mikudagur 7. oktober 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 191 - 7. oktober 2009
Føroysk luttøka á DanFish International
Í dag, morgin og fríggjadagin er danski býurin Ålborg karmur um DanFish Inter
national fiskivinnustevnuna. Stevnan verður hildin í Aalborg Messe og Kongres
center, og við verða fleiri enn 300 framsýnarar, sum fara at vísa fram sítt útboð. Fram
sýningin verður á tilsamans 9000 fermetrum, og sambært fyrireikarunum verða bæði
framsýnarar og stevnugestir úr fleiri heimspørtum. Millum føroysku útbjóðararnar,
sum eru við á DanFish International, eru eitt nú Vónin, Teymavirkið, Expro, Kj
Hydraulik og Sp/f Rock. Nakrar av føroysku fyritøkunum eru á felags bási, meðan
aðrar eru á egnum bási. DanFish stevnan læt upp í morgun og verður opin til og við
fríggjadagin, tá dyrnar lata aftur. Fyrilestrar og onnur tiltøk verða eisini, meðan
stevnan verður hildin í Ålborg. DanFish International verður hildin annað hvørt ár, og
í 2007 vóru 13.876 vitjandi, og talið av framsýnarum var umleið 400 – úr 23 londum.
Mugabe vil samstarva
Fotsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, sigur seg nú vera til
reiðar at samstarva við tey londini, sum hava funnist ser
liga hvassliga at hansara politikki, men treytin er, at øll til
tøk ímóti Zimbabwe verða sett úr gildi. Fyri minni enn
fjúrtan døgum síðani segði Mugabe, at lond í Vesturheim
inum royndu at forkoma zimbabwisku stjórnini og landsins
búskapi. Nú sigur hann seg vera sinnaðan til samstarv, men
Reuters skrivar, at fleiri lond ivast. Tey aftra seg við at
styðja Zimbabwe fíggjarliga, tí tey bera ótta fyri, at pengar
nir enda í lummunum hjá forsetanum og hansara stuðlum.
AVGJALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vága Floghavn hevur boðað
frá, at ferðafólkaavgjaldið
hækkar í trimum stigum, 35
krónur í ár, við 10 krónum í
2010 og við 10 krónum í
2011.
Hetta kann tykjast undar
ligt, tá landsstýrið samstund
is tykist leggja stóran dent á
at marknaðarføra Føroyar
sum ferðamannaland, júst
við tí fyri eyga, at lokka
fleiri ferðafólk til landið.
Út frá hesum kann tað
virka undarligt, at avgjaldið
verður hækkað heldur enn
lækkað.
Vága Floghavn hevur
ikki so nógvar møguleikar
at økja um inntøkurnar.
Talan er um eitt partafelag,
og tað skal handla ábyrgdar
fult, og tað ber jú ikki til at
hava undirskot á roknskap
inum ár undan ári, sigur
Johan Dahl, ið sum polit
iskur myndugleiki varðar
av Vága Floghavn.
Hann sigur, at útbyggingin
av flogvøllinum fer at økja
um møguleikarnar hjá Vága
Floghavn, og at betraðar
umstøður alt annað líka
eiga at skapa betri fortreytir
fyri kapping.
Vit vilja jú fegin verða
limir í europeiska flogfel
agsskapinum, ECAA, fyri
at útvega Atlantsflog øktar
kappingarmøguleikar,
og
ein longri flogvøllur gevur
møguleika hjá størri flogfør
um at nýta Vága Floghavn,
og um ikki nakað katastro
falt hendir, eigur hetta at
økja um møguleikarnar, sig
ur Johan Dahl.
Lækka
ferðaavgjaldið
Landsstýrismaðurin heldur,
at tað ikki er rætti vegurin,
at hækka avgjøld fyri at
koma til Føroya. Men spurn
ingurin er ikki so einfaldur
heldur.
Fyri at betra um fortreyt
irnar eru útbyggingar gjørd
ar á terminalinum, og tað
eigur at skapa størri inn
tøkur. Men Vága Floghavn
skal eisini lúka altjóða krøv,
og tað kostar eisini pening,
sigur Johan Dahl.
Hann vísir eisini á, at tað
er ikki hann, sum ásetur
avgjaldið, hann skal bara
sum politiskur myndugleiki
góðkenna – ella vraka –
ásetingarnar.
Vit hava ein møguleika
at regulera kostnaðin, tí
landið krevur eisini eitt
avgjald fyri at ferðast til og
úr Føroyum. Tí mugu vit nú
fara at hyggja nærri eftir
hesum
ferðaavgjaldinum,
sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at hann ongantíð hevur
verið av teirri fatan, at ferða
avgjaldið til landið skuldi
vera nakað varandi avgjald.
Ein lækkan av ferðaav
gjaldinum til landið fer
sjálvandi eisini at ávirka
prísin hjá Smyril Line, og
hevði verið eitt positivt stig
mótvegis ferðavinnuni, sig
ur Johan Dahl.
Enn er málið kortini ikki
umrøtt í samgonguni, men
sambært Johan Dahl er
hetta nakað, hann fer at
taka upp.
Ivast um partafelag
Johan Dahl sigur, at hann
var sjálvur við til at skipa
leiðsluna av Vága Floghavn
í eitt partafelag, og hóast
hann var nakað ivasamur,
serliga tí eitt partafelag skal
avskriva ognirnar og harvið
hava eina størri inntøku enn
um talan var um almenna
ogn, so heldur hann, at tað
var rætta stigið at taka.
Nevndin í Vága Flog
havn hevur gjørt eitt muna
gott arbeiði, og tað vísir
bara, at vit tóku røttu av
gerðina, tá Vága Floghavn í
juli í fjør varð gjørd um til
eitt partafelag, sigur Johan
Dahl.
Men um floghavnin skal
verða verandi skipað sum
eitt partafelag ivast hann
eitt sindur í.
Vága Floghavn virkar
væl undir partafelagsformi,
men um hetta er rætta
loysnin upp á sikt, er ikki
vist, sigur Johan Dahl uttan
at koma nærri inn á, hvussu
langt tíðarskeið upp á sikt
merkir.
Men fyribils er landsstýr
ismaðurin
nøgdur
við
nevndina og tað arbeiði,
hon ger.
Gott arbeiði
uppvigar
avskrivingar
Johan Dahl heldur, at nevndin í Vága Floghavn hevur gjørt og framvegis ger eitt dygdargott arbeiði.
Men um partafelagsformurin er loysnin upp á sikt, ivast hann eitt sindur í
Tað kann tykjast at vera ein ávís andsøgn í, at Vága
Floghavn hækkar avgjaldið hjá teimum ferðandi,
samstundis sum politiski viljin ynskir at draga fleiri
ferðafólk til Føroya