fríggjadagur 2. oktober 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 2. oktober 2009
Vikuskifti 29
í Tórshavn-Marathon
tann sætti persónurin í søguni,
sum hevur runnið mara thon í øllum
teimum sjey heims pørtunum.
Hann er tann fyrsti týskarin, sum
hevur rokk ið hesum málinum.
Steffan hev ur eisini tikið lut í tí,
sum nevn ist ”ultramarathon”. –
Eitt ultra marathon kann hava ein
tein, sum kann liggja millum 43 og
5.000 kilometrar. Longsta ultra
marathonkappingin, sum stefan
hevur tikið lut í, var ein renniteinur,
sum strekti seg líka úr Lissabon í
Portugal til Moskva í Russlandi.
Teinurin var 5.045 kilometrar
langur, og vardi ultramarathon
renningin 64 dagar, so vit løgdu
umleið 80 kilometrar aftur um
okkum um dagin. Sjálvur brúkti
eg 11 tímar og 15 minuttir í snitt
um dagin í hesari ultramarathon
kappingini.
Tað var ein avmáldur teinur
fyri hvønn dagin, sum vit máttu
fullføra. Og hvønn morgun
mátti vit tí halda fram frá sama
staðnum, har tú vart komin á
mál kvøldið fyri. Tað vóru 44 sum
tóku lut í hesari ultramarathon
kappingini, og tað var snøgt
helvtin – 22 – sum megnaðu at
fullføra allan teinin.
Úr Kairo til Cape Town
Longsta kappingin Stefan hev ur
tikið lut í, var ein fjalla súkklu
kapping, sum strekti seg líka úr
Kairo í Egyptalandi og til Cape
Town í SuðurAfrika. Vit súkklaðu
12.000 kilometrar, tvørtur um 10
ymisk lond í Afrika.
– Vit avgreiddu hesa kapp
ing ina aftan á fýra mánaðir.
Kapp ingin var skipað við 100
døg um, har vit vóru í gongd
við at súkkla, og so høvdu
vit 20 frídagar í hesum tíðar
skeið num. Stefan greiðir frá,
at fjallasúkklukappingin var
fyri skipað av einum kanadiu
manni, og var eitt hjálparlið við
á ferðini, sum syrgdi fyri at taka
sær av viðførinum hjá teim um,
sum tóku lut í tí drúgvu fjalla
súkklu kappingini. Tá Stefan var
við til drúgvu rennikappingina í
Europa, hevði hann ikki nakað
fast hjálparlið. Men tað vóru
fleiri sjálvboðin, sum hjálptu til
á ferðini tvørtur um Europa, tá
hann tók lut í ultramarathon
kappingini.
Etir tað hann fær
Spurdur um hvat hann etur, fyri at
megna at fullføra slíkar drúgvar
kappingar, svarar Stefan: Alt
sum eg kann fáa hendur á. Tað
góða við slíkum umfatandi
aktiviteti er, at tú kanst eta
og drekka so nógv tú vil, tí tú
fert niður í vekt óannsæð, tí
tú brennur so nógvar kaloriur.
Men sjálvandi brúki eg vit og
skil, so eg eti nógva frukt og
nógv grønmeti, tí har eru nógvar
vitaminur, og hetta er matur, sum
ikki liggur so tungur í maganum.
Eg eri annars ikki kræsin, eg kann
eta alt, og eg dámi alt.
Tá ein brennur millum 7.000
og 10.000 kaloriur um dagin, so
etur ein tað, sum ein fær fatur
á. Stefan sigur, at fruktkøkur eru
millum yndisverðarnar hjá honum.
– Tá eg renni eitt vanligt
marathon, so eti eg ikki nakað,
men eri tilvitaður um at minnast
til at drekka nóg mikið av vætu.
Men tá tað kemur til tær størru
og longru kappingarnar, so er ein
noyddur til at eta, fyri at hava
nóg mikið av megi. Onkuntíð
fari eg niður í ferð, og fari niður
í gangitempo, meðan eg eti ein
bita. Og viðhvørt so gevi eg mær
tíð at hvíla eina løtu, og fái mær
ein bita, áðrenn eg haldi fram við
kappingini.
Nýtast ikki renna alla
tíðina
Tá talan er um ultramarathon, er
tað eingin reglugerð, sum sigur,
at luttakarnir mugu renna alla
tíðina. – Tú mást bara syrgja fyri
at avgreiða ein ávísan tein innan
eina ávísa tíð. Hvussu tú gert tað,
er upp til tín sjálvan. Um ein tekur
lut í einari 1000míla kapping,
sum tekur 15 dagar, so er loyvt
at eta, drekka, sova og fara til
læknan, um bara tú avgreiðir
tilmálda teinin í kappingini.
Aðrar ítróttargreinar
Renningin hevur verið
ítróttargreinin, sum Stefan
hevur fingist mest við, men hann
hevur eisini fingist við súkkling
og triathlon. Hann hevur eisini
róð kajakk og aka á skoytum.
