hósdagur 15. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2009
23
tíðindi
F
rásøgnin hesa ferð er
um gravsteinin hjá
Onnu Katrinu Simonsen,
sum var gift við Johannes
Simonsen, múrara.
Vinstrumegin hana ligg
ur omma hennara Anna
Katrina Hansen, tó uttan
stein. Hon er elsta fólk á
kirkjugarðinum á Svína
ryggi, sum vit vita um.
Í Tingakrossi stendur
henda grein um Onnu
Katrinu Hansen.
100 ára dagur
14. apríl sjálvan summar
máladag 1827 var hon
borin í heim í Skálavík.
Sum heilt lítil smágenta
kom hon til Dals, har hon
vaks upp hjá morbróðuri
sínum. Her var hon í
samfull 80 ár, giftist við
Peter Hansen ognarmanni í
Dali, og tey áttu eittans
barn, sonin Hanus í Malt
húsinum (f. 1859) nevndur.
(Giftur við Elsebeth
Johanna Sofie Jacobsdatter
f. 1847 í Havn) Í 1915
kom Anna Katrina higar til
Havnar, og her hevur hon
verið síðani.
Hundrað ár er long ævi
skeið, og óføra nógv er
umskift bæði úti og heima,
síðan hin lítla Anna
Katrina Jóanesdóttir steig
síni fyrstu spor í Skálavíks
túnum. Men árini hava ikki
nívt hana til jarðar. Hon er
so sjáldsama andsfrísk, væl
hýrd og skemtingarsom, at
mong lívsleidd og geisp
andi ungmoy kundi havt
allan orsaka til at misunt
henni. Seinasta summar
var hon javnan úti, og ikki
man tað fara at bila heldur
á komandi sumri. Eisini
eyguni hevur hon góð, men
brillurnar mugu nýtast til
lestur. Tað er bert eitt, sum
bagir Elin Katrinu. Hon er
blivin nakað deyv.
Tó, ómerktur verður væl
eingin við 100 árum á
baki, og í so góðum skili
kann tað einans vera hugna
ligt at liva mong góð ár
afturat.
Dimmalætting skrivar m.a.
Hun har været en ualminde
lig dygtig og indsigtsfuld
Kvinde, og hendes flittige
Hænder har været i travl
virksomhed selv længe
efter, at hun var naaet
Støvets Aar. Nu da hendes
Livs Aften er nær, kan hun
se tilbage paa en vel an
vendt Arbejdsdag. Til trods
for sin usædvanlig høje
Alder er Anna Kathrine
Hansen endnu frisk og
rørig og fuldstændig
Aandsfrisk.
Var “bert” 98 ár, tá
hon fylti 100
Anna Katrina doyr í 1931.
Hon býr tá inni hjá Johan
nes Simonsen. Kona hans
ara var tá deyð. Í kirkju
garðsprotokolluni stendur,
at hon er 103 ára gomul.
Tað tykist sum at Anna
Katrina varð gjørd tvey ár
eldri, enn hon veruliga var.
Tað kann staðfestast nú, at
hon var ikki fødd í 1827,
men í 1829. Tískil hevur
hon “bert” verið 98 ár, tá
ið hon varð søgd at vera
100. Tá ið hon doyr í 1931
var hon knapt 102 ára
gomul. Hetta er framvegis
ein kempualdur ikki minst
tá í tíðini.
Anna Katrina fær tað
ummæli av ættini, at hon
var eitt sera gott fólk. Hon
gjørdist sera deyv. Hon
svav uppi á loftinum, og
hevði ein pinn at steyta í
gólvið, um hon vildi geva
boð frá sær. Hon vildi tí
ikki órógva húsfólkið
óneyðugt. Tí setti hon sær
eitt vatnglas á gólvið við
seingina. Um vatnið rørd
ist, visti hon, at fólk var á
fótum, men rørdist tað ikki
var friður, og so skuldi
eisini vera friður av henni.
Sum nevnt í føðingar
dagsgreinini fekk hon bert
eitt barn, sonin Hans. Hann
og konan fingu tvær døtur.
Onnur var Anna Katrina,
sum eigur hendan grav
steinin. Hon og Johannes
áttu fýra børn. Elst var
Elsebeth Johanna Simon
sen (19082002), gift við
Henning Jacobsen (1905
1988), sum var úr Vest
manna. Næstur var Hans
Jacob f. 1909. Síðan kom
Petur, kendur sum Petur
Murer. Yngst var Dorthea.
