fríggjadagur 2. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 188 - 2. oktober 2009
Gróðurin í ár hevur
verið sera góður, og
nú heystið er komið
og menn eru farnir
undir slaktið, merkist
hetta eisini. Hjá Árna
Hansen í Hósvík hava
veðrarnir, sum har eru
flettir, vigað 73,6 pund
í meðal, meðan tann
størsti vá 107 pund
Slakt
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Kring alt landið eru menn
nú farnir at hugsa um slakt
ið, og hetta setur sín serliga
dám á gerandisprátið. Ser
liga verður tosað um fjall
gongu og fletting, umframt
at dúgliga verður reypað um
hvør eigur teir størstu veðrar
nar, og hvaðan kjøtið hevur
besta smakkin.
Í Hósvík er slaktið byrjað,
og vit vóru ein túr framvið
hjá Árna Hansen, sum á
hvørjum
ári
flettur
í
kjallaranum.
Í ár hava veðrarnir hjá
Árna Hansen og øðrum,
sum hava flett hjá honum,
verið framúr góðir.
Árni sjálvur hevði fýra
veðrar, sum hava gingið á
trøðni frammi undir Vørðu
í Hósvík. Serliga vóru tveir
sera stórir tvæveturveðrar.
Seinasta fríggjakvøld vóru
teir eftir veðrunum, og teir
vórðu flettir upp á tann
gamla mátan.
Tá avtornaði, vísti tann
størsti veðrurin seg at viga
heili 107 pund, meðan ein
annar eisini vá 101 pund,
báðir tvævetur. Hinir báðir
vóru eisini góðir, tann
minsti á 75 pund og hin
nakað omanfyri.
Í meðal hevur vektin
verið sera góð. Tá allir 11
veðrarnir
vóru
flettir,
vigaðu krovini 73,6 pund í
meðal, og tá var talan um
teir
báðar
áðurnevndu
veðrarnar, sum vigaðu 101
og 107 pund, nakrar veðra
gjólingar og nakrar smá
seyðir, ið vóru settir við.
Ja hetta er á heilt góðari
leið. Tað sum man hevur
hoyrt um, so er seyðurin
sum heild væl fyri í ár, sigur
Árni Hansen.
Góður gróður
spælir inn
Árni Hansen greiðir frá, at
veðrarnir, sum eru úr hagan
um hjá Kristian Hansen í
Hósvík, hava gingið á
trøðni hjá honum frammi
undir Vørðu í Hósvík bæði
í fjørsummar og í summar,
og at gróðurin har hevur
verið sera góður.
Í ár hava átta veðrar fing
ið fýra sekkir av kraftfóðri,
so tað er ikki meira enn
hálvur sekkur upp á seyðin,
greiðir Árni Hansen frá.
Hann ásannar at gróðurin
hevur verið sera góður, og
at hetta hevur spælt inn til
at seyðurin er so væl fyri.
Gagnnýta alt
uttan skinnini
Sum gamalt var, so verður
næstan alt á seyðinum gagn
nýtt. Árni Hansen greiðir
frá, at teir nýta so at siga
alt, uttan skinnini.
Skinnini fara í skrell.
Tey verða ikki brúkt til
nakað, og eingin keypari
hevur meldað seg til enn.
Man hevur hoyrt okkurt um
at djóralæknin kann sýna
seyðin, men eg veit ikki.
Mann hevur einki ítøkiligt
hoyrt enn, so tey fara bara í
skrell. Eingin tímir at gera
nakað við tað longur, sigur
Árni Hansen.
Kjøtið verður tað mesta
fryst og etið feskt. Okkurt
er saltað, meðan ein bógvur
av tí størsta veðrinum er
hongt upp at turka.
Men tað mesta verður
etið feskt. Tjógvini og restin
av teimum stóru veðrunum
haldi eg er for stórt til at
heingja upp, sigur Árni
Hansen.
Komandi ár er aftur ætlan
in at seta nýtt við, men Árni
ásannar, at tá verður helst
eingin, sum verður so stór
ur, tá eingin tvæveturveðrur
verður tá.
Seyðurin væl fyri í ár
Her síggjast tveir av veðrunum hjá Árna Hansen, har teir
ganga á trøðni undir Vørðu í Hósvík. Tann svarti vá 107 pund,
og stendur her viðsíðunaav einum, sum vá 75 pund
mynd: Árni Hansen
Krovini eru at síggja til sera góð, frá 107 pundum til vinstru og
til 75 pund uttast til høgru
mynd: Sonnhard Dalfoss
Árni Hansen í Hósvík við stóra tvæveturveðrinum, sum vá heili
107 pund, tá hann var flettur
mynd: Sonnhard Dalfoss
Tann stóri veðrurin
verður flettur.
Her sæst Adolf
Johannesen, sum
hjálpti til við
flettingini, yvir
veðrinum
mynd: Sonnhard Dalfoss