fríggjadagur 9. oktober 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 9. oktober 2009
Grønlendsk
landsliðs
vitjan
Fýra landsdystir standa
á skránni hjá føroysku
hondbóltskvinnunum
komandi dagarnar
Hondbóltur
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Leygardagin 10. oktobur kemur
grønlendska kvinnulandsliðið til
Føroya og fer næstu dagarnar at
leika dystir móti føroyska U19/
U21 kvinnulandsliðnum.
Vitjanin hjá grønlendska
kvinnulandsliðunum er liður í
fyrireikingum til luttøku í
kappingini Pan American
Games. Á liðnum eru fleiri
leikarar, sum spæla í næstbestu
deild í Danmark og talan er tí
uttan iva um eitt gott lið.
Grønlendska vitjanin kemur
væl við hjá
Hondbóltssambandinum, sum
seinasta árið hevur skipað fyri
landsliðsvenjingum fyri
kvinnuunglingar í aldrinum 19
ár og 21 ár. Venjarin hjá
kvinnuunglingunum, Claus
Rasmussen roknar við, at
dystirnir kunnu geva okkara
leikarum nakrar royndir og eisini
siga okkum eitt sindur um,
hvussu okkara støðið er.
Kvinnuunglingarnir hava
seinastu mánaðirnir verið saman
eina ferð um mánaðin til
venjingar. Annars hevur føroyska
kvinnulandsliðið nakrar
spennandi uppgávur fyri
framman. Millum annað kemur
danska U18 landsliðið við Heine
Eriksen sum venjara at vitja í
februar, og seinni út á várið er
eisini Challenge Trophy á
skránni.
Fyrsti av teimum fýra
landsdystunum verður í Havn
sunnudagin. Mánadagin verður
spælt í Klaksvík, týsdagin í
Kollafirði og mikudagin verður
aftur spælt í høllini á Hálsi í
Havn.
Í Klaksvík halda tey
fast um, at flytingin
av spæliloyvinum hjá
Christiani Restorff Mourit
sen, hevði av ger an di
týdning í niður flyt ing ar
stríðnum. Stevnt verður tí
eft ir mettum inntøkumissi,
sum stendst av at spæla í 1.
deild heldur enn Vodafone
deild ini
Hóast tað í alt heyst hevur verið
rumbul um spæliloyvið hjá Christiani
Restorff Mouritsen, sum slapp at
flyta úr HB til B36 uttan fyri flyt ing
ar vindeygað, so er eingin ivi um, at
úrs litini í kappingini standa við. Tað
stendur nevnliga í lógunum hjá FSF,
at hevur ein spælari fingið spæli
loyv ið, so er hann at meta sum lóg
lig ur. Eisini hóast tað seinni skuldi
víst seg, at spæliloyvið varð útskrivað
av órøttum.
Í Klaksvík ásanna tey eisini, at
niður flytingin er veruleiki, men tey
vilja ikki finna seg í, at KÍ skal vera
fyri inntøkumissi av hesum, tí júst
flyt ing in
av
nógv
umrødda
spæliloyvinum hevði stóra ávirkan í
niður flytingarstríðnum,
verður
mett.
Vit hava alla tíðina sagt, at vit ikki
vilja sleppa málinum, og eg kann
vátta, at vit í løtuni fyrireika kæru til
FIFA, har vit krevja FSF eftir 100.000
eurum, sigur Fríðin Ziskason, nevnd
ar formaður í smápartafelagnum,
sum rekur fremsta liðið hjá KÍ.
Fleiri grundgevingar
Enn er ikki greitt, júst hvørjar lutir
kær an frá KÍ snýr seg um. Men tað
stend ur fast, at tey í Klaksvík eru ser
stak liga ónøgd um, at Kapp ing ar
nevndin vísandi til undantaks reglu
na í grein 17.5 í Kappingarreglunum
gav undantak til at flyta spæliloyvið.
Í frágreiðingini til regluna verður
millum annað sagt, at hendan kann
nýtast, tá mistak ella umsitingarlig
miss kiljing hava elvt til, at umsóknin
um flytan av spæliloyvinum ikki er
komin rættstundis inn. Men hetta er
ein próvbyrða, sum eitt nú Jens
Wang, løgfrøðisligur ráðgevi hjá FSF,
sig ur ikki heldur. Einamest tí eitt for
gloymilsi ikki kann roknast sum eitt
mistak ella misskiljing.
Hartil eru klaksvíkingar illa nøgdir
um, at FSFforsetin sjálvur var partur
av málsviðgerðini, tá avgerðin varð
tikin. Í Klaksvík meta tey, at forsetin
var inhabilur í hesum, tá beiggi
hansa ra hevur verið umboðsmaður
hjá Christiani Restorff Mouritsen.
Tevez sum fordømi
Verður hugt at líknandi viðurskiftum
aðrastaðni, so finst eitt ikki heilt ólíkt
fordømi í Onglandi.
Har gjørdist talan um stórt rok, tá
West Ham onkursvegna lirkaði
Carlos Tevez inn um lógarverkið fyri
trim um árum síðani.
Tevez hevði sín avgerandi leiklut í,
at West Ham bjargaði tilveruni í
Premi er League, og tvey ár seinni
fekk Sheffield United viðhald í
endur gjalds kravi upp á £6.000.000.
Hetta var upphæddin, sum Sheffiel
United metti seg missa av niður flyt
ing ini – ein niðurflyting, sum felagið
helt varð kraftiga ávirkað av styrki
num, sum West Ham fekk í Carlos
Tevez.
Um West Ham hevði flutt niður
uttan Tevez, er sjálvandi ein hypo
tet isk ur spurningur. Og tað er eisini
ein hypotetiskur spurningur, um
B36 hevði flutt niður uttan Christian
Restorff Mouritsen.
Men prinsippið er, at slíkar flyt ing
ar ongan tíð mugu bróta ítróttarliga
integri tetin í kappingini, og tað er
tað, sum KÍ metir er hent í hesum
føri num.
KÍ stevnir FSF eftir
tríkvartari millión
KÍ hevur nú fyrireikað kæruna til FIFA. Kravið er, at FSF skal rinda KÍ 100.000 Eurur í endugjaldi fyri
inntøkumiss
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk