Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 198 - 16. oktober 2009 Fráflytingin úr Før­ oyum er nú at kalla líka stór, sum hon var beint eftir kreppuna í nítiárunum. Tað er nógv meira týdn ing­ ar mikið at styrkja trygd ar netið, fyri at so nógv fólk ikki fara enn at hugsa mest um lands kassan, sigur Her mann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Før­ oya FólkaFlyting Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Seinastu sjey árini eru saman lagt 1000 fólk fleiri flutt úr Føroyum enn til Før oya, og nú tykist enn meira ferð vera komin á flyt i ng ina úr Føroyum. Bara fyri í ár kunnu vit vænta, at frá flytingin verður millum 300 og 400 fólk størri enn til flytingin. - Túsund fólk í sjey ár er eitt ógvuliga stórt tal, og tey árini vóru ikki ringar tíð ir, sigur Hermann Oskars son, sum heldur tíð ina vra komna til at rópa varskó. Í kreppuni í 90-árunum fluttu flest fólk av landinum árini beint aftaná, men hóast búskaparlig gongd vendir, var stór fráflyting í fleiri fylgjandi ár. Í fjør var eingin nettofráflyting, men nú gongur aftur skeiva veg- in. Tað hevur altíð verið og fer altíð at vera stór flyting mill um londini, eitt nú tí fólk fara burtur at útbúgva seg, men jú færri koma heim aftur, verri er tað fyri land ið. Tey, sum flyta av landi- num nú, eru í øllum sam- felags bólkum og øllum aldr um, men ein heilt stórur part ur er ungdómur. Missa tey ungu - Sjálvandi fer eitt stórt tal av ungum fólki av landinum hvørt ár burtur at útbúgva seg, men tað flyta fleiri ung av landinum enn so, sigur Hermann Oskarsson. Tað hongur heilt vist saman við, at arbeiðsloysið í Føroyum er størst millum tey ungu. Ung dóms arbeiðs- loysið er størri, enn hag tøl- ini siga, tí fleiri teirra eru ikki skrásett hjá ALS, við tað at tey frammanundan ikki hava havt lønandi ar beiði. Hermann Oskarsson held ur, at uttan mun til, hvør aldursbólkur fer, er tað keðiligt fyri samfelagið. Um tað er eru ung ella gomul. Nú er bara líkt til, at ein lutfalsliga stórur partur av teimum ungu fer, og vit kunnu harvið koma í ta støðu, at tað verður undir- skot av ungum fólki í Før- oyum. Fleiri orsøkir til, at fólk flyta av landinum. Umstøðurnar ávirka - Eg kann ikki hugsa mær, at øll flyta, tí tey eru ar beiðs leys. Arbeiðsloysið er kanska tað seinasta skump ið, sum fær tey at taka avgerðina. Ar beiðs- loys ið ella stúranin fyri ar beiðs loysi. Summi fólk við útbúgving kunnu hugsast at flyta av landi num, tí tey halda seg ikki fáa sleppa at brúka sínar førleikar her. Uttan- lands eru onnur útbúgvin fólk, sum høvdu havt hug at flutt heimaftur, men tey koma ikki, tí tey vænta ikki at fáa avbjóðingar her. Og er trupult at fáa fígging til at keypa hús í Føroyum, upp aftur minni er hugurin hjá teimum at flyta heim aft ur til Føroya. - Tá ið vit hyggja at flyt- ing ini, mugu vit altíð fara nøk ur ár aftureftir. Hava altíð bløtt Føroyar hava altíð bløtt fólk, landið er ein bløðandi oyggjabólkur. Vit hava bløtt fólk líka síðan í 70-árunum, meira og minni, men nú bløða vit aftur nógv, sigur Her mann Oskarsson. Hetta er ikki bara gald- andi fyri Føroyar, og vit eiga at sammeta við, hvussu frá flytingin er í eitt nú Álandi, Norðurnoregi og Grøn landi. Hermann Oskarsson held ur tað vera torført at siga, hvat ítøkiligt kann gerast fyri at steðga stóru frá f lytingini. Men flytingin sig ur nakað um, hvussu álvars ligt arbeiðsloysið er fyri landið, og vit mugu ansa eftir, at fólk ikki verða var andi arbeiðsleys. Hann held ur tað vera sera gott, at út gjøld ini frá ALS eru hækk að, tí nú kunnu fleiri klára seg sum arbeiðsleys, og vónloysið er ikki so stórt sum í 90-árunum. Í Dan- mark hava tey eitt stórt tal av langtíðararbeiðsleysum. Tann bólkurin hjá okkum flyt u r burtur. Spurningur um hugburð - Hetta við arbeiðsloysinum og stóru fráflytingini er rætti liga álvarsligt fyri land ið. Tað almenna noyðist at varðveita síni arbeiðspláss og berjast ímóti stóru frá- flyt ingini. Tað hjálpir ikki bara at tosa um, at tað al menna skal spara fyri at hjálpa landskassanum. Eg sigi, hugsið heldur um at styrk ja trygdarnetið enn um, hvussu stendur til i landskassanum. Hermann Oskarsson ber ótta fyri, at heldur stóra ar beiðs loysið fram ella vekst ur tað í vetur, fara enn fleiri fólk at flyta av landi- num, og færri hava hug at koma aftur. - Tað almenna noyðist at arbeiða nógv meira seriøst fyri at lofta virksemi. Hetta er nógv meira ein spurn ing- ur um hugburð enn um krón ur, sigur Hermann Oskars son. Føroyar bløða fólk Illgruni um rúsdrekka­ koyring Tveir bilar stoyttu saman í norðara bergholi á Borðoynni hós­ kvøldið Blóðroynd varð tikin av øðrum bil føraranum Ferðsluóhapp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Stutt fyri midnátt hendi eitt ógvusligt ferðslu- óhapp, tó uttan fólka- skaða í norðara tunli- num á Borðoynni. Bara ein koyribreyt er í tunlinum, so annar bil- før ar in má hava brotið víki skylduna. Bilarnir brus tu saman. Ein persónur renn út úr tunlinum og fekk boð að frá óhappinum. Báðir bilførarnir vórðu lagdir inn á Klaks vík ar sjúkrahús til kann ing ar, men hvørgin hevði fingið nakran skaða. Politiið avgjærdi at taka blóðroynd av øðr- um bilføraranum, tí ill- gruni var um, at við- kom andi var ávirkaður. Bilarnir fingu rætti- liga stóran skaða, upp- lýs ir politistøðin í Havn. Heldur sama arbeisloysið fram, er stórur vandi fyri, at enn fleiri flyta burtur, og færri koma aftur, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya Fleiri íslendingar flyta Teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár fluttu 6.762 fólk úr Íslandi, og av teimum vóru 3.475 íslendskir ríkisborgarar, skrivar Morgunblaðið. Sambært blaðnum er gongdin á leið tann sama sum í fjør, men ein munur er kortini, at í ár flyta fleiri íslendskir ríkisborgarar av landinum enn í 2008. Hagtølini hjá myndugleikunum vísa, at teir flestu útlendingarnir, sum eru farnir úr Íslandi, eru farnir til Póllands. Íslendingarnir, sum flyta, fara til Danmarkar, Noregs ella til Svøríkis, og í ár er tað serliga Noreg, sum er væl umtókt millum íslendingar, sum velja at fara til annað land. Vaksinan er trygging Í Danmark hava fólk ikki víst serliga stóran áhuga fyri at lata seg vaksinera ímóti H1N1-kríminum, men kortini var tað skilagott av heilsumyndugleikunum at keypa vaksinuna. Tað sigur Kjell Møller Pedersen, sum er serkønur innan heilsufíggjarlig viðurskifti. Við JydskeVestkysten sigur hann, at hóast bert ein triðingur av fólkinum hava hug at lata seg vaksinera, eru pengarnir fyri vaksinuna ikki burturspiltir. Kjell Møller Pedersen sigur, at vaksinan kann samanberast við trygging, sum tey flestu gjalda, men sum bara tey fáu fáa brúk fyri.