Á yngri árum íðkaði hann eisini
”Skydiving”. Stefan var ein
fulltíðar yrkisítróttarmaður
gjøgnum 20 ár. Hann hevði
góðar sponsorar, sum gjørdu tað
møguligt hjá honum at íðka alt
árið. Men nú livir Stefan av tí
uppsparda peninginum, og av
tí sum forvinnur, sum skrivandi
miðlamaður. – Eg skrivi fyri bløð
í Týsklandi, Eysturríki og Sveis,
sum viðgera renning, og tað er
mítt aðallivibreyð nú, greiðir
Stefan frá.
Ókent marathon
Spurdur um hvat hann skrivar um
Føroyar fyri lesarnar í teimum
týskttalandi londunum, svarar
Stefan: Fyri tað fyrsta, so er
TòrshavnMarathon kanska ein
hin minst kenda rennikappingin
í øllum heiminum. Tórshavn
Marathon er eisini tann minsta
marathonkappingin í nøkrum
høvuðsstaði í heiminum.
Føroyar eru eitt vakurt land at
vitja, og marathonkappingin í
Tórshavn er sera væl fyrireikað.
Steffan undirstrikar, at í mun til
marathonkappingar aðrastaðni,
so er Tórshavn Marathon ein
ógvuliga lítil kapping. Tað
vóru bara 120 tilmeldingar til
marathon og hálvt marathon.
Men kortini, so stongdu
myndugleikarnir vegin fyri bara
120 íðkarum, og tað heldur
Stefan er ógvuliga hugtakandi. –
Tað var ógvuliga hugaligt at renna
í einum slíkum vøkrum landslagi,
og at renna á einum væl
hildnum vegi, sum var fríur fyri
ferðslu, sigur Stefan, sum bara
hevur góð orð at bera teimum í
ítróttarfelagnum, Bragdinum, sum
reika fyri TórshavnMarathon.
Eina stóra familju
Renningin hevur givið Stefani
nógvar vinir kring allan heimin.
– Eg plagi at siga, at vit sum
renna eru øll ein stór familja.
Stefan sigur, at hann roynir at
leggja feriutíðina soleiðis til
rættis, at hann hevur eina feriu
sum er full av aktivitetum. Stefan
sigur seg ikki at orka fyri, bara
at seta seg í eitt flogfar, renna í
einari marathonkapping, og so
fara heim aftur beinaveg.
– Eg leggi stóran dent á at
kombinera tað soleiðis, at eg havi
bæði aktivitetir og upplivingar á
mínum ferðum. Eg dámi væl at
fáa eina kenslu av, hvussu fólk
liva og búgva í teimum ymisku
londunum, sum eg vitji. Hetta
gevur mær so eisini nógv meira
tilfar til greinarnar, sum eg skrivi.
Stefan noterar nógv á ferðunum,
og leggur tað so inn í telduna,
tá hann kemur heimaftur. Hann
sigur seg ikki vera ein góðan
myndamann, og tí samstarvar
hann við teir lokalu fyrireikarnar.
Tá hann skal skriva um Tórshavn
Marathon, so fer hann at nýta
myndir frá myndasavninum hjá
Bragdinum.
– Ógvuliga ofta vil tað so væl,
at fyrireikarnir hava eina stóra
myndagoymslu, og so liggur
ræðið fyri at fáa eina góða grein
til høldar. Robert Vilhelmsen
hevur nógvar myndir, og vænti eg
at kunna fáa onkrar til greinina
hjá mær um TórshavnMarathon.
Rennur ikki hvønn
dag
Stefan leggur herðslu á, at tað
er ikki soleiðis, at hann má
renna hvønn dag, og at hann
viðhvørt kann taka tvær vikur
úr kalendaranum, har hann ikki
rennur.
– Tað ræður bara um at røra
seg, tað veri seg at svimja,
súkkla, ganga ella renna. Tað
snýr seg um at fáa eina betri
lívsgóðsku. Vit menniskju eru ikki
fødd til at sita niðri, genetiskt so
eru vit rennarar og gangarar. Og
um tú venur regluliga, so kennir
tú teg nógv betri. Um tú brennur
nógv, so kanst tú eisini eta meira.
Hóast sínar drúgvu royndir,
so roynir Stefan seg ikki, sum
venjari.
– Eg eri ikki venjari, tí eg gjørdi
onga regluliga og fasta venjing
sjálvur, skilt á tann hátt, at eg
gjørdi nógvar aktivitetir, men eg
hevði ongantíð nakra skipaða
venjingarætlan. Tí havi eg bara
ein boðskap til fólk, og tað er
at tey røra seg nógv, og venja
regluliga. Tað kann gera tað
sama, hvat tú gert, syrg bara fyri
at røra teg, undirstrikar Stefan.
Stefan manglar bara Mykines,
Stóra Dímun og Lítla Dímun, so
hevur hann vitjað allar oyggjarnar
í Føroyum.
– Eg vóni, at eg kann koma
aftur til Føroya aftur næsta ár,
so eg fái granska hesar tríggjar
oyggjarnar eisini, eru seinastu
orðini, ið fella, áðrenn eg takki
týsku rennilegendini fyri prátið.
Stefan Schlett hevur vitjað 86 lond og 15 av 18 oyggjum í Føroyum
Mynd: Niels Pauli Djurholm