hósdagur 15. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 197 - 15. oktober 2009
Føroysk húsarhald mist
4 milliardir í frívirði
Frívirðið hjá føroysku húsarhaldunum er minkað útvið 4 milliardir krónuir síðan
heystið 2007. Tað sæst í hagtølunum á seinastu búskaparmetingini hjá Landsbanka
Føroya. Frá mars mánaði 2005 til september í 2007 vaks samlaða bústaðarvirðið í
Føroyum úr knøppum 15 milliardum krónum, upp í næstan 25 milliardir krónur.
Samstundis vaks frívirðið á føroysku sethúsunum eisini, tá útlánini til sethús ikki
vuksu nevnivert sama tíðarskeið. Í september 2007 var samlaða frívirðið í føroysk
um sethúsum góðar 19 milliardir krónur, meðan tað í mai 2009 var góðar 15 milli
ardir krónur. Bústaðarvirðið er ikki minkað eins nógv, knappar 3 milliardir krónur,
meðan útlánini til sethús er vaksið við einari milliard.
Virðið á partabrøvum hjá
føroyingum minkað 68 prosent
Samlaða virðið á partabrøvum, sum føroyingar eiga, er fallið við
heilum 68 prosentum síðan oktober 2007. Tað vísa nýggjastu tølini frá
Landsbanka Føroya. Í oktober mánaði 2007 áttu føroyingar partabrøv
fyri 7.543 milliónir krónur, ella 7,5 milliard. Men síðani fíggjarkreppan
brast á, er virðið á partabrøvum kring allan heim fallið stútt. Hetta
hevur sjálvsagt eisini ávirkað teir føroyingar, sum eiga partabrøv, og í
juli mánaði 2009 varð samlaða virðið á partabrøvum, sum føroyingar
eiga, komið niður á 2.276 milliónir krónur, svarandi til eina minking á
68 prosent tilsamans.
Ein teirra, ið hevur
róð út frá júst
Bakkafjørðinum, er
Kaj í Bartalsstovu, og
hann kennir seg aftur
Ísland
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ja, her baldist man í 1944
við einum áttamannafari,
vit vóru fimm mans, sigur
Kaj í Bartalsstovu.
Men gøtumeninir vóru
kortini ikki teir einastu,
sum róðu út frá Bakkafirði
hetta árið.
Vit vóru einir 50 mans.
Teir vóru ymsastaðni frá úr
landinum. Úr Skopun, úr
Miðvági,
Sandavági,
úr
Fuglafirði og onkur var
eisini úr Suðri, sigur Kaj í
Bartalsstovu.
Hendan dagin á Bakka
fjørðinum var veðrið av tí
allarbesta,
og
sambært
gøtumanninum
var
tað
yvirhøvur
gott,
tá
teir
fiskaðu har í 1944.
Fyri tað mesta var veðr
ið gott. Men var hann
vestan eftir og lá út av landi
num, kundi tað verða nokk
so nógvur vindur. Hann
kom innan úr landinum, og
hann var glóðheitur, sigur
Kaj í Bartalsstovu.
Hann letur eisini væl at
fiskiskapinum hetta árið.
Vit fiskaðu væl, tað var
nógvur
fiskur
til.
Vit
landaðu sum regul til skip,
sum lógu har og keyptu
fisk, men var einki skip, so
flaktu vit fiskin. Tað var
toskur, vit fiskaðu, sigur
Kaj í Bartalsstovu.
Vitja fyrr
Teir vóru ikki væl útgjørdir
at flekja, so tað gekk alt
fyri seg á sandinum, og
síðani var fiskurin borin
upp á bakkan og saltaður.
Teir royndu bæði við
snøri og línu.
Ja, vit nýttu báðar veiði
hættir, men seinni mest við
línu, sigur Kaj í Bartals
stovu.
Teir vóru so í Íslandi alt
summarið. Vanliga varð
farið í mai, og komið aftur í
september.
Hetta var tó ikki fyrsta
ferðin, at Kaj vitjaði aftur á
Bakkafjørðinum.
Nei, eg var her eisini
fyri trimum árum síðani. Tá
koyrdu vit runt alt Ísland.
Tá komu vit av Seyðis
fjørðinum um Egilsstaðir
og her til Bakkafjørðin. Ein
gamal kenningur búði her,
og konuna kendi eg eisini,
so har vóru vit inni og
drukku kaffi, sigur Kaj í
Bartalsstovu.
Tann maðurin var kortini
farin herfrá, nú Kaj aftur
vitjaði á Bakkafjørðinum.
Frálíkur túrur
Eins og øll onnur, sum vóru
við á túrinum, letur Kaj í
Bartalsstovu sera væl at.
Hetta hevur veirð ein
ógvuliga
væl
eydnaður
túrur, veðrið er gott, og tað
ger bara alt betri. Tað er
eisini stuttligt at fríska
gomul minnir upp, sigur
Kaj í Bartalsstovu.
Nakað er sjálvandi broytt
frá minnunum frá 1944.
Her eru komin fleiri hús
aftrat, men nógv av teimum
gomlu húsunum eru burtur,
millum annað húsið, har vit
búðu, sigur Kaj í Bartals
stovu.
Men Bakkafjørðurin ber
eisini døpur minni við sær
fyri gøtumannin.
Abbi mín druknaði her
á Bakkafirði. Tað var í
1904, og hann var bara 24
ára gamal, tá teir kollsigldu
við einum báti á Bakkafirði,
sigur Kaj í Bartalsstovu.
Men túrurin var frálíkur,
heldur hann, og tað var fyri
hann stuttligt at vitja aftur á
slóðir føroyinga í Íslandi.
Kendis eg aftur
Kaj í Bartalsstovu
avmyndaður á
Bakkafjørðinum, tá hann
saman við útvið hundrað
øðrum vitjaði aftur á
slóðir føroyinga í Íslandi
Mynd: Leo Poulsen
Føroya Handverk
arafelag mótmælir
ætlaðu lógarbroyt
ingini hjá Mentamála
ráðnum at lækka
lærlingalønina
Tíðindaskriv
Føroya Handverkarafelag
mælir Mentamálaráðnum
til at taka aftur ætlaðu
lógarbroytingina í lógini
um yrkisútbúgvingar.
Mentamálaráðið hevur
sent
Løgtinginum
eitt
broytingaruppskot,
har
lagt verður upp til at
handverkslærlingar í skúla
tíðini skulu fáa vanligan
lestrarstuðul heldur enn
lærlingaløn, sum higartil.
Orsøkin til uppskotið er
at spara landskassanum
pengar, tí landskassin í
núverandi skipan endu
rrindar
læruplássunum
75% av lønarútreiðslunum
í skúlatíðini.
Føroya
Handverkara
felag hevur roknað út, hvat
lærlingarnir koma at missa
við hesi ætlaðu lógar
broytingini. Umroknað til
mánaðarløn, verður miss
urin 3.649 krónur um
mánaðin tað fyrsta læruárið
vaksandi upp í 8.959
krónur um mánaðin tað
fjórða læruárið.
Føroya Handverkara
felag kann ikki viðmæla
einum uppskotið, sum bein
leiðis tekur burturav inn
tøkuni hjá lærlingunum.
Um landskassin vil spara,
so mæla vit heldur til at
lækka afturberingina til
læruplássini. Vit kunnu
heldur ikki góðtaka, at
politiska skipanin fer inn á
eitt øki, ið er regulerað
sambært einum sáttmála
millum Handverkarafelagið
og Vinnuhúsið sum umboð
fyri
meistararnar,
sigur
Henry Olsen, formaður í
Føroya Handverkarafelag.
Føroya
Handverkara
felag ber ótta fyri, at
áhugin fyri at gerast hand
verkaralærlingur
fer
at
minka um hetta uppskotið
vinnur frama.
Tað er neyðugt at eggja
ungfólki til at taka handa
ligar útbúgvingar, tí vit
bera ótta fyri, at tað í fram
tíðini verður trot á fólki
við handverkaraútbúgving,
um
ein
so
eyðsýnd
“gularót” sum lærlingaløn
í skúlatíðini verður tikin
burtur, sigur Føroya Hand
verkarafelag millum annað
í sínum hoyringssvari til
Mentamálaráðið.
Handverkslærlingar skulu ikki niður í løn