týsdagur 6. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 190 - 6. oktober 2009
Tað er av neyð, at
Tvøroyrar Býráð
hevur bjóðað skúlan
í Trongisvági fram
til eftirskúla. Ein ótti
hjá býráðslimum,
er, at stóri skúlin
á Tvøroyri verður
stongdur so at tey
størru børnini verða
noydd í aðrar bygdir
at ganga í skúla
Eftirskúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er av fíggjarligari neyð,
at Tvøroyrar
Kommuna
hevur bjóðað skúlan í
Trongisvági
fram
til
eftirskúla.
Tað var niðurstøðan á
býráðsfundi í Tvøroyri í
gjárkvøldið.
Á fundinum gjørdu at
kalla allir býráðslimir púra
greitt, at talan var ikki um,
at Tvøroyrar Kommun longu
hevur avhendað skúlan í
Trongisvági til eftirskúla.
Talan er einans um eitt
tilboð og verður tikið av
tilboðnum, kann tað geva
kommununi
einar
22
milliónir í kassan.
Tann peningurin skuldi
allur sum hann er, markast
til at umvæla og útbyggja
tann stóra skúlan á Tvøroyri,
sum er í sera ringum standi.
Samstundis var ført fram,
at fíggjarliga støðan hjá
kommununi er so vánalig,
at hetta er rætt og slætt ein
asti møguleiki hjá komm
ununi yvirhøvur at umvæla
skúlan.
Kommunan hevur ikki
ráð at umvæla skúlan, og
hon fær ikki lán til at gera
tað, tí hon er so skuldar
bundin frammanundan.
Kunnu missa skúlan
Eitt, sum býráðslimir óttað
ust, er ætlanin hjá Helenu
Dam á Neystabø at savna
fólkaskúlan í færri, men
størri skúlar og at niður
leggja aðrar skúlar.
Býráðslimir á Tvøroyri
stúra nevniliga fyri, at skúl
in á Tvøroyri er í so vánalig
um standi, at hann fer ikki
at verða góðkendur at hava
skúla í.
Avleiðingin kann skjótt
verða, at allir teir smærri
klassarnir verða lagdir inni
í skúlanum í Trongisvági
og at børnini í framhalds
deildini verða flutt til Vágs
ella onkra aðrastaðni at
ganga í skúla, stúra býráðs
limir á Tvøroyri fyri.
Samstundis
varð
ført
fram, at tað kostar 50
milliónir at byggja skúlan í
Trongisvági út til at hýsa
øllum børnunum, og tað
hevur
kommunan
undir
ongum umstøðum ráð til.
Men kommunan hevur
heldur ikki ráð til at umvæla
skúlan í Trongisvági, og
avleiðingin av tí verður, at
um fá ár kann hann vera í
líka ringum standi, sum
skúlin úti á Tvøroyri.
Og so eru tveir uppslitnir
og óbrúkiligir skúlar í
kommununi, siga býráðs
limir, sum sostatt heldur
vilja savna allan skúlaskapin
í einum og sama skúla, sum
tey fáa ráð at halda.
Og tað vóru fleiri býráðs
limir, sum søgdu, at tá ið
teir tóku undir við at bjóða
skúlan í Trongisvági fram
til eftirskúla, var tað eina
og aleina fyri at útvega
fígging til at dagføra skúlan
á Tvøroyri.
Tað elvdi til eitt ramaskríggj,
tá ið tað kom fram, at Tvør
oyrar Býráð hevur bjóðað
skúlan í Trongisvági fram
til eftirskúla.
Bæði
skúlastýrið
og
skúlaleiðslan hava mót
mælt, og á býráðsfundinum
í gjárkvøldið handaði ein
foreldrabólkur borgarstjór
anum, Kristin Michelsen,
ein lista við 237 undirskrift
um frá tvørafólki, sum mót
mæltu ætlanini og fram
ferðini hjá býráðnum.
Serliga
átala
tey,
at
býráðið tekur eina slíka
avgerð uttanum allar skúla
myndugleikar á staðnum,
uttan at kunna foreldrini og
uttan at greiða frá, hvussu
ætlanin er at skúlagongdin
skal vera framyvir.
Á fundinum royndu býráðs
limir at sissa fólk og í tí sam
bandi varð gjørt púra greitt,
at ongin avgerð er tikin, og
tað verður heldur ongin
avgerð tikin, fyrrenn skúla
stýrið og skúlaleiðslan eru
hoyrd og tikin við upp á ráð.
Sostatt skal ongin avgerð
smoyggjast
niður
yvir
tvørafólk.
Tað einasta, býráðið
hevur gjørt, er at bjóða
skúlan fram. Endar politiska
telvingin við, at menta
málaráðið er sinnað at taka
av tilboðnum, verður málið
lagt fyri býráðið aftur, og tá
verða bæði skúlastýri og
skúlaleiðsla hoyrd og tikin
við upp á ráð, staðfestu
býráðslimir.
Annars
kom
fram
á
fundinum í gjárkvøldið, at
Tvøroyrar býráð er ikki samt
í málinum. Jens Johannesen
úr Javnaðarflokkinum vil
heldur
bjóða
skúlan
á
Tvøroyri út til eftirskúla og
byggja skúlan í Trongisvági
út, so hann kann hýsa øllum
børnunum.
Men hann fekk greitt at
vita, at tað hevði kommunan
yvirhøvur ikki ráð til.
Malla Dam, eisini úr
Javnaðarflokkinum, hevði
tikið undir við ætlanini,
men mælti til at taka støðu
av nýggjum, í hon helt, at
hon hevði tikið støðu útfrá
skeivum fortreytum.
Hon segði, at síðani
samtyktina í býráðnum er
hon komin eftir, at býráðið
kann ikki taka eina avgerð
um slíkar bygnaðarbroyt
ingar, uttan at hava hoyrt
skúlamyndugleikarnar
á
staðnum fyrst, og tað er
ikki hent enn.
Aðrir býráðslimir førdu
fram, at talan er ikki um
bygnaðarbroytingar,
men
um at taka støðu til ein
skúlabygning, sum komm
unan átti og einsamøll
hevur ræði á.Og tað er bara
sjálvan skúlan, sum Býráðið
hevur bjóðað fram til eftir
skúla. Ítróttarhøllin, skifti
rúm og tað, sum annars
hoyrir til høllina er ikki við,
og eftiskúlin má so gera
avtalu við kommununa um
at brúka hann, saman við
øllum ítróttarfeløgunum og
øðrum, sum annars brúka
høllina. Avtala skal eisini
gerast við dagrøktina, frítíð
arskúlan og útibarnagarðin,
um økið uttanfyri skúlan.
Tvøroyrar Býráð vil selja
skúlan av neyð
Býráðslimir á Tvøroyri
sigur, at tey hava bjóðað
skúlan í Trongisvági
fram til eftirskúla fyri
at hava ráð til at hava
ein góðan skúla í býnum
ístaðin fyri tveir, sum
tey ikki hava ráð at
halda. Annars stúra
tey fyri, at tey missa
framhaldsdeildina
av Tvøroyri. Hesa
myndina av skúlanum í
Trongisvági tók TuriðV
Ongin avgerð smoygd niðuryvir tvørafólk
Varandi arbeiðsloysi
Altjóða samfelagið skal brynja seg við toli í hesum kreppu
tíðum, tí væntandi fer arbeiðsloysið at standa við í einar átta
ella kanska tólv mánaðir afturat. Tað heldur í hvussu er
aðalstjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique
StraussKahn. Grunnurin hevur hildið fund í Istanbul, og tað
var á tíðindafundi har, at IMFstjórnin kom við sínum dapra
spádómi. Hann segði, at arbeiðsloysið er ovasta málið á
dagsskránni í Istanbul, har øll tey 186 limalondini eru
umboða. IMFstjórin legði afturat, at í menningarlondum
kann arbeiðsloysið vera ein spurningur um lív ella deyða.
Einki lán enn
Fyrradagin fingu íslendingar tilsøgn um lán úr Póllandi, men teir
noyðast eftir øllum at døma at brynja seg við toli, táð tað snýr seg
um eitt tilsvarandi lán frá russum. Russiska stjórnin hevur langt
síðani sagt seg vera sinnaða at læna íslendingum 500 milliónir
dollarar, men tað dregur út við teirri endaligu tilsøgnini. Í gjár hitti
íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, russiska
starvsbróðurin Alexei Kudrin, mrn hrldur ikki tá fekst endalig
semja. Kudrin segði aftan á fundin, at samráðingarnar halda fram,
tí russar ætla at kunna seg betur um viðurskiftini í Íslandi.