mikudagur 14. oktober 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 196 - 14. oktober 2009
Tá Jørgen av Vollan
um eftir 20 ár aftur
fekk sítt frælsi at liva
og láta, sum honum
lysti staðfesti hann, at
hansara størsta ynski
var at sleppa ein túr
við Norrönu. Nú er
hetta ynski uppfylt
eftir at Jørgen við
familju var »við
Óla í Íslandi«
FERÐALONGSUL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Hetta hevur verið ein fínur
túrur!
Tað sigur Jørgen av
Vollanum, tá vit tosaðu við
hann og mammu hansara á
túrinum við Norrönu í
Íslandi við Óla Jacobsen.
Jørgen hevur fyrr sagt í
samrøðu við Sosialin, at
eftir at dómurin, hann hevði
hangandi yvir sær, varð
avtikin, var hansara størsta
ynski at sleppa ein túr við
Norrönu, og tað ynski er nú
uppfylt.
- Hetta hevur verið meiri
spennandi, enn eg helt.
Norröna er so stór, tað er
tað størsta skipið, eg havi
verið umborð, sigur Jørgen
av Vollanum.
Hann sigur, at hann ikki
hevur kent til sjóverk, hóast
tað var ímótir upp til
Íslands, og Norröna tramp-
aði eitt sindur.
Hann
hevur
ongantíð
áður verið við Norrönu.
- Nei, hetta er fyrstu ferð.
Og hetta er ein dreymur
fyri meg. Tað er ótrúliga
flott umborð, so eg skilji
væl, at Norröna er so dýr,
sigur Jørgen av Vollanum.
Langtandi á keiini
Nicolina Debes er mamma
at Jørgen av Vollanum, og
tað hevur mangan verið
hart at sæð sonin standa
eftir á keiini, meðan bú-
felagar ella ítróttafelagar
eru slopnir uttanlands við
Norrönu.
- Ja, tað hevur verið hart.
Eg upplivdi tað sjálv, tá vit
fóru jólatúrin við Norrönu til
Edinburgh. Tá stóðu øll
búfólkini har á keiini, og øll
skuldi við jólatúrin, men tá
stóð Jørgen eftir á keiini sam-
an við einum pedagogi. Tað
var hart fyri eina mammu,
sigur Nicolina Debes.
Eisini í øðrum førum
hevur Jørgen staðið og
langta eftir einari uttan-
landsferð, sum hann ikki er
sloppin við til.
- Tað var, tá hann vann
føroysmeistaraheitið
í
boccia. Tá skuldi vinnarin
sleppa við til Kina, men
aftur tá mátti hann síggja,
at onnur sluppu avstað,
meðan hann mátti standa
eftir, sigur Nicolina Debes.
Treytirnar linkaðu
Men hvussu kendi Jørgen
tað so sjálvur at standa eftir
á keiini, meðan onnur
sluppu avstað.
- Tað var ræðuligt. Eg
vildi sleppa við, men hvat
skal man gera? Eg kundi
einki gera, sigur Jørgen av
Vollanum.
Skipanin
hevur
verið
ógvuliga
stirvin,
heldur
Nicolina Debes.
- Hon hevur verið ómeta-
liga stirvin. Serliga tey
fyrstu árini vóru hørð. Tað
var so hart, at hann slapp
bara tríggjar tímar heim
okkurt vikuskifti, og hann
hevði tvey starvsfólk við
sær, sigur Nicolina Debes.
Sum tíðin leið gjørdust
treytirnar tó heldur linari,
og hann slapp heim okkurt
vikuskifti einsamallur, og
seinastu árini er hann so
sloppin heim einaferð um
mánaðin. Men tað skuldi
faksast tveir dagar framman
undan til fútan.
- Og tá vit nú tosa um
Norrönu skulu vit minnast
til, at talan er um 20 ár, sum
hetta hevur vart, og í fjør
royndi eg at vita, um hann
kundi sleppa ein túr við mær
og manninum. Vit skrivaðu
inn til fútan um hetta og
fingu at vita, at hann kundi
sleppa við, um vit boðaðu
leiðsluni í Smyril Line frá,
at Jørgen var við, sigur
Nicolina Debes.
Stór byrða
Talan hevur verið um eina
langa tíð, 20 ár.
- Drongurin er ikki krimi-
nellur og hevur ongantíð
verið kriminellur, so vit av-
lýstu túrin. Drongurin skal
jú eisini hava eitt lív eftir
hetta, sigur Nicolina Debes.
Sum nevnt hevur Jørgen
verið
føroyameistari
í
boccia, og nú hann hevur
møguleikan aftur at sleppa
út í verð, ætlar hann at gera
meira við hendan ítróttin.
- Ja, tað ætli eg mær. Nú
havi eg møguleikan aftur,
og nú ætli eg mær veruliga
undir at venja, sigur Jørgen
av Vollanum.
