Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 194 - 12. oktober 2009 Um smáar tríggjar vikur byrjar hemarakappingin, Shark Atlantic, og fyrireikararnir hava fingið fleiri fyrispurningar og eisini nakrar tilmeldingar longu HEMARAVEIÐA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Árliga hemarakappingin, sum Føroyskir Havfiskarar skipa fyri, er nakað broytt í mun til undanfarin ár. Vit hava skorið tíðarskeið­ ið niður frá fýra mánaðum til ein mánað. Tað ger kapp­ ingina nógv meira intensa og royndir hava víst, at november er ein góður mán­ aði til hemarafisking, sigur Heini Weihe, nevndarlimur í Føroyskir Havfiskarar. Vinnarin í fjør, Johan Simonsen, fekk ein hemara, sum vigaði heili 223 kilo, og tað er bert seks kilo frá heimsmetinum á 229 kilo. Bestu hemaraplássini eru á streymasjógvi, har seiða­ torvur standa. Út fyri Velba­ stað, á Halinum í Hesti og við Trøllhøvda eru góð hemarapláss, og tað eru eisini góð kalvapláss. Vit royna mest fram við landi, einar 50­200 metrar úr landi, sigur Heini Weihe. Hini árini hava einir 20­ 30 mans tikið lut í kapping­ ini, men veiðan hevur kortini ligið millum fýra og tíggju hemarar um árið. Branda Føroyar Júst hetta, at fiska hemara við tráðu, er nakað, ið kann selja Føroyar uttanlands. Tað er næstan onga aðra staðni í heiminum, at tað ber til at fiska háv av hesari støddini, og tí skuldi borið væl til at selt Føroyar til havfiskarar uttanlands, sigur Heini Weihe. Og júst í hesum sambandi er longu gjørt av, at ein bólkur av sonevndum VIP­ hávafiskarum úr Danmark koma rtil Føroya næsta ár við tveimum bátum at fiska hemara í Vestmannasundi í fýra vikur. Vit ætla av savna so nógv­ ar bátar sum gjørligt tað tíðarskeiðið og fara at fiska saman við dønunum, sigur Heini Weihe. Hann heldur, at hetta verð­ ur gott høvi at branda Før­ oyar sum eitt paradís hjá hávafiskarum. Góðir vinningar Tað er sjálvandi eingin kapping uttan vinningar, og soleiðis er eisini við hem­ arakappingini. Fyrsti vinningur er ein Shimano Tiagra 50 trolling tráða og eitt Shimano Tiagra 30 spæl. Saman við hesum verður eisini latið 500 metr­ ar av flættaðari línu og ein flótidrakt. Samlað virði er 10.000 krónur, og tað er P/F Jógvan Weihe, ið er gevari. Til annað pláss verður latið ein Lorenz compact X7 – 7” GPS/litkortplottari frá Bátatænastuni til eitt virði av 7.200 krónum. Triðjaplássið fær 5.000 krónur kontant frá Trygg­ ingarfelagnum Føroyar. Tilmelding og treytir annars eru á www.fiska.dk. Heini Weihe sigur, at eydnast ongum at fáa ein hemara í kappingar tíðar­ skeiðinum, verður farið til »suddent death«, og tað vil siga, at tann, ið fyrst fær ein hemara, fær allar tríggjar vinningarnar. Tilmelding fer fram á magniblastein@kallnet.fo. Kostnaðurin er 500 krónur og skal gjaldast á konto 9181­154.793.5 Vaksandi áhugi fyri hemaraveiði Áhugin fyri at veiða hemara við tráðu er alsamt vaksandi Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging ToyoTa auris 1.6 Luna skrásetingarnr: FV 472 Km: 18.000 Árgangur: feb. 2008 Útgjald: 48.000 Mðr. gjald: 2.988 (5 ár) kr. 192.000,- nissan PaThfinder 2.5 Td Vør. skrásetingarnr: UE 385 Km: 34.000 Árgangur: mars 2007 Útgjald: 53.500 Mðr. gjald: 3.327 (5 ár) kr. 214.000,- yaris 1.4 d4d Luna dieseL skrásetingarnr: KT 175 Km: 101.000 Árgangur: mars 2006 Útgjald: 33.000 Mðr. gjald: 2.066 (5 ár) kr. 132.000,- ford MusTang 4.6 V8 skrásetingarnr: RD 801 Km: 7.500 Árgangur: mai 2008 Útgjald: 103.750 Mðr. gjald: 6.361 (5 ár) kr. 415.000,- ToyoTa yaris 1.3 Luna M/M skrásetingarnr: GB 420 Km: 36.000 Árgangur: august 2006 Útgjald: 34.000 Mðr. gjald: 2.125 (5 ár) kr. 136.000,- BMW 316 Ti skrásetingarnr: DN 339 Km: 44.000 Árgangur: sept. 2001 Útgjald: 24.500 Mðr. gjald: 2.425 (3 ár) kr. 98.000,- ToyoTa CoroLLa 1.6 Terra h/B skrásetingarnr: DJ 092 Km: 56.000 Árgangur: oktober 2002 Útgjald: 22.000 Mðr. gjald: 2.179 (3 ár) kr. 88.000,- CiTroen BerLingo 1.6 skrásetingarnr: MH 545 Km: 74.000 Árgangur: apríl 2005 Útgjald: 28.000 Mðr. gjald: 2.755 (5 ár) kr. 112.000,- Vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. suzuKi gr. ViTara 1.6 Bensin skrásetingarnr: VP 588 Km: 65.000 Árgangur: mars 2005 Útgjald: 26.000 Mðr. gjald: 1.650 (5 ár) kr. 104.000,- ToyoTa aVensis 2.0 soL sedan skrásetingarnr: KJ 840 Km: 81.000 Árgangur: feb. 2004 Útgjald: 37.000 Mðr. gjald: 3.587 (3 ár) kr. 148.000,-