fríggjadagur 16. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
18
VIKUSKIFTI
Syngja saman parlag
Hey Rigmor
Eg havi verið gift í 3 ár, og eg og maðurin hava tað gott
saman. Vit búgva væl og eiga eitt barn. Men vit hava
ikki so nógv felags áhugamál. Honum dámar best at
putlast við motorsúkkluna í garasjuni og at hyggja at
fótbólti í sjónvarpinum. Eg lesi nógv, mær dámar væl at
ferðast og kundi hugsa mær, at vit vóru meira úti á café
og matstovum. Hvat skal eg gera, fyri at vit kanska gera
meira í felag? Ella skal eg lata hann fáa frið og fara út við
vinkonunum?
V. Eydna
Góða Eyðna
Stóri spurningurin í hesum er, um vit eru eitt ella tvey, tá
vit eru vorðin hjún? Í mínum hugaheimi er ongin ivi um,
at vit eru og verða tvey sjálvstøðu menniskju, formað av
persónligum áhugamálum, dygdum og førleikum - eisini
tá ringurin situr á fingrinum. Tað er hetta, sum ger tað
spennandi at vera tvey.
Tí fari eg at spyrja teg, hvussu tú hevði havt tað, um
maður tín í heilum gramdi seg um, at tú ongantíð tímdi við
honum oman í garasjuna at putlast við motorsúkkluna ella
at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum saman við honum?
Rokni ikki við, at tú hevði hildið tað verið serliga stuttligt.
Heldur skalt tú venda tí og fegnast um, at tú hevur
vinkonur við felags áhugamálum, sum tú kanst hugna tær
saman við. Vinfólk eru gull verd – eisini tá vit eru í føstum
parlagi.
Tað fínasta við kærleikanum er at duga at frøast um, at
partnarin blómar og trívist. Tí haldi eg avgjørt ikki, at tú
skalt júka mannin um at luttaka her og dér, tá hann ikki
hevur hug.
Síggi hesar menninar fyri mær, sum í heilum
verða dragsaðir út at vitja fólk, drekka te og eta
marengskaku -ella út at shoppa við damuni - bara fyri
at gera henni til vildar. Men eg síggi ongantíð mannfólk
taka konuna við til fótbóltsdyst ella út at drekka øl ímóti
hennara vilja. Rættiliga sigandi faktiskt.
Svarið til tín, góða Eydna, skal ikki skiljast soleiðis, at
tit ikki skulu gera nakað saman. Báðir partar hava skyldu
til at leggja tíð og orku í húsarhaldið og parlagið, at vera
romantisk og sum heild at dyrka hvønn annan. Fært tú
heldur ikki mannin við upp á tað, skalt tú gera honum
púrasta greitt, at tað eisini er hansara ábyrgd. Hví skulu tit
annars vera saman?
Kanska tit í eitt tíðarskeið skulu seta tykkum eitt mál
fyri, hvussu nógva tíð og orku tit vilja brúka saman. Fáið
eina barnagentu og eitt frívikuskifti viðhvørt, og roynið so
at finna eitthvørt, sum báðum líkar at gera. Hava tit onki
at tosa um og at gera saman, er vandi fyri, at tit glíða frá
hvørjum øðrum. Men tað skal vera eitthvørt, sum tit bæði
hava hug til. Og tað nýtist ikki at vera tað heilt stóra og
dýra so tit missa mótið - bara okkurt, sum bæði tíma.
Góða eydnu við “parleypinum”
v. rigmor
Sjóverk í bussinum
Hey
Eg biði teg bara um góð ráð.
Javnan koyri eg við Bussleiðini í Havn, og tað er ein
frálík ókeypis tænasta. Men viðhvørt koyrir bussurin so
skjótt, at vit mugu neyðhalda okkum fyri ikki at detta um
koll. Meira enn eina ferð havi eg hoyrt børn siga, at tey
hava fingið sjóverk í bussinum.
Heldur tú tað vera rættari at siga tað við bussføraran,
sum koyrir soleiðis, ella eigi eg at klaga til kommununa.
Heilsan Rannvá
Góða Rannvá
Ja, hatta er virkuliga troyttandi, nú vit hava fingið eina
so frálíka bussskipan. Kanska hevði tað hjálpt, um tú fórt
fram til føraran og heppaði hann til at koyra skjótari.
“Ja, kom, skjótari, skjótari, jubii.., eg elski at koyra buss”..
Nei, rokni ikki við, at tú fært nakað burtur úr at siga tað
við bussføraran. Tá hann koyrir so ófantaligt, er tað helst
eitt tekin um, at hann er útbrendur í starvinum. Men
tað skal ikki ganga út yvir brúkaran. Send eina klagu til
kommununa, sum so kann taka sær av málinum. Hjálpir
tað ikki, mást tú bara senda eina klagu afturat.
v. rigmor
Strævin vermóðir
Hey Rigmor
Svigermor gongur meg upp á nervarnar. Maður mín er dani
og vit búgva í Føroyum. Mamma hansara býr í Danmark,
og hon og maðurin ferðast uttanlands fleiri ferðir árliga.
Hon gremur seg alla tíðina um, at vit ikki vitja tey nóg
oftani. Hon vitjar heldur ikki okkum serliga ofta. Men tá
hon so er hjá okkum, skulu børnini helst klemma hana,
hóast hon ikki vísir teimum nakran áhuga, til dømis, tá
tey spæla. Men tey tíma hana onki serligt, og so verður
hon særd. Eg og maðurin royna at fáa børnini at tosa við
og klemma ommuna, men tað kennist ikki heilt rætt. Nú
sendur hon mailar um, at børnini nokk fara at gloyma
ommu sína, tá tey ikki hittast so oftani. Men hon vil ikki
koma á vitjan sjálv. Góða hjálp mær - eg vil ikki kvetta
sambandið við hana, men hon er sooo drøj.
Heilsan Dorit
Góða Dorit
Í lívsins eydnuhjóli hevur tú verið heppin at finna ein
góðan mann, sum tíverri hevur eina milt sagt strævna
mammu. Tað ljóðar sum, at tit bæði eru samd um, at
mamma hansara er eitt nummar fyri seg. Børn kenna á
sær, um fólk eru tilgjørd og óerlig. Tí taka tey frástøðu frá
ommuni. Og tit hvørki kunnu ella skulu noyða tey at dáma,
tosa ella klemma fólk ímóti teirra vilja. Eg haldi, at maður
tín skal taka eitt álvorligt prát við mammu sína um, hvar
tykkara mark gongur, ella hann sendir henni eitt bræv, har
hann forklárar tað. Tað er umráðandi, at maður tín ger tað,
tí hann kennir mammu sína, og hon hevur lættari við at
fyrigeva honum. Vil hon hava samband við tykkum, skal
hon virða tykkum, tykkara livihátt og tykkara børn. Ynskja
tit ikki, at børnini skulu gloyma ommuna, mugu tit royna at
fáa eina fasta avtalu um, hvussu ofta tit vitja hvønn annan.
Til dømis, at tit vitja tey eina ferð um ári, og at tey vitja
tykkum eina ferð um ári. Skype og myndir kunnu eisini
verða við til at varðveita sambandið. Ongin sigur, at tú skalt
elska vermóður tína, men royn at geva tol, fáu ferðirnar
tit eru saman. Hon er mamma mannin, sum tú fall fyri, so
okkurt gott hevur hon gjørt. Tú ynskir eisini at kenna teg
vælkomna heima hjá soni tínum, tá hann einaferð verður
vaksin familjumaður.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
SpyrSt
so livst
RigmoR Dam
Tórshavnar byráð hevur fingið sær eitt slogan, sum skal fáa
fólk at ansa betur eftir býnum og ikki tveita rusk frá sær og
órudda okkara kæra høvuðsstað.
Alt í lagi við tí. Men hvussu ljóðar hetta: Lort í býin?
Málsliga hevur tað einki við órudd at gera. Navnorðið ‘lort’
verður í hesum orðafelli brúkt adverbielt, t.e. sum hjálið, og
innihaldið man vera tað, at onkur kemur illa fyri.
So er tað stílvirðið. ‘Lortur’ hevur ongantíð verið eitt pent
orð. Fólk hava heldur valt synomym sum skittur ella skarn,
og onkur kennir helst eisini ‘mannatrekkur’ (týskt: Dreck).
Eitt annað dømi um ljót og pen orð er kjaftur/munnur. Tey
gomlu søgdu: hundur hevur kjaft, men seyður hevur munn.
‘Kjaftur’ hevur ein grovan valør, sum ikki er brúkiligur altíð.
Tað er t.d. óhugsandi, at ein mamma sigur ‘halt kjaft’ við
eitt barn, sum grætur. Til varligt brúk hava vit (umframt tað
neutrala munnur) eufemismur sum gákur, hol og mussaskøði.
“Sleipa geilatíkina” verður sagt um eitt, sum ongantíð tegir,
hóast geilatík er partur av rossatrýni, og heitið ‘geilatík’ kann
uppfatast sum hartandi sagt um eina tík, sum ikki fær nokk,
men reikar um allar geilar og bjóðar seg fram.
Tað vakti eisini okkurt mótmæli, tá ið tann lítli fiskurin
micromesistius poutassou skuldi fáa eitt føroyskt navn, og
tað bleiv svartkjaftur. Á donskum eitur hann sortmund, á
íslendskum kolmunni og á eingilskum blue whiting. So hesi
málini hava ikki nakað grovt í navninum. Ikki tí, vit hava
‘kjaft’ í vanligum føroyskum máli, men tá er tað næstan altið
niðursetandi: kjaftbreiður, kjaftaslit o.t. Men kjaftband er
neutralt.
Tað ljóðar ikki so væl, at Tórshavnar býráð brúkar ‘Lort
í býin’. Hvat um nú bygdafólk uppfata hetta sum, at mann
kemur lort í býin, tá ið mann fer til Havnar? Eitt nógv betri
slogan hevði verið tað góða, gamla orðið hjá J. P. Gregoriussen:
Tann deiliga Havn. Tað er minst líka flott sum Wonderful
Copenhagen
»lort í býin«
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð