Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2009 11 Nógv vøkur hús eru í Føroyum, men um nýggju býlingarnar er ofta onki annað at siga enn at teir eru ljótir, bygdir til bilar og ikki til fólk, og so eru teir alt ov eins – eitt stórt afturstig fyri alt landið Kitsj er ein parodi uppá tað vakra Theodor W. Adorno Little boxes on the hillside, Little boxes made of ticky tacky Malvina Reynolds, 1962 Í summar koyrdi eg ofta gjøgn­ um føroyskar bygdir og býar­ partar. Ofta hevði eg mynda­ tólið við. Tað, sum ofta sló meg, tá eg kom framvið nýggj­ um býlingum og nýggjum pørt­ um av Havnini ella Klaksvík og størri støðum, var, hvussu fólk byggja sethús. Herfyri var ein filmur gjørd­ ur, sum er at síggja á You Tube, um hvussu nógvar litir vit finna á húsum í Havn. Men tá eg hugsi um tað, er tað ikki rætt, sum filmurin førir fram, tí øll eru farin at mála somu litir, somu ráhvítu, beige og pastell­ litir, sum ofta rigga til ein romantiskan smakk, har alt búnýti eisini skal vera ráhvítt og líkjast biedermeierromant­ iskari brúkslist, og slíkt er nærum uppskriftin uppá ein ringan og eftirgjørdan smakk, sum blandar gamalt og nýtt uttan vit og skil. Føroyar er eitt vakurt land, og nógv vøkur hús eru í Føroyum. Vakrir býlingar og gamlar bygd­ ir, men tá eg hugsi um nýggjar býlingar, so er ofta einki annað at siga, enn at teir eru ljótir, bygdir til bilar og ikki til fólk, og so eru teir alt ov eins – eitt stórt afturstig fyri alt landið. Lítlar eskjur Eg kom at hugsa um sangin hjá Malevinu Reynolds »Litle Box­ es«, sum snýr seg um, hvussu eins forstaðarøki eru. Hetta er ikki kitsj, sum byggir á spei­ semi, har alt er tvítýtt – her er ornamentikkur ­ alt er loyvt, romantisk sprossavindeygu, doriskar súlur og gotiskir kvistar, blanda við Disneyland, Barbie og Lord of The Rings. Týski sosiologurin Norbert Elias hevur knýtt saman mod­ ernitetin, framkomuna hjá borgaraskapinum við hópfram­ leiðslu og við tí eftirgjørda, sum ein hópframleiddur smakk­ ur, ið hann kallar kitsj. Orðið er týskt og merkir okkurt, sum er eftirgjørt uttan vit og skil, ein óoriginal og lítilsverd eftirgerð sum nærum er ein parodi, ofta sentimentalt og hermir eftir tí, sum er ektað. Hesin stílur er ofta teatralskur, roynir at líkjast stórverkum men ger tað á ein látursverdan hátt. Tað, sum serliga sló meg, var tankin um at vanlig sethús vóru vakrari fyrr og at sethúsaøki í dag umboða smáborgarligt pastel­ lit kitsj. Eitt havanissuparadís. Taka vit til dømis tað gamla føroyska sethúsið, sum vit finna tað í bæði Norðagøtu, á Reyni og í Syðrugøtu, so eru hesi hús bygd eftir umhvørvinum, og tey passa inn í bygdina í mun til náttúruna, fjøruna, regnið og vindin. Tá man sær hús bygd seinni í 1930unum og til dømis tey, sum eru bygd í 1950unum – her hugsi eg kanska serliga um tey í Klaksvík ­ so eru hetta gjøgn­ umgangandi stór fýrakantaði og modernaði hús, sum hava ein stramman form. Veit ikki, um tey eru so vøkur, men tey hava ein tanka aftanfyri seg, sum um ein arkitektur hevur verið uppá spæl. Seinni í 1960unum og 1970unum og fram til í dag er gingið aftur á hond. Húsini eru ljótari, sum norskar ella sveitsiskar fjallahyttur í stórari stødd. Ein eftirgjørdur ”country og western” stílur. Hví er sethúsið ikki áhugavert fyri arkitektar? Tá vit hyggja eftir sethúsum ­ her hugi eg ikki um tey, sum arkitektar hava teknað ­ men um hini, so valdar eitt fagur­ frøðiligt anarki og kitsj. Ein sjálvbyggjaramentan, sum í villa amerikanska vestur­ landinum. Spurningarnir, hví føroyskir arkitektar ikki hava gjørt modernaðar og hópframleiddar útgávur av einum smakfullum føroyskum sethúsi, eru ofta settir. Eitt svar er, at fólk ikki tíma at brúka 50 túsund krónur uppá ein arkitekt, hetta sjálvt um tey hava bygt hús fyri 1,5 millónir. Eitt annað er kanska, at teimum ikki dámar modernis­ muna, sum arkitektar bjóða. Men hví halda fólk, at tey duga at tekna hús sjálvi? Tey tekna sær ikki sín egna bil heldur, teirra flatskýggja ella sína egnu teldu. Bústaður, virði og lívsáskoðan