Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 195 - 13. oktober 2009 Tað verður bú ­ skapar vøkstur í 2010. Hetta er niður­ støðan í meting frá Landsbankanum. Hin vegin sýnist tor ført at spáa um vøksturin, tí vøkst­ urin kann liggja millum eitt og seks prosent, eftir eina niðurgongd á umleið trý prosent í 2009 Útlit Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bruttotjóðarúrtøkan minkar við trimum prosentum í ár, men veksur við umleið trimum prosentum komandi ár. Tað sigur landsbankin í síni miðalmeting fyri 2009 og 2010. Hinir møgu leik­ arnir eru millum eitt og seks prosent vøkstur í 2010. Í øllum hesum verður ging ið út frá, ein prísvøkstur verður á tvey prosent kom­ andi árið. Bankin grundgevur hes­ um við, at privata nýtslan, sum er minkað nógv, helst ikki fer at minka meira. Almenna nýtslan veksur eitt vet. Privata vinnulívið er bjartskygdari, hóast rent­ an á vinnulánum veksur. Almennu íløgurnar vaksa, men kommunurnar minka sínar íløgur. Og útflutn ing­ urin er minkaður so nógv, at hann helst ikki minkar meira í 2010. Harafturat metir ráðið, at búskapurin sum heild ikki er illa fyri, men avbjóðingar eru við­ víkjandi hallinum hjá land­ ið og kommunum. Betri útlit Í meting síni greiðir Lands­ bankin frá, at búskapurin í løtuni er í einum lágkon­ jukturi. Størsta orsøkin er sambært landsbankanum altjóða fíggjarkreppan, sum hevur rakt hart, umframt at framleiðslan í fiskivinnuni er minkað nógv. Afturat hesum hevur svartskygni verið í húsarhaldunum, og tað hevur havt við sær, at lítið av peningi er nýttur, og tí eru inntøkurnar hjá Landskassanum minkaðar nógv. Til samans, afturat einum vánaligum lønsemi í fiskivinnuni, hevur hetta sambært ráðnum við sær, at landið er í lágkonjukturi. Afturat hesum sigur bankin, at hóast arbeiðs­ loysið er vaksandi, so er tað so mikið lágt, at framleiðslan er nær markinum, hon kann vera. Men bankin staðfestir, at hóast nógvar negativar gongdir hava verið, so er líkt til, at hesar javnast, soleiðis at gongdirnar verða betri í 2010. Trupult 2010 Landsbankin hevur fleiri tilráðingar í síni meting, og ein av hesum, er at javnvág skal vera millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna. Tað sokallaða bygnaðarliga hallið, sum skal gerast eitt avlop. Bankin staðfestir, at við­ víkjandi landinum hevur tað ikki verið eins stimbr­ andi á búskapin í 2009, sum tað var í 2008. Og tað er staðfest, at landið fær eina sera trupla uppgávu í 2010, tí partafelagsskatturin verð­ ur munandi minni. Lønar­ útreiðslurnar hækka og útreiðslurnar á eldraøkinum vaksa helst eisini. Umframt, at tað er lítið sannlíkt, at avgjaldsinntøkurnar koma aftur á støðið, tað hevur verið seinastu árini. Kommunurnar missa Sambært frágreiðingini hjá Landsbankanum fara flestu kommunurnar at merkja eina niðurgongd í skatta inntøkum, og hetta hevur við sær, at raksturin verður tyngri og íløgurnar færri. Hetta fer at hava við sær, at kommunurnar helst verða tálmandi á búskapin í 2010, tí tær mugu tátta í. Tí verður ein tann størsta avbjóðingin sambært ráð­ num, at gera skipanir, sum hava fyrilit fyri tørvinum hjá landinum og hjá ein­ staku kommunum. Tórs­ havnar kommuna verður tó undantikin í hesum meting­ um, tí hon helst kemur at klára seg. Útflutningurin betri Fyri 2009 verður mett, at útflutningurin er minkaður við meira enn tíggju pro­ sent um. Hetta er ein ógvus­ lig niðurgongd, og hóast ráðið metir tað vera torført at meta um útflutning, so metir bankin, at útflutn ing­ urin fer at vaksa við umleið einum prosenti í 2010. Hinvegin staðfestir bank­ in, at útflutningsvinnan kundi verið betri fyri, um meiri skipaði viðurskiftir vóru í fiskivinnuni, har rávørumongdin er minkað, søluprísir lágir og oljuprísir høgir. KT-størv hvørva Altjóða kreppan hevur rakt ta donsku KT­vinnuna nógv meinari, enn vinnan hevði roknað við. Fakfelagið HK­privat, sum umboðar nógv fólk í KT­vinnuni, sigur, at teir fyrstu seks mánaðirnar í ár hvurvu 4.100 KT­størv. Karin Retvig hjá HK­privat sigur við danska kringvarpið, at tey høvdu væntað, at kreppan fór at raka KT­vinnuna, men ikki so meint kortini. Karen Retvig sigur, at gongdin tað seinasta árið kann ikki standa við, og tí hevur hon vónir um, at KT­vinnan fer at menna seg aftur í næstum. Delfin rak á land Í gjár funnu fólk eina deyða delfin á Lomse­sandinum við Farsund í Noregi. Onnur síðan á delfinini var skorin upp, og á náttúrugripasavninum í Agder halda tey, at eitt skip hevur fingið delfinina í gørn ella trol, og at menn hava brúkt síðuna til agn og síðani tveitt hitt í havið. Delfinin, sum rak á land, er ein sokallað strípudelfin, sum er rættiliga sjáldsom á okkara leiðum. Á náttúru­ gripasavninum í Agder halda tey, at neyvan meiri enn tíggju aðrar eru funnar í Noregi fyrr. Starvsfólk á savninum í Agder hava skorið kúluna av delfinini, tí hon skal goymast á savninum, skrivar NTB. Búskaparvøkstur í 2010 Landsbankin, har Sigurð Poulsen er stjóri, hevur í dag givið út búskaparmetingar fyri 2009 og 2010. Úrskurðurin er at ein lítil framgongd verður í 2010 eftir eina øgiliga niðurgongd í 2009.10.13 Hendan talvan frá Landsbankanum vísir møguleikan, sum bankin helst roknar við viðvíkjandi útlitunum í 2010