mánadagur 12. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 194 - 12. oktober 2009
Listasavn Føroya
hevur trý ymisk til tøk
í samband við Savns
fagnaðin í oktober. Í
heystferiuni verður
myndaveiða við lær
andi avbjóðingum
fyri børn og foreldur,
eftir heystfrítíðina
verður eitt slag av
lista skúla við fokus
á orku, og sein ast
í oktober er inn
latingar freist til stóra
altjóða tekning kapp
ing, har 10 føroysk
børn sleppa at sýna
fram í India
SAvnSfAgnAður
Dorit Hansen
www.snar.fo
Børn eru kreativ og opin,
men tey fylla sjálvdan nógv
á almennum listafram sýn
ingum. Hendan mánaðin
verður støðan tó væntandi
øðrvísi, í øllum førum á
Listasavni
Føroya,
sum
hev ur fyrireikað seg til ta
heilt stóru barnainnrásini í
heystfrítíðini.
– Vit kundu hugsa okkum
at verið eitt vanligt útferð
ar stað
hjá
føroyskum
familj um, og vit arbeiða
eis ini við ætlanum um at
gera savnið meira barna
vinarligt. Savnsfagnaðurin
í heystferiuni er tí eitt gott
høvi at vísa, hvussu savnið
eisini kann vera spennandi
fyri børn, greiðir Oggi
Lam hauge, savnslærari á
Føroya Listasavni frá.
Í
heystferiuni
verður
savn ið opið hvønn dag mill
um 11 og 16 við spennandi
myndaveiðu til børn og ung
í
øllum
aldursbólkum.
Mynda veiðan er leitan og
uppgávur til ymisk listaverk
á savninum. Til savnsfagn
aðin fyri skúlaflokkum eftir
heystfrítíðina skipar Lista
savn Føroya fyri spennandi
listaavbjóðingum, har børn
bæði fáa frálæru og sjálvi
sleppa at royna seg sum
lista fólk. Harumframt sam
skip ar Listasavnið eisini
føroysku luttøkuna í altjóða
teknikapping fyri børn, har
10 føroysk børn sleppa at
luttaka í stórari framsýning
í India.
Myndaveiða í
heystferiuni
Oggi Lamhauge, savns lær
ari, greiðir frá at tiltakið í
heystferiuni, er skræddara
seymað til familjur við
børn um í ymiskum aldri.
– Vit hava gjørt eitt lítið
hefti
við
12
ymiskum
mynd um, og hvør mynd
hev ur spurningar, sum eru
tillagaðir fimm ymiskar
aldursbólkar.
Tey yngstu børnini fáa til
uppgávu at finna myndina
á savninum. Børn, sum eru
byrjað í skúlanum fáa heilt
einfaldar spurningar um
myndirnar,
t.d.
hvussu
nógvar dúgvur eru á mynd
hjá Díðriki á Skarvanesi.
Børn, sum duga at lesa og
skriva, verða spurd eitt
sind ur
minni
einfaldar
spurn ingar, sum til dømis
hvørjum tilfari ein stand
mynd hjá Janusi Kamban er
úr. Tey royndu børnini skulu
taka støðu til samanspæl
millum tilfar og innihald,
meðan tey elstu børnini fáa
meira avbjóðandi per spek
tiverandi spurningar.
Øll fáa sama lítla faldara,
sum er lættur at ganga runt
við á savninum, og spurn
ingarnir til ymisku aldurs
bólkarnir eru frámerktir við
ymiskum litum.
– Í heystferiuni koma for
eldur við børnum, og tey
ganga sjálvi runt í savninum,
men vit eru eisini her, og
bæði børn og vaksin eru
væl komin at spyrja okkum,
um tað er okkurt, sum tey
ikki skilja, ella okkurt sum
tey kundu hugsa sær at vita
meiri um.
Umframt myndaveiðuna
verður eisini ein teknikapp
ing í ymiskum aldursbólk
um. Eitt horn í forhøllini er
innrættað til tekni kapp ing
ina, sum er býtt í fimm
ald ursbólkar. Vinnarnir í
hvørjum bólki fáa millum
annað bøkur frá savninum.
Umframt lokalu kappingina,
hava børnini eisini møgu
leika at luttaka í innleiðandi
umfari til altjóða kapping,
har 10 børn sleppa við.
Meir um hetta seinni í
grein ini.
Listaavbjóðingar
eftir heystferiuna
Vikuna eftir heystferiuna
hava skúlarnir heystfagnað,
og tá skipar Føroya Lista
savn fyri eitt slag av lista
skúla. Evnið á savnsfagn
aðinum er orka, og savns
lær arin, Oggi Lamhauge,
hevur valt tríggjar myndir,
sum knýta seg at trimum
sløgum av orku, alduorku,
motororku og sólorku.