Hyggja vit eina løtu út um set­ húsið og hugsa í longri linjum og fara til modernistin Le Corbusier og til bókina Menn­ eskets boliger, so er her ein ótrúlig (ræðandi) framtíðar­ optimisma, tí fyri hann hevði byggilistin samanhang við lívið og menniskjuni, men hon var tó eisini eitt slag av brúkslist. Le Corbusier tengdi saman býar­ planir og framburð. Le Corbus­ ier helt fyri: ”At skapa ein nýggjan bústað. (…) Slík verk byggja á eina nýggja lívs­ áskoðan…”. Seinni kom serliga forstað­ urin at vaksa saman við privat­ bilismuni. Her vóru hús bygd skjótt á snórabeinum vegum. Hús til familjur, sum allar líkj­ ast. Sum øll gerast gomul í senn. Samstundis heglaði kritikkurin niður yvir forstaðin, serliga fyri at vera ljótir og einrættandi. Í Føroyum byggja tey forstaðarøki, sum ongantíð fyrr, sjálvt um hesi øki og parselhús eru sera lítið burðar­ dygg, dálka og breiða seg alt ov nógv og eta øll tey góðu økini. Tá Jørgen Utzon bygdi operahúsið í Sidney í Australiu, var tankin aftanfyri, at sjálvandi skuldi byggilistin ganga fremst í stríðnum fyri tí modernaða. Í Føroyum fingu fólk ikki uppá saman hátt eina slíka sterka trúgv uppá eitt slíkt mið, men eina meiri hóvliga gongd, sum tó er ávirkað av regionalismuni við einari moderaðari tulking. Her er ein roynd at brúka um­ hvørvi, byggitilfar og eldir siðir, flagtak og ein ornamentik, ið er kent í eldri føroyskari mentan. Góðar modernaðar bygningar sóu vit eisini. Fóru vit ov langt? Hóðast Le Corbusier kanska var eitt flogvit, so hava hansara tankar og modernisman innan byggilist ikki vunnið frama í Føroyum á sama hátt, sum onnur støð, og har hon hevur vunnið uttanlands, er hon eisini nógv kritiserað. Hann bygdi sínar tankar á ein stórbýar­ búgva, sum hóskaði til ídnaðar­ samfelagið, men samfelagið í dag er broytt, og sum aðrar staðir so broytast føroyskir lívsformar og stættir skjótari enn nakrantíð. Tí skal byggjast alt slag av íbúðum og húsum. Modernisman vann ikki, kanska sum hin góði smakkurin, men millum fólk finst enn ein pastelllitur romantikkur innan smakk, sum byggir á eina rom­ antiska nostalgi, sum blandar gamalt og nýtt uttan vit og skil. Tað er dýrt at byggja hús í Føroyum, og landið er lítið og sárbært, so neyðugt er, at vit broyta hugburð og okkara tankar um lívsform, og at vit ikki halda, at einasti veruligi mátin at búgva er at byggja enn fleiri forstaðir, sum gerast alsamt ljótari – har snórabeinir vegir einrættandi grava sár í fjøllini. Hinvegin so er modernitetur­ in áloypandi og skapar fremm­ andagering, og tí síggja vit eina harða bremsing við baksláttri av nostalgi og fortíðarbrúki. Nostalgiin er ein máti hjá tí modernaða einstaklinginum at fáa og varðveita ein samleika. Við at siga frá kenslubornum søgum um okkum sjálvi halda vit okkum finna límið, ið skal halda saman lívið. Tað er rætt, sum norski sálarlæknin Finn Skårderud sigur, at: ”Tað er hugtakandi at síggja, at nostalgiin, ið uppruna­ liga var ein longsul eftir einum staði, er enda sum ein longsul eftir eini tíð. ”Heim” í orðinum heimlongsul, merkir minni heimstaður, men at vera heima í sjálvum sær.” Nostalgi er ein pína og ein utopi aftureftir, ið bæði inni­ heldur søtleikan í øllum mistum og melankoli. Føroyar er eitt vakurt land, og nógv vøkur hús eru í Føroyum, men nýggju býlingarnir og parsellhúsavegir eru ikki ein framburður, men eitt stórt afturstig. Onkrar keldur: Erik Nygaard: Arkitektur i en forvirret tid – Internationale strømninger 1968­1994. 1995. Anthony Giddens: The Conse­ quences of Modernity, 1995. Pierre Bourdieu: Les règles de l´art Genèse et structure du champ littéraire, 1992. Walter Benjamin: Paris, det XIX. århundres hovedstad, 1975. Le Corbusier: Menneskenes bolig, 1965. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Føroysk byggilist og kitsj - Millum modernismu, kitsj og regionalismu Tíðargreinin tíðargreinin Kim Simonsen Tá Jørgen Utzon bygdi operahúsið í Sidney í Australiu, var tankin aftanfyri, at sjálvandi skuldi byggilistin ganga fremst í stríðnum fyri tí modernaða