Eisini hjá honum hevur
tað verið ein sera hørð tíð.
- Eg kom jú niðri frá, og eg
fór beinleiðis úr flogfarinum
og inn í løgreglubilin og síð-
ani til Havnar uttan at sleppa
at heilsa upp á mammu, sigur
Jørgen av Vollanum.
Nú er so sum kunnugt
dómur avsagdur í málinum,
og tað er ein stór byrða,
sum er tikin av herðunum á
ikki bara Jørgen, men eisini
mammuni.
- Ja, tað er púra vist. Eg
plagdi at siga við Jørgen, tá
vit vistu, at málið fór at
verða tikið upp: Slappa nú
av, tað verður helst ikki so
stór broyting, tí skipanin
hevur verið leysari nú enn
hon var framman undan.
Men tað má eg siga, at
byrðan var stór, tá hon fór
av, tað merkir man ikki fyrr
enn aftaná, sigur Nicolina
Debes.
Hægri hond
Nú kunnu tey so liva
normalt aftur, og kunnu
koma og fara allastaðni, har
teimum lystir.
- Nú eru vit ein normal
familja aftur. Hetta hevur
ikki bara gingið út yvir
Jørgen, men eisini út yvir
meg og alla familjuna, vit
hava øll liðið undir hesum.
Tey seinastu árini hevur
hann kunnað sovið heima
hjá mær og nú eisini heima
hjá tí yngsta soninum,
aðrastaðni kundi hann als
ikki sova, sigur Nicolina
Debes.
Hon skilir ikki, at tað
kunna hava gingið 20 ár á
henda hátt.
- At taka frælsið frá
einum meniskja á henda
hátt. Tað eitur so pent, at
tey verða ikki dømd, tí tey
eru menningartarnað, men
veruleikin er tann, at tey
fáa nógv strangari revsing,
enn vanlig fólk fáa. Tað er
eingin annar í Føroyum,
sum hevur fingið ein 20 ára
dóm fyri at seta eld á eina
skrellispann, og tað var ikki
eingang prógv fyri, at tað
var hann, sum gjørdi tað,
sigur Nicolina Debes.
Men onkusvegna hava tey
funnið styrki at koma gjøgn-
um hesa truplu tíðina.
- Ja, vit hava fingið styrki
at koma ígjøgnum hetta, og
tað vil eg siga, at vit vistu,
hvar vit skuldu heinta hesa
styrki, og tað er tað, ið
hevur borið okkum ígjøgn-
um. Tí tað hevur mangan
verið myrkt, og man hevur
følt, at man næstan var
forlátin, men tað var ein
hægri hond har alla tíðina,
sum bar okkum ígjøgnum,
sigur Nicolina Debes.
Og Jørgen av Vollanum
er vísur í, at hetta ikki
verður seinasta ferðin, at
hann fer við Norrönu.
- Tað er heilt vist. Eg ætli
mær við so ofta, sum eg
kann, staðfestir ein fegin
Jørgen av Vollanum, sum
nú hevur fingið sítt størsta
ynski uppfylt.
Jørgen fekk ynskið uppfylt
Tey truplu 20 árini eru ikki gloymd, men tey eru nú yvirstaðin, og Jørgen av Vollanum, Nicolina Debes og restin av familjuni
kunnu nú aftur liva eitt normalt lív
Mynd: Leo Poulsen
Samanstoytur
Eingin fekk skaða, tá tangaskipið Loch Rannoch og tann flótandi
oljupallurin Schiehallion stoyttu saman einar 175 fjórðingar
vestan fyri Hetland ella í landssynning úr Føroyum seinasta
hósdag. 120 fólk vóru umborð á pallinum, sum BP eigur, men
eingin teirra fekk skaða, og oljuleki var heldur eingin, sigur olju-
felagið. Men óváttað tíðindi siga, at pallurin fekk stóran skaða og
kann ikki brúkast fyrr enn um fleiri mánaðir. Tað er ikki greitt,
hví óhappið hendi. Loch Rannoch er í fastari sigling millum
Schiehallion-leiðina og terminalin í Sullom Voe í Hetlandi.
Fleiri flóttafólk til Danmarkar
Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fingu teir donsku myndugleikarnir
2.182 umsóknir frá flóttafólki, sum vilja hava uppihaldsloyvi í
Danmark. So nógvar umsóknir hava innflytaramyndugleikarnir ikki
fingið síðani 2003, og talið er heili 86 prosent størri enn í sama
tíðarskeiði í fjør, skrivar Berlingske Tidende. Innflytararnir halda
fyribils til í teimum serligu innflytaralegunum, men sambært Reyða
Krossi, sum rekur fleiri av legunum, eru umstøðurnar sera vánaligar.
Tað er sera trongligt, og nevnt verður, at í summum førum hava eini
hjún við tveimum børnum 20 fermetrar at búleikast á.