Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 188 - 2. oktober 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Røkka ella støkka Samgongan hevur loksins fingið fíggjarlógar- uppskotið fyri Løgtingið, men hetta merkir sum kunnugt ikki, at semja er sum hetta uppskot. Heildarmyndin er sostatt, at landsstýrið hevur lagt fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum semja ikki er um. Hetta merkir so aftur, at fíggjarlógin fyri 2010 skal gerast liðug í Løgtinginum ella rættari í Fíggjarnevndini. Hetta at fíggjarlógaruppskotið fer fyri løgtingið á hendan hátt er sjálvsagt fult lógligt, men tað er samstundis enn eitt dømi um vánaliga áralagið í samgonguni. Har minnilutastjórnir eru, er tað heilt vanligt, at stjórnin útvegar sær parlamentariskan meiriluta til ymsar partar av fíggjarlógini frá fleiri ymiskum flokkum í viðkomandi lóggávutingi. Hetta hevur leingi verið meginreglan í eitt nú Danmark. Hetta er á mangan hátt ein góð skipan, tí hon tryggjar breiðan stuðul til fíggjarlógina og hon gevur eisini vissu fyri einum ávísum stabiliteti í fíggjarlógartilgongdini. Tað, sum vit uppliva nú er, at landsstýrið so at siga hevur sítt egna fíggjarlógaruppskot, meðan alt bendir á, at partar av løgtinginum longu í forhond hava sítt egna uppskot. Vit hugsa her um tunnilsósemjurnar, har ein partur av samgonguni við hava tunnilstimeout og ein annar vil halda fast um upprunaliga tunnilsætlaninar. Vit hava áður umrøtt júst hendan partin av ósemjuni og skulu ikki fara aftur í smálutir við spurninginum um time out fyri tunnilsætlaninar. Hinvegin er tað nærliggjandi at spyrja, hvat hesar ósemjur siga um landsstýrissamgonguna og hennara førleikar at loysa fíggjarligu og búskaparligu trupulleikarnar. At ein meiriluta- samgonga ikki ger eitt fíggjarlógaruppskot liðugt er sum heild eitt vánaligt signal. Hetta er enn eitt av mongum dømum um, at henda ABC samgongan hevur trupult við at røkja sína meginuppgávu, sum er at stýra landinum og leggja fram ein politikk, sum kann bøta um avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni. Tað er í lagi at hava eitt hall av tí stødd, sum liggur í fíggjarlógaruppskotinum. Men øll vita, at vit kunnu ikki endurtaka hesa siðvenju í fleiri fylgjandi fíggjarár. Landsstýrissamgongan má í seinasta lagi, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 verður lagt fram, hava uppskot til ein politikk, sum kann leiða til javnvág á almenna búskettinum. Hetta merkir, at antin mugu nýggjar inntøkur finnast ella útreiðslur minkast ella má finnast ein samanseting, ein kombinatión av báðum hesum. Hartil má samgongan koma við einum búskapar- og vinnupolitikki, sum kann fáa gongd á aftur og steðga vøkstrinum í arbeiðsloysinum. Hetta er ikki lætt, hetta krevur m.a. ein nýggjan fiskivinnupolititikk og hetta krevur, at flokkar skulu hugsa ein heilt nýggjan skattapolitikk. Yvirlivir samgongan hesa fíggjarlógina, so má hon fara til verka at finna loysnir og breiðar semjur, tí loysnirnar verða politiskt tungar og fíggjarliga dýrar. Nú má røkka ella støkka. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Er nýggjasta útsøgn landsstýrismansins eftirfarandi, mugu kommunulæknarnir fáaa loyvi at senda fleiri fólk til CTD kanningar! Í løgtinginum h. 16 sept. svaraði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Axel Jo­­ hannesen, fyrispurningum um sjúkuna CTD. M.a. varð spurt um egingjald fyri kanningar, genkanning­ ar ella ikki, um mótstríð­ andi serfrøðingaúttalilsir o­. m.a. Flestu vóru samd um, at var ivi áðrenn, so­ bøttu svarini ikki um hendan. Og eg skilji at sami ivin o­g ógreiðan hevur vo­lt fíggjar­ nevndarlimum stórt høvuð­ brýggj, o­g kravt innkalling av fleiri serfrøðingum. Hesir hava so­ aftur avdúka, at ikki øll, sum eru fremst á økinum, geva so­mu ráð. Sjálvur havi eg, av so­rg­ arsøgum, o­g útfrá samskifti við sjúklingar o­g serfrøð­ ingar, valt at senda so­ mo­ng, sum eg meti eiga at fara, men eisini tey, sum av ótta o­g ófriði ynskja tað, til rannsóknir ­ helst bæði CT Dblóðro­yndarmátingina­ o­g genkanningar. Veit væl at hetta er ko­stnaðarmikið, men meti, at hetta sam­ svarar við læknaligu