Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 2. oktober 2009 3 lýsing Hjá Kleking fær tú góðar karmar at menna títt hugskot í. Kleking bjóðar skrivstovupláss í einum spennandi nýskapanarumhvørvi hjá Bitlandi, har tú hevur atgongd til fundarhøli, kantinu, internet, skrivstovuhentleikar og tað, sum hartil hoyrir. Ella tú kanst húsast aðrastaðni í Føroyum, um tú ikki hevur møguleika fyri at vera hjá Bitlandi. Treytin fyri at fáa pláss hjá Kleking er, at tíni hugskot eru nýskapandi og kunnu mennast til vørur ella tænastur, ið kunnu útflytast. Talan skal sostatt vera um hugskot, ið kunnu hava allan heimin sum marknað. Til dømis kann talan verða um eina háteknologiska vøru, ein nýggjan framleiðsluhátt, eina uppfinning við handilsmøguleikum, eina nýggja tænastu ella eitt nýskapandi, vitanargrundað handils- konsept. Kleking fylgir tínum hugskoti, so tað kann mennast frá eini ætlan á pappírinum til eina verkætlan í veruleikanum. Umframt at geva ráð og útvega fakliga ráðgeving uttanhýsis, hjálpa vit tær eisini við at útvega kapital, skrivstovuhjálp, umsitingarligar tænastur, bókhald og løgfrøðiliga ráðgeving. Saman við tær meta vit um tøkniligu og marknaðarligu møguleikarnar. Vit leggja eina fullfíggjaða menningarætlan fyri ta tíðina, Kleking hjálpir tær at menna títt hugskot og tína verkætlan. Hetta fyri at títt hugskot skal kunna gerast veruleiki. Í okkara skrivstovu hjá Bitlandi er pláss fyri sjey verkætlanum, ið kunnu brúka tilsamans níggju skrivstovupláss. Kleking hevur júst nú pláss fyri trimum verk- ætlanum, og seinni í ár verður pláss fyri eini afturat. Tvær verkætlanir eru júst floygdar eftir eitt væl- eydnað tvey ára tíðarskeið hjá Kleking. Decision3 hevur ment eina sera framkomna skipan, kallað GreenSteam. Hon gevur skipum møguleika at minka munandi um oljunýtsluna. Tað verður gjørt við ymsum mátingum umborð, umframt mátingum av millum øðrum veðri og aldu. Út frá hesum tølum gevur skipanin boð um, hvussu fl ot, trim og ferð á skipinum skal verða, fyri at tað skal brúka sum minst av olju. Decision3 hevur eftir tvey ár hjá Kleking fi ngið luft undir veingirnar, millum annað tí fleiri íleggjarar hava víst teimum álit og sett pening í virkið. Føroya Sporførisskipan ger tað møguligt hjá virkjum í fiskivinnuni at samskifta talgilt við øllum skjølum, soleiðis at tað er møguligt at fylgja við heilt frá tí, at fiskur verður veiddur, til hann stendur á døgverðaborðinum. Verkætlanin er virkin í dag. Fýra verkætlanir verða í løtuni klaktar í okkara góða og mennandi íverksetara- umhvørvi. Zmartbox er eitt slag av tryggum e-posti, ið kann brúkast, tá skjøl skulu sendast frá eitt nú seljara til keypara. Zmartbox hevur fingið sín fyrsta kunda, ið brúkar skipanina til at senda 150 starvsfólkum lønarseðlar. I-invest, sum er stovnað saman við Set, mennir Sealpin, ið er útgerð til at tetta lekar á skipum og tangum innanífrá. Ocean Rainforest, sum er stovnað saman við strategiskum íleggjarum, ætlar at ala tara kring Føroyar og selja hann sum rávøru, eitt nú til at virka brennievni av. Tutl arbeiðir við at menna sítt virksemi, so Tutl verður mest eftirspurdi tónleikaútgevarin og konsertfyriskiparin hjá bólkum, ið vilja spæla egnan upprunatónleik. Gongur tú við einum góðum virkishugskoti, kom so til okkara og vita, um júst títt hugskot kann fáa luft undir veingirnar. Gongur tú við einum góðum hugskoti, ið tú kundi hugsað tær at gjørt til veruleika? Ella hevur tú skrivað eina serritgerð, sum tú ert sannførd/ur um, kann gerast eitt útfl utningsskapandi hugskot? So kann Kleking hjálpa tær at klekja hugskotið. - er eitt átak hjá Vinnuframagrunninum Vit søkja eftir 3 virkishugskotum til klekingar www.kleking.fo Kleking Postboks 159 FO-110 Tórshavn Tel. 217366 sansir.fo