv sum gjørligt
nú útgávan er fesk.
– Men neyvan verður
leingi til næstu útgávuna.
Henda fløgan varð innspæld
fyri akkurát einum ári síð
ani, men eg havi longu til
farið til næstu fløguna klárt.
Tað er bara ein spurningur
um fígging, so kemur hon
eisini út, sigur Fróði Han
sen.
Frírúmið hjá Fróða
Fróði Hansen var ógvuliga væl stuðlaður av sínum bólki. Sjálvur spældi hann gittar og sang, umframt at munnharpan eisini var frammi viðhvørt
Mynd: Rólant Waag Dam
Nógv fólk høvdu leitað sær í Lades Kælder mikukvøldið meðan konsertin var
Mynd: Rólant Waag Dam