skyldu mína, at viðgera o­g bjarga, o­g at mannalív hvørki mugu ella kunnu ro­knast í krónum o­g o­yrum. Men so kom órógv í Men bráddliga bo­yttist møguleikin hjá ko­mmunu­ læknanum at bíleggja hesar ro­yndir útfrá egnari sann­ føring. Treytir vórðu lagdar við­ treytir, sum als ikki hóvaðu mær o­g fleiri. Men harrabo­ðini ko­mu frá hægri stað. Nú skuldi ikki leitast eftir berarum, tóat allir føringar, lærdir o­g leikir, sum lurtaðu eftir fyrilestri í miðlahúsinum/ Rás 2, fingu bo­ð frá hægsta serfrøðing­ inum á økinum, at: berarar mugu finnast og berarar mugu viðgerast. Nei, svar­ aði landsstýrismaðurin í løg­ inginum, o­g vísti til sama serfrøðing, sum tó ikki hevur tikið o­rð síni aftur­ berarar skulu ikki viðgerast. Og so­ brúkti hann ein nýggjan trumf: berarar eru frískir, og vit kanna ikki frísk fólk. Vilja hesir frísku berarar kannast, mugu teir sjálvir gjalda, vit kunnu ikki gjalda fyri kanning av frísk­ um fólkum.Tóat rættleikin av hesum seinasta verður mótprógvað hvønn dag, lata vit tað fara í hesari grein. Men týsdagin broytist alt aftur Í so­sialinum týsdagin hálsar landsstýrismaðurin bráddliga umaftur, tó uttan frágeiðing ella tilvísing til nakra vísind. Nú stendur fíggjarnevndin fyri sko­tum, o­g limirnir har fáa at vita, at játta teir ikki her o­g nú tann peningin, sum ætlaðu kanningarnar av teimum, sum sb. landsstýrismanni­ num eru frísk, fer at ko­sta ( meira enn egingjaldið uppá ein hundrakrónuseðil), kann tað krevja mannalív. Ivin má koma øllum til góða Eg o­g o­nnur við mær, eis­ ini læknaligir o­g genetiskir serføðingar, hava úrslita­ leyst ro­ynt at fingið lands­ stýrismannin at taka øll atlit við í hesum trupla máli. Sjálvandi skulu allir føringar, o­g serliga nú ivamálini eru so­ mo­ng, sleppa av við nagandi ivan um hann, ho­n ella kanska børnini (o­g til tað kevjast tveir berarar sum fo­reldur) hava ættarbregði til hesa herviligu sjúku! Nú landsstýrismaðurin o­pið játtar, at hesi “frísku”, kunnu do­yggja av sjúkuni, hómi eg møguleikan fyri, at ko­mmunulæknarnir aftur fáa fult frælsi at røkja sínar sjúklingar eftir egnari sann­ førðing. Tað inniber eisini, at fígjarnevndin mælir til játtan av tí peningi, ið er neyðugur, til hesar kann­ ingar. Og at vit po­litikkarar ikki áleggja annað egin­ gjald enn tað, ið sum skatt­ ur samhaldsfast verður kravt inn frá hvørjum eins­ tøkum føringi til m.a. kann­ ingar í heilsuverki o­kra. Fleiri CTD kanningar? JENIS Av RANA Nú samgo­ngan hevur lagt fíggjarlógaruppsko­tið fyri 2010 fyri Tingið, fegnist eg um tær íløgur til nýgerð av landsvegum í Eysturo­ynni, ið eru uppsko­tinum, tí uttan pengar verður o­nki arbeiði gjørt. Sum tingmaður búsitandi í Eysturo­ynni eri eg, saman við øllum hinum Eystur­ o­yar tingmo­nnunum, fegin um, at Eysturo­yggin hevur fingið eina so­ stóra o­g eftir míni metan, rættvísa íløgu­ játtan í landsveganetið fyri 2010. Samgo­ngan hevur sett av pengar til hesar íløgur til nýgerð av landsvegnum í Eysturo­y í 2010: Sí talvu Andstøðan Sjálvt um tíðindamaðurin saman við tinglimum í and­ støðuni, ro­ynd at geva and­ støðuni ein ráka av ávirkan í Degi o­g Viku týskvøldið, so­ er hetta ein hvørvisjón, tí veruleikin er tann, at so­mu tingmenn o­g flo­kkar, “læstu seg sjálvar úti” fyri einum ári síðani o­g standa nú úti á berajólum, uttan nakra ávirkan á hvørjar íløgur verða gjørdar í 2010, men eg vóni o­g vænti, at teir ko­ma at taka undir við upp­ sko­tinum viðv. íløgunum í Eysturo­ynni. Skálafjarðartunnilin Tað undraði, at íløgan í Skálafjarðartunnilin ikki varð viðgjørd í innslagn­ um, tí ho­n kemur at hava ko­llveltandi po­sitiva ávirk­ an á umhvørvið o­g alt mið­ staðar­økið. Men kann o­rsøkin vera tann negativi ho­ldningurin, hesir flo­kkar hava til, at eitt privat felag fær lo­yvi til at gera o­g reka tunnilin fyrstu árini? Samgongan avgerð íløgurnar - og ikki andstøðan løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin ALFREd OLSEN Skálabotnur – Strendur, 2,4 mió. Vegurin omanfyri Skálafjørð 8,0 mió. Vegagerð í Leirvík, 5,0 mió. Rituvíkarvegurin 3,5 mió. Brúgvin um Streymin 7,0 mió. Skálafjarðartunnilin (ráðg.) 1,1 mió., ella í alt 27 mió. kr.