fríggjadagur 9. oktober 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. oktober 2009 – Nr. 193
Enn er tað ikki váttað
al ment nakrastaðni, men
fransk ir fjølmiðlar vilja
vera við, at Raymond
Dome nech hevur sett lið
ið til leygardagin, og at
Benzema byrjar á bonki
num
Tréguier, Frankaríki: Mandanda –
Sagna, Gallas, Abidal, Evra – Govou,
Toula lan, Diarra, Henry – Gignac, Anel
ka. Soleiðis sær franska lands lið ið út,
sum fer á vøllin at dystast við føroyska
landsliðið leygar kvøld ið. Tað siga
franskir fjølmiðlar, hóast liðið ikki
alment er endaliga sett, fyrr enn ein
tíma undan dystarbyrjan.
Tað merkir, at Real Madridleikarin
Karim Benzema ikki byrjar inni.
Føroyar eitt lítið land
Ein teirra, sum heldur ikki kemur at byrja
inni, er franski verjuleikarin í Arse nal,
Gael Clichy. Við goal.com sig ur hann, at
franska liðið má halda fokus.
– Føroyar er eitt lítið lið, og við teim
um leikarunum vit hava, skulu vit bara
gera okkara arbeiði so ein falt sum
gjørligt. Men vit mugu minna st, at í
august vunnu vit bara 01, so tað verður
framvegis trupult hjá okkum, sigur
Clichy, sum heitir á sín ar liðfelagar um at
vera varnar.
Millum hesar liðfelagar plagar Ribery
at vera, og tað sama við Gour cuff. Hesir
eru báðir skaddir og tí skil ikki klárir
leygarkvøldið. Hin veg in telur liðið menn,
sum dagliga spæla í Barcelona,
Manchester Uni ted, Chelsea og Arsenal.
Stjørnur van ta franskmonnum ikki.
Franska liðið er sett
Venjingarnar hava ikki
givið nakra greiða ábend
ing um, hvussu Kerr ætlar
at seta liðið í morgin.
Somu lei ð is er ógreitt, um
Súni Olsen kann spæla
Tréguier, Frankaríki: Brian Kerr,
lands liðs venjari, fer at blanda kortini
nógv og væl, áðrenn hann setir liðið
til í morgin.
Undir venjing hevur hann eisini
bland að liðini nógv og væl, soleiðis
at tað út frá tí ikki ber til at gita, hvør
byrj ar inni og hvør als ikki sleppur
upp í part.
Tá tað kemur til at meta um liðið,
verð ur uppgávan ikki lættari av, at
bæði Súni Olsen og Andreas Lava
Ol sen noyddust at gevast við at
ven ja í gjár.
Nøkur nøvn tykjast tó meiri upp
lagd enn onnur at byrja inni. Jákup
Mikkelsen fer sjálvsagt í mál. Fróði
Ben ja minsen, Atli Danielsen, Bogi
Løk in, Atli Gregersen og Johan
Troest Davidsen kunnu næstan vera
full vísir í, at teir eisini byrja inni. Tað
sama er galdandi fyri Súna Olsen,
um hann altso er klárur. Og so er tað
Bart al Eliasen, sum eftir at vera part
ur av miðverjuni í sigrinum seinast,
helst eisini kemur at byrja inni.
Gitingar
Spurningurin er so, hvussu er við
rest ini. Jónas Þór Næs vildi verið
upp lagdur til høgra bakk, men hann
sat á bonkinum seinasta dyst, og
und ir venjing í gjár spældi Atli
Daniel sen á hesum plássi eina løtu.
Tí er hann eitt boð til hetta pláss,
sum hann eisini hevur røkt áður.
Spennandi verður eisini at vita,
hvønn Kerr velur til fremstu plássini.
Fyri Símun Samuelsen tykist mest
upp lagda boðið at vera, at flyta
Boga Løkin yvir í vinstra borð og so
koyra Andreas Lava Olsen í høgra.
Andy Olsen kundi komið beint inn
á plássið hjá Símun Samuelsen, men
ivasamt er, um venjarin er sinnað ur at
seta ein púra feskan mann at spæla
yvirav Henry og Sag na.
Til fremstu plássini er upplagt, at
Rógvi Jacobsen og Arnbjørn Hansen
taka sær av hesum. Arnbjørn fremst
og Rógvi sum eitt slag av millumlið
millum miðvøll og álop.
Liðið
Men við teimum fyrivarnum, sum
skulu takast – og at Súni Olsen verð
ur klárur – meta vit, at eitt gott boð
upp á eina føroyska byrjunar upp
stilling er hetta:
Jákup Mikkelsen – Atli Danielsen,
Atli Gregersen, Bartal Eliasen, Johan
Troest Davidsen – Andreas Lava
Ol sen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen,
Bogi Løkin – Rógvi Jacobsen – Arn
bjørn Hansen.
Nenad til Víking
Fyrrakvøldið stóð greitt, at Nenad Stankovic ikki heldur fram hjá
B68, og longu í gjár varð navn sett á nýggja felag hansara. Víkingur
kundi nevnliga staðfesta, at tað verður har, at spælarin fer at spæla
fótbólt í 2010, og við hesum hevur felagsliðið í Eystur kommunu
tryggjað sær ein av bestu miðvallarunum í landinum. Nenad
Stankovic hevur í Føroyum spælt við Skála, NSÍ og B68. Við NSÍ var
hann í 2007 við til at vinna FMheitið, eins og hann sama ár varð
kosin at vera ársins spælari í føroyskum fótbólti.
Bassene og Stojkovic halda fram í TB
TB hevur gjørt avtalu við miðvallaran Joseph Bassene og málverjan Ivan
Stojkovic um at spæla við besta liðinum hjá felagnum komandi ár. Tað
skrivar Suðuroyarportalurin.Á spælarafundi í felagnum varð eisini greitt, at
teir, sum vóru við í hópinum til teir seinastu dystirnar í ár, eisini vera í
hópinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag komandi kappingarár. Eisini teir dreingir
av Tvøroyri, sum í ár gjørdust meistarar við felagsliðnum úr Suðuroynni,
hava boðað frá, at teir ynskja at leika við TB næsta ár.
Alt bendir á, at Karem Benzema úr Real Madrid byrjar á beinkinum,
Jákup á Borg, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen og Einar Hansen eru allir leikbannaðir, og tað hevur fleiri broytingar við sær
á liðnum í mun til seinast
Mynd: Rólant Waag Dam
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Alt er opið