týsdagur 13. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 195 - 13. oktober 2009
Føroyska útlátið av
veðurlagsgassum
minkaði seks
prosentstig frá 2007
til 2008. Hóast fegin
um minkingina, er
Umhvørvisstovan
skeptisk. Størsta
orsøkin er høgir
oljuprísir og ein
liggjandi fiskifloti
Umhvørvi
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Útlátið av veðurlagsgassum
minkaði við góðum seks
prosentstigum frá 2007 til
2008, og útlátið frá fiski
flotanum
minkaði
við
góðum 25 prosentstigum.
Eisini sæst ein lítil mink
ing í útlátinum av veðurlags
gassum frá privatu húsar
haldunum, meðan útlátið frá
akførum, sum annars hevur
verið støðugt vaksandi síðan
1990, stóð í stað.
Eisini
sæst
ein
lítil
minking í útlátinum frá
handlum og stovnum.
Í fyrstu atløgu kundi ein
freistast at sagt, at føroying
ar eru vorðnir meira um
hvørvisvinarligir.
Men um tú hyggur eftir
veruleikanum handan tøl
ini, sum eru takksom at
arbeiða við, er tað ein onnur
mynd, ið kemur til sjóndar.
Skeptisk um
gongdina
Útlátið av veðurlagsgassum
tekur útgangsstøði í 1990 og
gongur fram til nú. Eindirnar
eru uppgjørdar í tonsum av
veðurlagsgassum. Um tú
hyggur eftir gongdini frá
1990, tá útlátið varð beint
omanfyri
700.000
tons,
sæst, at tað í kreppuni fellur
ógvusliga,
niður
í
góð
570.000 tons. Spakuliga
sum kreppan hæsar av,
veksur útlátið, og í ár 2000
fara vit upp um aftur
700.000 tons. Vøksturin
heldur fram, og í 2007 var
útlátið
beint
omanfyri
800.000 tons. Í 2008 fellur
útlátið niður í 750.000 tons.
Í 2008 byrjaði fíggjar
kreppan, og okursprísir á
olju fingu skjótt stóran part
av fiskiflotanum at liggja.
Hetta er í høvuðsheitum eis
ini orsøkin til, at útlátið mink
aði niður í 750.000 tons.
Jóhanna Olsen, sum er
deildarleiðari á Umhvørvis
stovuni, sigur, at hóast tey
eru fegin um, at útlátið er
minkandi, eru tey skeptisk,
tí høgi oljuprísurin kann
hava so stóra ávirkan.
Vit hava ikki júst verið
so ófør at seta tiltøk í verk,
og vandin er, at so skjótt
búskaparligu útlitini verða
betri, vaksa oljunýtslan og
útlátið aftur, sigur hon.
SEV dálkaði meira
Ein stór øking í útlátinum
av veðurlagsgassum var at
síggja hjá SEV. Høvuðs
orsøkin til hetta er, at árið í
2008 ikki hilnaðist serstak
liga væl til at vinna sum
mest
burturúr
varandi
orkukeldunum.
Minni avfall og meira
stilli, umframt at brek gjørdi
at
vindmyllurnar
stóðu
stillar eina tíð, gjørdi, at
SEV noyddist at framleiða
meira ravmagn við olju.
Hinvegin hava vit eisini
sæð, at alsamt fleiri húski
leggja um frá at brúka olju
at hita húsini við, til
hitapumpur, sum vinna hita
úr luftini við hjálp av
ravmagni.
Men hóast størsti parturin
av ravmagninum verður fram
leitt úr tungolju, sum er
dálkandi, fegnast Jóhanna
Olsen um, at samfelagið so
líðandi verður elektrifiserað.
Tað er ein gongd, sum
vit ynskja at síggja, at
húsarhald verða minni heft
av oljuni og fara meira yvir
til at nýta ravmagn sum
orkukeldu. Tað merkir so at
vit eru í gongd við eina
elektrifisering
av
sam
felagnum. Hinvegin, so má
ravmagnsframleiðslan eisini
fylgja við og verða meira
grøn. Tí er tað øgiliga týdn
ingarmikið, at vit fáa ein
nógv størri part av varandi
orku inn á okkara ravmagns
net, sigur Jóhanna Olsen.
Meira tilvitað
um dálking
Jóhanna Olsen fegnast tó
um, at seinnu árini eru før
oyingar
vorðnir
alsamt
meira tilvitaðir um orku
nýtslu og orkusparing.
Tosið um veðurlag og
útlát av veðurlagsgassi fyll
ir øgiliga nógv hjá okkum.
Vit hyggja eftir orkunýtslu
og vit royna at minka. Tað
síggja vit ein tendens til.
Við at økja um tilvitanina
hjá fólki, kunnu vit minka
um útlátið av veðurlags
gassum, kunnu vit minka út
við 10 prosent av útlátinum,
men tað stendur ikki einsa
malt, sigur Jóhanna Olsen.
Kundu verið
meira ambitiøs
Hóast Føroyar við seinastu
minkingini
eru
við
at
nærkast støðinum í 1990,
sum er útgangsstøðið í
Kyotosáttmálanum, heldur
Jóhanna
Olsen,
at
vit
saktans kundu verið meira
ambitiøs
í
yvirskipaða
veðurlagspolitikkinum.
Eg haldi sjálv, at vit
kundu verið meira ambitiøs.
Men tað hevur nakað við
hvørjar semjur vit kunnu
fáa, og tað er øgiliga týdn
ingarmikið at vit arbeiða
fram móti at hava nakrar
breiðar semjur og nakrar
semjur, sum halda. Og tað
trúgvi eg, at um man hevur
eina breiða politiska semju,
so er tað størri møguleiki
fyri at hon heldur. So tað er
eitt gott stig á leiðini. Men
vit steðga ikki her, hetta er
bara fyrsta stig. Vit mugu
til at hugsa nógv longur
fram, eisini longri enn
2020. Hvat gera vit tá? Vit
síggja, at samfelagið er alt
ov bundið at oljuni, og tað
er ein alt for stórur sam
felagsligur trupulleiki, so tí
mugu vit gera nógv fyri at
minka um tað, at vit eru so
heft at oljuni, staðfestir
Jóhanna Olsen.
Kreppa orsøk til minni dálking
At høgi oljuprísurin í 2008 fekk stóran part av flotanum at liggja eitt tíðarskeið, umframt at
flotin minkaði gjørdi, at samlaða útlátið av veðurlagsgassum hjá føroyingum minkaði við
tilsamans seks prosentstigum
Savnsmynd
Mærsk skiftir skip
A.P.Møller Mærsk hevur gjørt av at seta nøkur minni
skip inn í siglingina millum Miðjarðarhavslondini og
USA enn tey, sum nú røkja hesa farleiðina. Sum er
brúkar danska reiðaríið skip, sum taka 5.000 20 førur
stórar bingjur, til siglingina, men tey verða nú skift út
við skip, sum kunnu flyta 2.900 bingjur. Søren
Castbak hjá Mærsk Line sigur við Ritzau, at reiðaríið
hevur gjørt av at brúka minni swkip, tí farmurin er
minkaður, og ætlandi verða tey fyrstu minnu skipini
sett í siglingina longu í næsta mánaði.
Ægir togar Qavak
Tíðliga í morgin kemur íslendska vaktar og bjarg
ingarskipið Ægir til Reykjavíkar við grønlendska
trolaranum Qavak. Grønlendska skipið var statt
einar 200 fjórðingar í útsynning úr Reykjanesi, tá
tað bað um hjálp. Farmaskipið Naja Arctica kom
til skipið og lá hjá tí, til Ægir kom á staðið og setti
fast á tað. Tá var Qavak rikið einar 30 fjórðingar í
ein útnyrðing, skrivar Vísir. Qavak er um 200 tons
til støddar, og tað er reiðaríið Polar Seafood, sum
eigur tað. Fýra mans eru við skipinum.