Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

H71 vann sær fyrstu stigini á árinum, tá staðfestingin í Kolla firði var, at KÍF í løtuni er nógv veikasta liðið í deild ini Tað tykist longu nú greitt, at skulu kollfirðingar spæla fremstu røð aftur kom andi ár, mugu teir taka annað skinn um bak. Í 1. deild hevur Team Klaksvík sett sær uppflyting sum mál, og enda teir millum ovastu liðini, noyðist niðas ta liðið í Atlantic Airways- deildini niður. Og í løtuni er ikki nógv, sum bend- ir á, at hetta liðið ikki verður KÍF. Saman við H71 vóru teir stigaleysir undan uppgerðini í Kollafirði í gjár- kvøldið, men verjandi meistararnir úr Hoyvík staðfestu so ruddiliga, at teir ikki ætla sær nakran leiklut sum botn lið. Frá fyrsta bríksli vóru tað hoy vík- ing ar nir, sum settu dagsskránna - eisini hóast Gunnar Bláberg fekk reyt kort longu í fyrsta minutti, tá hann víst, hvat hann helt um verjuspælið hjá kollfirðingum. Hóast munurin millum liðini ikki var so stórur á máltalvuni, so tóktust gestirnir alla tíðina at hava neyðuga yvirskotið, soleiðis at kollfirðingar ongantíð av álvara hóttu. Eina lítla løtu vóru kollfirðingarnir tó uppi á javnleikinum, men so var H71 eisini ávarað. Teir tóku at kalla tað, sum var eftir av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin hildu teir fram í somu øði. Hendan løtan avgjørdi veruliga dystin, og hóast KÍF slapp at fylgja við eina løtu móti dystarenda, so var spenningurin tá langt í verðini síðani farin. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. oktober 2009 Stórur gjøgnum­ trekkur Bara fimm av teimum ellivu, sum byrjaðu landsdystin móti Rumenia, vóru eisini á liðnum, sum tók ímóti Rumenia fyri 13 mánaðum síðani Føroyska landsliðið niðri í Rumenia í gjárkvøldið var rættiliga nógv øðrvísi mannað, enn føroyska liðið var tað, tá ið Rumenia vitjaði á Tórsvølli 10. september í fjør. Føroyska liðið, sum síðsta heyst legði rygg til 1-0 heimatap, var mannað soleiðis: Jákup Mikkelsen – Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Johan Troest Davidsen – Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen. Í útidystinum 14. oktober 2009 vóru tað bara fimm av hesum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu – Jákup Mikkelsen, Egil á Bø, Jákup á Borg, Atli Danielsen og Símun Samuelsen. At útskiftingarnar hava verið so nógvar kemst millum annað av, at tveir spælarar, sum í fjør vóru fastir menn á liðnum, eru givnir. Talan er um Jón Róa Jacobsen og Mikkjal Thomassen. Tað kemst eisini av, at Fróði Benjaminsen, sum leingi hevur verið fastur maður á liðnum, var leikbannaður, tá ið Rumenia vitjaði í Føroyum. Tríggir spælarar vórðu skiftir inn, tá ið Rumenia vitjaði á Tórsvølli. Teir vóru Andreas Lava Olsen, Bogi Løkin og Bartal Eliasen. Hesir vóru allir við í ferðalagnum í Rumenia ígjár. Bogi Løkin varð skiftur inn, Bartal Eliasen var á beinkinum alla tíðina, og Andreas Lava Olsen var ein av teimum fýra, sum tað ikki var pláss fyri á beinkinum. mørk KÍF­H71 15­26 (8­12): KÍF púrasta einsamalt jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk KÍF-H71 15-26 (8-12) 10 min: 2-5 20 min: 6-7 40 min: 11-18 50 min: 13-22 Málskjúttar KÍF: Ási Dam 8(7), Niklas Reginsson 4, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1, Ingi Johannesen 1 H71: Poul Kjartan Dam 7(1), Rúni Højgaard 6, Dánjal Tórgarð 5(2), Tróndur Vatnhamar 3, Bárður Brimvík 2, Esbern Patursson 1, Janus Sørensen 1, Bogi Krossteig 1 Brotskøst: KÍF 7, H71 5 Útvísingar: KÍF 5, H71 3 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA