Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 190 - 6. oktober 2009 Tað kostar Krabba­ meins felagnum gott 330.000 krónur at fáa Kringvarp Føroya at varpa lands innsavningina Føroyar móti krabba út. – Vit fáa ongan peningaligan vinning úr hesum, sigur Annika Mittún Jacobsen, kring varps­ stjóri Føroyar móti krabba Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Leygardagin 31. oktober verð ur stóra landsinn savn­ ingin »Føroyar móti krabba« í Norðurlanda hús­ inum, og verður hon varpað beinleiðis út í sjónvarpi. Men tað er ikki uttan kostn­ að. Fyri at Kringvarp Føroya skuldi átaka sær hesa upp­ gávu, var kravið, at Krabba­ meinsfelagið átók sær at gjalda gott og væl 330.000 krónur til Kringvarpið aft­ urfyri. Men sambært stjóranum í Kringvarp Føroya, Anniku Mittún Jacobsen, er hetta eitt gjald fyri at dekka tær eksternu útreiðslurnar, sum Kringvarpið hevur av at fram leiða og senda sending­ ina. Hesar útreiðslur, sum tað kostar út yvir vanligu arbeiðstíðina, so sum eyka lønir, pallsmíð og fram­ leiðsla av øllum tí tilfari, sum ikki verður framleitt í vanligari arbeiðstíð. ­ Høvdu vit ikki fingið hetta gjaldið, hevði Kring­ varpið als ikki kunnað verið við í hesum prosjektinum, tí tað hava vit ikki pengar til, vísir Annika Mittún Ja ­ cobsen á, men leggur dent á, at hetta er eitt stórt pro­ sjekt, sum Kringvarpið feg­ ið vildi vera partur av. Ongan peningaligan vinning Hetta er eftir øllum at døma ikki fyrstu ferð at ein lands­ innsavning verður skipað á henda hátt. Sambært Ann­ iku Mittún Jacobsen hava áður verið líknandi send­ ingar sum eru »stuðlaðar av« og. Men hóast Kringvarpið fær 330.000 krónur fyri at gera tiltakið, vísir kring­ varpsstjórin aftur, at Kring­ varp Føroya hevur nakran peningaligan vinning av tiltakinum. ­ Fyri okkum er tað ein útreiðsla óansæð. Tað kost­ ar nógv meira enn hasa upp hæddina. Fyri Kring­ varp ið liggur vinningurin nokk í tí, at vit vónandi kunnu bjóða lurtarum og hyggj arum eina góða send­ ing. Krabba meins felagið gjalda fyri tað eksterna í tí, meðan vit eisini lata ein stór an part í internum út ­ reiðslum, sigur hon. Ikki »keypt« tilfar Tá Kringvarp Føroya fær eina so stóra upphædd fyri at framleiða tilfar til eina sending fyri Krabba meins­ felagið og harvið varpar ljós á krabbamein, kann hugs ast, at inflatión kemur í framleiðsluna, og at farið verður ikki nóg kritiskt og objektivt til verka, tí at Krabba meinsfelagið »be ­ talir« fyri at fáa framleitt til farið. Men hetta sær kring­ varps stjórin ikki sum nakran vanda, og vísir á, at tey sum framleiða tilfarið eru púra óheft av pen inga­ ligu spurningunum, og at hetta eru heilt hvør sínar eindir. ­ So nei, hatta dugi eg ikki at síggja sum ein trupul leika. Mátti til fyri at koma víðari Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, vátt ar, at talan er um 330.000 krónur, sum Krabba meinsfelagið mátti gjalda fyri at fáa Kringvarp­ ið at vera við í prosjekt in­ um. ­ Vit hava so gjørt eina avtalu, har pengar eru í mill um, og hetta máttu vit í nevndini velja, skuldu vit koma víðari við prosjekt in­ um, váttar Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameins­ felagnum. Doyggja fyrsta samdøgrið Ein nýggj frágreiðing vísir, at barnadeyði er sera vanligur í India. Frágreiðingin, sum felagsskapurin Red Barnet hevur skrivað, vísir, at nógv indisk børn liva minni enn eitt samdøgur. Sagt verður, at á hvørjum ári doyggja umleið 400.000 indiskir nýføðingar longu tað fyrsta samdøgrið av svongd og av ymsum sjúkum so sum lungnabruna. Red Barnet sigur, at 20 prosent av øllum nýføðingum, sum doyggja longu tað fyrsta samdøgrið, eru indiskir. Felagsskapurin er farin undir eitt átak, sum skal fyribyrgja barnadeyða, skrivar Ritzau. Færri í Keflavík Tað er ikki bara á flogvøllinum í Vágum, at ferða­ fólkatalið minkar, tí gongdin er tann sama á altjóða flogvøllinum í Keflavík í Íslandi. Morgun­ blaðið skrivar, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár ferðaðust 581.000 fólk um flogvøllin, og tað er heili 22 prosent færri enn somu mánaðir í fjør, tá talið var 745.000. Íslendska hagstovan skrivar á sínari heimasíðu, at teir seinastu tólv mánaðirnar komu 723.000 ferðafólk til Íslands, og at tað var heili 23,4 prosent færri enn teir tólv mánaðirnar frammanundan. 330.000 fyri at varpa krabbainnsavning Afturfyri at varpa landsinnsavningina »Føroyar móti krabba« út, hevur Kringvarp Føroya kravt at fáa 330.000 krónur frá Krabbameinsfelagnum til at dekka »eksternar útreiðslur« (Tilgjørd mynd)