Rockerfeller sendi
koyristól til Dals
Hin dóttirin var Julia
Malena f. 1886. Hon giftist
við Johannes Ebek
Johannesen f. 1886. Tey
bæði vóru fødd og deyð í
Dali. Tey fingu átta børn,
sum fingu ymiskar lagnur.
Elsebeth Johanna, kallað
Ebba, f. 1923, doyði í
Florida í 2006. Í sínum
ungu døgum tænti hon hjá
John D. Rockefeller jun.,
ein av kendastu og ríkastu
vinnulívsmonnum í USA.
Ebba fór til Íslands undir
krígnum, men fór haðani
til Amerika, har hon fekk
hetta arbeiði. Rockefeller
var sera góður at vera hjá.
Hon fór haðani, tá ið hon
giftist við føroyinginum
Esmar Lamhauge, sum hon
hitti tilvildarliga í USA, tá
ið hon hoyrdi hann tosa
føroyskt við onkran annan.
Rockefeller dámdi einki, at
Ebba tá mátti fara.
Ein beiggi hennara var
Vittus f. 1921. Hann var
nýgiftur í 1951, tá ið hann
lammaðist. Tað var ringt tá
í tíðini at fáa koyristól. Tá
ið Rockefeller hoyrdi hetta,
sendi hann ein koyristól
heim til Vittus. So Rocke
feller hevur havt hjartað á
røttum staði. Hann var eins
og pápin kendur fyri at
geva stórar upphæddir til
vælgerandi endamál. Hetta
rakk eisini til Dals.
Ein sonur hendan Rocke
feller var Nelson Rocke
feller, sum var guvernørur
í statinum New York, og
sum gjørdist varaforseti hjá
Gerald Ford eftir, at Nixon
hevði lagt frá sær. Hann
segðist at vera frílyntur
republikanari.
Um Johannes múraran
Tað er ikki nógv vit vita
um ta yngru Onnu Katrini.
Hon var bert 33 ár, tá ið
hon doyði. Men vit vita
nakað um mannin
Johannes Simonsen, sum
hevur givið henni vakurt
ummæli á gravsteininum.
Hann var føddur 9. apríl
1881 og doyði 25. mai
1955. Foreldur hansara
vóru Elsebeth Louise f.
Mouritsen og Jacob Marius
Simonsen í Havn.
Johannes var útbúgvin
sum múrari og starvaðist
sum múrarameisatari.
Hann stóð fyri arbeiðinum
at gera grundina til Dronn
ing Alexandrines Hospital
og fyri byggingini av
gamla landsbókasavninum,
grótbygninginum á Debes
artrøð. Seinni var hann
arbeiðsformaður hjá
Tórshavnar Kommunu.
Hann var við til at
stovna Havnar
Handverksmeistarafelag í
1932, og gjørdist tá
nevndarlimur.
Í 1938 verður Johannes
formaður. Tann 12. juni
1934 kom hann við
uppskoti um at fáa í lag ein
tekniskan kvøldskúla.
Limirnir tóku væl undir
við hesum. Nevndin skuldi
stovna skúlan og skuldi
hava loyvi til at brúka tann
pening, sum var neyðugur
at brúka til endamálið.
Johannes sat á tingi fyri
sjálvstýrisflokkin 192832,
og hann var í Tórshavnar
Býráð 19211924 og 1936.
Langaommudóttir elsta fólk í kirkjugarðinum
var arbeiðsgenta hjá Rockefeller
Anna Katrina gjørdist elsta fólk í gamla kirkjugarði. Men spurningurin var, um
hon gjørdist 101 ella 103 ára gomul
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Komandi hósdag
verður frásøgn um
Onnu Poulsen av
Steinum á Velbastað,
sum doyði bert 22
ára gomul í 1924
Anna Katrina Hansen, sum gjørdist
knappliga 102 ár
ANNE CATHRINE
SIMONSEN
Født HANSEN
Født 5. Marts 1885
Død 19. November
1918
Takk fyri ta stund, tú
var hjá okkum
Anna
Katrina
saman við
manninum
Johannes
Simonsen
Fremri maðurin t.v. er Hans í Malthúsi, sonur gomlu Onnu Katrinu og pápi ta
yngru. Undir liðuni á honum er versonurin Johannes Simonsen. Aftanfyri Hans
er sonur Johannes, Petur Murer. Fjórði maðurin er ókendur