Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 193 • 9. oktober 2009 lýsing Hugnalig hús í Fuglafirði Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Frálíku húsini standa sera væl fyri á Gjógvarávegi 3 í Fuglafirði. Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin, tá tú kemur til húsini, er, at her er talan um eini sera hugnalig eldri hús. Húsini – ljós og luft Húsini eru væl hildin og í sera góðum standi. Í 2005 vórðu húsini endurbygd øll, sum tey eru. Tey standa sera væl fyri mitt í býnum, og tætt er til allar hentleikar. Har er veðurgott, og tú hevur útsýnið yvir allan fjørðin. Húsini standa beint við sandin, og tað er gangandi frá urtagarðinum beinleiðis oman á sandin. So hetta er eitt satt paradís bæði fyri børn og vaksin. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er ein blandingur av tí lætta og ljósa og av eitt sindur eldri, myrkari stíli. Garður/urtagarður við girðing er rundan um húsini. Í urtagarðinum er eitt úthús, sum kann nýtast til mangt og hvat. Frá urtagarðinum er trappa beinleiðis oman á sandin, har neystið eisini stendur. Innan Í miðhæddini er gongd, køkur, stova, trappa upp á loftið og niður í kjallaran. Í erva er hjúnarrúm, 2 kømur og wc. Í neðra er kjallararúm/fýrrúm og brúsa. Fakta Adressa Gjógvarávegur 3, Fuglafjørður Byggiár: ...........1928/2005 Hæddir: ............3 Gólvvídd: ..........128 m2 Grundøki: .........220 m2 Hjallur: .............ja Neyst: ..............ja Úthús: ..............ja Prísuppskot: ...kr. 870.000,-