– Vit byrjaðu at fyrireika
okkum til savnsfagnaðin
longu áðrenn summar fer
iuna, og vit halda, at vit
hava sett eina góða skrá
sam an, sigur Oggi Lam
hauge.
Listaverkini,
sum
eru
vald til listaskúlan, eru
Aldur hjá Janusi Kamban,
Bretskur trolari hjá Jack
Kampmann og Hagamynd
hjá Arnoldi Vegghamar. Á
skúlaportalinum,
www.
snar.fo, hevur Listasavnið
lagt innleiðandi kunning og
uppgávur til tey trý lista
verkini, sum lærarar og
næmingar
skulu
hyggja
eftir, áðrenn tey koma á
savnið.
Og tá flokkarnir hava
vitjað, sæð listaverkini og
hoyrt smáar fyrilestrar um
teir tríggjar listamenninar,
kunnu tey aftur fara inn á
Snar, har Listasavnið eisini
hevur lagt tríggjar kreativar
uppgávur.
– Listaskúlin gevur næm
ingum kunning um føroyska
list og um orku í list, men
vit ynskja eisini at geva
teimum møguleika at royna
egnar
listarligar
gávur.
Okk ara uppgáva er at vísa
føroyska list, men eisini at
geva íblástur til kreativt
arbeiði, og tað er í tí anda at
savnsfagnaðurin er fyrireik
aður, sigur Oggi Lam
hauge.
Føroyskar tekningar
til India
Altjóða kappingin er býtt
upp í tríggjar aldursbólkar.
Fyrsti aldursbólkurin er
børn millum 10 og 12 ár,
næsti bólkurin eru børn og
ung millum 12 og 14 ár, og
elsti bólkurin eru ung mill
um 14 og 16 ár. Teir yngru
bólkarnir skulu tekna á eitt
A4 pappír, meðan elsti
bólkurin skal nýta A4 ørk.
– Freistin at lata tekningar
inn er 25. Oktober. Børn
eru vælkomin at lata myndir
inn, tá tey vitja okkum á
Savnsfagnaðinum, men eis
ini børn, sum ikki hava
møguleika at vitja okkum
hesar dagarnar, kunnu lut
taka og senda myndir til
okk ara, greiðir Oggi Lam
hauge frá.
Í altjóða teknikappingini
eru fleiri evni at velja ímill
um: vatn, lívfrøðiligt marg
feldi, orka og rusk. Vinnandi
føroysku myndirnar sleppa
við á stóra altjóða lista
fram sýning í indiska høv
uðs staðnum, og á heima
síðuni,
www.ryanworld.
org, ber til at lesa meira um
kappingina
Oggi Lamhauge vónar at
teknikappingin, listaveiðan
og listaskúlin draga nógvar
familjur
á
Listasavnið
hend an mánaðin, og hann
leggur dent á, at ambitiónin
er, at Listasavn Føroya
verð ur eitt vanligt útferðar
stað fyri føroyskar familj
ur.
– Okkara ætlan er, at
krea tiva hornið í forhøllini
verður tøkt alt árið. Eg
kundi hugsa mær, at hetta
var eitt stað, har børn kunnu
seta seg og tekna við íblástri
frá øllum tí, sum tey síggja
her. Og at tey eisini hava
møguleika at arbeiða trí
dimensionelt við legokloss
um í einum liti, umframt at
tey kunnu seta seg og
hyggja í listabøkur av ym
iskum slagi.
Seinasta ár vóru á leið
500 børn og vitjaðu Lista
savnið í heystfrítíðini, og
hóast húsið ikki er stórt, bar
hetta væl til, sigur savns
lærarin.
Altjóða teknikapping
Ert tú millum 10 og 16 ár? Dámar tær at tekna? So hevur tú møguleikan at
royna teg í altjóða teknikapping. Send eina mynd til Listasavn Føroya innan
25. oktober, og kanska verður tín mynd eina av teimum tíggju føroysku
myndunum, sum sleppur við til stóra altjóða teknikapping og listaframsýning
í India. Kappingin er býtt í tríggjar aldursbólkar, 10 12 ár, 12 – 14 ár og 14
16 ár. Tey elstu skulu tekna á eitt A3 pappír, meðan hini skulu tekna á A4
ark. Meira fæst at vita á www.snar.fo ella við at venda sær til Listasavn
Føroya.
Listasavnið er eisini fyri børn
Oggi Lamhauge, savnslærari, framman fyri mynd hjá Beintu av Reyni, sum er sera væl dámd millum føroysk børn. – Listin hjá Beintu er nýrealistisk, og børn
halda hana vera spennandi, tí myndirnar eru atkenniligar og hava ein tekniseriustíl. Og so eru evnini eisini øðrvísi og áhugaverd hjá børnum at tosa um, staðfestir
savnslærarin