Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 2. oktober 2009 Vikuskifti 31 Hvussu nógv pláss vilt tú hava? Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Her eru møguleikar fyri at liva, virka og trívast, og her kanst tú breiða teg út uttan ampa fyri nakran. Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan. Húsini eru sera snotilig - sterkt og væl bygd. Fyrsta fatanin Tú sært við tað sama, at her er talan um eini stór og stásilig hús. Húsini eru væl bygd og løtt at halda. Alt er sera væl hildið, og tú fært eina fatan av, at talan er um eini vala hús. Ljós og luft Húsini standa væl og frítt fyri í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi og hava frálíkt útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð. Tú kennir teg ongantíð innibyrgdan, tí vindeyguni eru stór, og tað kemur sera nógv ljós inn. Havastova Út frá miðhæddini er stór terassa. Haðani fert tú inn í eina hugnaliga havastovu við dupultum hurðum móti vesturskininum. Havastovan er væl egnað til grill og hugna. Stílur og snið Stílurin er lættur og ljósur. Húsini eru ikki nýggj, men alt er sera væl hildið og í góðum standi. Húsini eru dagførd og viðlíkahildin so við og við, og tær nýtist einki at gera. Bilhús Tú kanst koyra beinleiðis inn í eitt sera breitt og væl hildið bilhús. Úr bilhúsinum er beinleiðis inngongd inn í snotiligt kjallararúm/vaskirúm við flísum á gólvinum, og haðani eru trappur upp til miðhæddina. Uttanfyri og uttanum Urtagarðurin er hugnaligur og væl røktur. Har er veðurgott og góður sólargangur, so tað er lagað manni at sita uttanfyri og njóta lívið. Har er vakurt og friðarligt, og tú ert so at siga mitt í býnum. Innrætting Í miðhæddini er hjallur, inngongd, durur, gestawc, gong, køkur/ alrúm, stova og tvey kømur. Hurð út á altan / terassu og havastova. Í neðra er inngongd, bilhús, hurð til kjallara/vaskirúm, gong, trappa upp til miðhædd, hjúnarrúm, baðirúm við brúsu, fýrrúm og tvey kømur. Fakta Adressa ...........Fjalsgøta 2, Tórshavn Byggiár: ...........1982 Hæddir: ............2 Gólvvídd: ..........240 m2 Grundøki: .........502 m2 Hjallur: .............ja Bilhús: ..............ja Havastova: ......ja Prísuppskot: ...kr. 2.950.000,-