Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 192 - 8. oktober 2009 Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Ingibjørg Berg í starv sum kommunustjóri. Frammanundan hevur hon verið trivnaðarstjóri í kommununi síðstu trý árini. StarvSSetan Jan Müller jan@sosialurin.fo Ingibjørg Berg í Havn, sum verður nýggjur kommunu­ stjóri í Tórshavnar komm­ unu, hevur síðstu trý árini havt sína dagligu gongd í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, har hon síðani 2006 hevur starvast sum trivnaðarstjóri. Undan tí var hon aðalskrivari í Komm­ unusamskipan Føroya, so kommunal viðurskifti eru henni ikki fremmand. Starvsroyndir hennara eru annars breiðar, tí hon hevur verið lærari á merko­ nomútbúgvingini hjá Før­ oya Handilsskúla, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, set­ ursskrivari og lærari í stjórn­ málafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, fulltrúi í Oljufyrisit­ ingini, aðalskrivari hjá Amnesty International, Før­ oya deild, lærari í samfelags­ frøði á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, umframt hon undir útbúgving hevði summarfrítíðarstørv í avgreiðsluni og á løgdeildini hjá Líkningarráði Føroya. Ingibjørg Berg er útbúgv­ in cand.scient.pol. frá uni­ versitetinum í Aarhus, umframt at hon hevur lestra rvegleiðaraútbúgving frá danska undirvísingarmála­ ráðnum, leiðsluútbúgving frá Danmarks Forvaltnings­ højskole og útbúgving í per­ sónligheitspsykologi frá universitetinum í Aalborg. Seinnu árini hevur Ingi­ bjørg Berg eisini fingist eitt sindur við gransking, og í tí høpi hevur hon verið við í bæði føroyskari og norður­ lendskari verkætlan, sum í báðum førum eru endaðar við bókaútgávum – ávika­ vist “Kommunupolitikkur”, útgivin av Fróðskaparsetri Føroya í 2008, og “Demo­ krati i Norden”, útgivin av Nordisk Ministerråd í 2005. Ingibjørg Berg er 45 ára gomul, gift og eigur trý børn. Nú hon tekur við nýggja starvinum, avloysir hon kommunustjóran síðstu mongu árini, Jens Marius Poulsen, sum fyrr í ár bað um at verða loystur úr starvinum, tí hann í summar fylti 67 ár. Tá hevði hann havt sín 30 ára starvsdag í kommununi. Ingibjørg Berg nýggjur kommunustjóri Ingibjørg Berg varð í gjár sett í starv sum kommunustjóri í Havn. Hon avloysir Jens Marius Poulsen, sum leggur frá sær vegna aldur Jógvan Arge er í dag byrjaður aftur í Kringvarp Føroya. Eftir at uppsøgnin varð ógildað, hava Kringvarpið og Jógvan Arge tinga seg fram til eina loysn, sum merkir, at Jógvan Arge í dag er byrjaður aftur í sínum gamla starvi Kringvarp Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eitt langt stríð er av. Eitt stríð, sum hevur staðið við síðan 16.desember í fjør, tá Jógvan Arge, saman við øðrum, fall fyri spariknív­ inum í Kringvarp Føroya og fekk sekkin, eftir at hava verið ímyndin av føroyskum útvarpi í 40 ár. Tá segði Jógvan Arge við Sosialin, at seinasta orðið neyv­ an var sagt í hesum máli. Stutt eftir beitti hann sak­ førara eftir Kringvarpinum, og eftir togtogan í hálvt ár, varð uppsøgnin ógildað tann 31. juli í ár, og tá heitti Mentamálaráðið á partarnar um at setast við samráðing­ arborðið og finna eina nøkt­ andi loysn. Og tað er henda loysnin, sum nú er komin. Aftur til sama starvið Jógvan Arge er í dag byrjað­ ur aftur í tí starvinum, hann varð uppsagdur úr. Tó er hetta, eftir egnum ynski frá Jógvan Arge, upp á eitt sind­ ur niðursetta tíð. ­ Eg fari aftur at gera sam­ røðusendingar, frásøgur, sið­ søguligt tilfar og annað, júst sum eg gjørdi áðrenn, váttar Jógvan Arge. Kanska kappróður eisini Jógvan Arge er eisini tann mest kenda røddin í føroysk­ um ítrótti – nakað, ið Rás2 gjørdi sær dælt av, tá Oyggja­ leikir vóru, tá Jógvan Arge var við í Oyggjaleikatoymin­ um hjá Miðlahúsinum – og hann sigur sjálvur, at hann ikki kann avvísa, at tað verð­ ur okkurt við ítrótti at gera aftur. ­ Eg havi mangan varpað fótbólt út, og tað verður kanska eitt sindur av tí aftur, sigur Jógvan Arge. Hann vil heldur ikki útiloka, at hann møguliga kann varpa kappróður út aftur eisini – nak­ að, ið felst øll kappróðraráhugað fegnast um. Tíð til býráðsarbeiðið eisini Um orsøkina til at Jógvan Arge er settur í starv upp á niðursetta tíð, sigur hann, at hetta var eftir egnum ynski. ­ Hetta er so at eg eisini havi betri stundir at røkja býráðsarbeiðið, sigur Jógvan Arge, sum nú aftur av røttum kann kalla seg útvarps­ mann. Jógvan Arge aftur í Kringvarpinum Í dag er Jógvan Arge byrjaður aftur í Sortudýki, eftir at hann er komin ásamt við leiðsluna um eina loysn á longu trætuni, eftir at hann varð uppsagdur 16.desember í fjør mynd: Jens Kristian Vang Danmark í Al Jazeera Í kvøld fer arabiska sjónvarpsstøðin Al Jazeera at vísa ein atfinningarsaman dokumentarfilm um Danmark. Uttanríkisráðið í Keypmannahavn sigur, at tað fer at hyggja væl at filminum, tá hann kemur á skíggjan í kvøld. Ein heimasíða skrivaði í gjár, at filmurin lýsir Danmark sum eitt rasistiskt land. Danska uttanríkisráðið sigur, at gevur filmurin eina misvísandi mynd av Danmark, fer ráðið at gera vart við tað umvegis tær arabisku sendistovurnar í Danmark og tær donsku sendistovurnar í teimum arabisku londunum. Obama ferðamaður Eingin amerikanskur forseti hevur ferðast so nógv í sínum fyrsta emblætisári sum Barack Obama. Enn hevur hann bara verið forseti í góðar átta mánaðir, og hesa tíðina hevur hann verið í 16 londum ella eitt fleiri enn George Bush eldri, sum vitjaði 15 lond í sínum fyrsta forsetaári. Sam­ bært blaðnum Miami Herald koma nøkur lond afturat, tí eftir skránni skal Obama til Kina, Japan, Singapore og Suðurkorea í november. Blaðið nevnir ikki Danmark, men danska stjórnin hevur í hvussu er vónir um, at Obama kemur á veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember.