Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 193 • 9. oktober 2009 Ein meiriluti í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum stuðlar ikki ynskinum hjá Anfinni Kallsberg um pening til tunlarnar norður um Fjall. Men Fólkaflokkurin heldur lítið um “valstríðið hjá Jóannesi Eidesgaard” Fíggjarlóg Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Fólkaflokkurin stendur als ikki saman um nógv umtalaðu tunlarnar norður um Fjall, sum er vorðin ein høvuðsósemja í samgong­ uni. Ella rættari millum Jóannes Eidesgaard, fíggjar­ málaráðharra, og Anfinn Kallsberg, formann í Fíggj­ arnevndini. Tað er greitt, eftir at Sosi­ alurin hevur spurt teir sjey tinglimirnar í Fólkaflokk­ inum. Tríggir av teimum sjey stuðla ikki ynskinum um at fáa pening játtaðan til tunl­ arnar norður um Fjall á fíggjarlógini fyri 2010. Teir eru Bjarni Djurholm, Heðin Zachariassen og Poul Mich­ elsen. Óli Breckmann og Jógvan á Lakjuni siga seg hvørki vera fyri ella ímóti. Og eftir standa teir báðir tinglimirnir úr Norðoyggjum, Anfinn Kallsberg og Jákup Mikkel­ sen, sum hava verið heitir forsprákarar fyri at seta hol á hesa verkætlan komandi ár, líka síðani tað var greitt, at tunlarnir eru strikaðir í ársins fíggjarlógaruppskoti. Við øðrum orðum er tað bara ein minniluti í ting­ bólkinum hjá Fólkaflokkin­ um, sum positivt svarar játt­ andi, tá spurningurin verður settur, um tunlarnir norður um Fjall skulu hava pening á komandi fíggjarlóg. Ymisk boð úr Tinganesi Formaðurin í Fólkaflokkin­ um var annars avgjørdur, tá hann í seinastu viku tók frástøðu frá Jóannesi Eid­ esgaard, fíggjarmálaráð­ harra, og hansara “tunnils­ time­out”. Samstundis ávar­ aði hann fíggjarmálaráð­ harran ímóti at kasta saman við andstøðuni fyri at fáa núverandi íløguraðfestingar ígjøgnum. Ímeðan stóð eitt annað landsstýrisfólk úr Fólka­ flokkinum, Annika Olsen, og vardi raðfestingarnar á íløgusíðuni. Innlendismála­ ráðharrin, sum enntá varðar av samferðslumálum, hevur fleiri ferðir sagt, at við ver­ andi búskaparstøðu kunnu kostnaðarmiklir tunlar bíða. Við øðrum orðum tykist Fólkaflokkurin at vera í tvíningum í spurninginum um tunlarnar. Bæði í lands­ stýrinum og í tingbólkin­ um. Jóannes førir valstríð Men hóast Fólkaflokkurin ikki dregur somu línu, so er manningin á lista A samd um eitt: At Jóannes Eides­ gaard nýtir fíggjarlógina til at føra valstríð. Við slagorðum sum “tunl­ ar kontra vælferð” hevur fíggjarmálaráðharrin og javnaðarleiðarin verið óvan­ liga beinleiðis undir løg­ tingsviðgerðini av ársins fíggjarlógaruppskoti. Og klassiskur javnaðarretorikk­ ur um samhaldsfesti og væl­ ferð fyri tey veiku, nú fleiri vælferðartænastur standa fyri skerjingum, hevur verið sjónligur. ­ Mín virðing fyri fíggjar­ málaráðharranum hevur fingið eitt ógvusligt skot fyri bógvin. Maðurin roynir at hongja Fólkaflokkin út fyri at vera ein flokk, sum bara vil hava betong og ikki vælferð. Hetta er jú púra burturvið, sigur Poul Mich­ elsen. Tingmaðurin úr Havn heldur ikki, at tunlarnir norður um Fjall nýtast at fáa pengar beint nú. Men hann heldur, at retorikkurin hjá Eidesgaard er ein popul­ istisk roynd at styrkja ein Javnaðarflokk í ringum standi. Ein Javnaðarflokk, sum einans fekk 14 prosent í seinastu veljarakanning. Jógvan á Lakjuni, sum noktar at geva eitt kategor­ iskt svar til spurningin um tunlarnar, metir, at fram­ ferðarhátturin hjá Jóannesi luktar av politiskari despera­ tión. ­ At tosa um antin tunlar ella vælferð er reinur val­ retorikkur. Sjálvandi skal samferðslukervið útbyggj­ ast, men vit kunnu hava ymsar meiningar um, nær best er at seta hol á tey ymisku prosjektini, sum eru samtykt í løgtinginum, metir Jógvan á Lakjuni. Samgongan heldur Heðin Zachariassen metir, at vit mugu venja okkum við ein nýggjan búskapar­ ligan veruleika, eftir at glo­ bala fíggjarkreppan sló ígjøgnum. Tí er løtan ikki komin til íløgur í dýr tunn­ ilsprosjekt. Og tað metir Bjarni Djurholm eisini. Djurholm ásannar, at breitt samgongusamstarv í ringum tíðum er slítandi. Og hóast hann ikki sær nakran bráðan vanda, metir hann, at samgongan kann fara at ridla, um ósemjur sum hesar sleppa at eskalera. Óli Breckmann heldur als ikki, at tunlarnir norður um Fjall eiga at fáa ta rúmd, teir hava fingið. ­ Tunlarnir eru bert ein av mongum øðrum ósemjum. Og spurningurin er als ikki um “knald eller fald” fyri samgonguna, soleiðis sum summir fjølmiðlar royna at gera tað til. Flestu sam­ gongulimirnir vita, at upp­ gávan nú er at fáa eina fíggj­ arlóg samtykta, við ella utt­ an hasar tunlarnar, sigur Óli Breckmann. Poul Michelsen, Bjarni Djurholm og Heðin Zachariassen (myndin) halda ikki, at tunlarnir norður um Fjall skulu hava pengar á komandi fíggjarlóg. Óli Breckmann og Jógvan á Lakjuni vilja hvørki siga ja ella nei til spurningin. Og eftir standa Anfinn Kallsberg og Jákup Mikkelsen sum einastu limir í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sum ikki góðtaka, at tunlarnir eru strikaðir í ársins fíggjarlógaruppskoti Kallsberg við undirlutan í Fólkaflokkinum Ísurin nærkast Íslandi Tá eitt eftirlitsflogfar hjá íslendsku vaktar­ og bjargingartænastuni var á kanningarferð yvir havleiðunum millum Ísland og Grønland fyrrakvøldið, sá manningin 13 ísflakar. Teir, sum vóru næst landi, vóru 77 fjórðingar í útnyrðing vestan úr Vestfirðum, skrivar Morgunblaðið. Teir seinastu dagarnar hevur vaktar­ og bjargingartænastan regluliga ávarað skip um ísflakar í Grønlandsfjørðinum. Eisini hevur Vardø­radiostøðin í Noregi ávarað tangaskip, sum sigla við olju úr Russlandi til USA við olju, og sum sigla ígjøgnum Grønlandsfjørðin. Sóknast eftir heilsukanning Grønlandsnevndin hjá Fólkatinginum vil nú hava at vita frá Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharra, hvussu tað gongur við málinum um at kanna heilsuna hjá fólkinum í Avanersuaq­økinum í Grønlandi. Kanningin skal staðfesta, um fólk hava verið fyri geislavirknum strálum í sambandi við óhappið, tá eitt amerikanskt flogfar datt niður í 1968. Fýra brintbumbur vóru í flogfarinum, og enn tann dag í tað óvistt, um allar fýra blivu funnar aftur, ella um bara tríggjar blivu tiknar upp og sendar til USA.