fríggjadagur 16. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
23
VIKUSKIFTI
ViðmælI
Nýtt frá AlphAbeAt
Danski poppbólkurin Alphabeat, sum av álvara hevur havt undanvin í breltandi seinasta árið, er nú klárur við nýggjari útgávu.
heitislagið frá nýggju útgávuni, the Spell, hevur longu verið á hitlistum í Danmark og aðrastaðni, og mong bíða við spenningi eftir
nýggju útgávuni frá poppbólkinum, sum fyri nøkrum árum síðani vann sær nógvar fjepparar við veitslukendum, løttum poppi.
AlphAbeAt – the Spell
Copenhagen records 19/10
ÍdnaðarrocKur
úr TýSKlandI
Týski rockbólkurin rammstein gevur í dag út sína sættu útgávu. Bólkurin,
sum hevur uppruna í Berlin, hevur síðani 1994 verið kendur fyri at spæla
tungan rocktónleik – oftast á týskum máli. limirnir í bólkinum eru teir
somu, sum vóru við fyrstu tíðina, og tað er helst eitt sindur sjáldsamt.
RAmmStein – liebe iSt FüR Alle DA
universal Music 16/10
populerir
Drykkir
Í morgin er lívsstílsstevna í havn,
og tú kanst millum annað læra teg
at gera teir best umtóktu drykkirnar
í náttarlívinum í havn. tveir av
barrvørunum á hvonn fara at vísa
fólki, hvussu tey kunnu gera eitt nú
ein Cosmopolitian ella ein Mojito.
lívSStílSStevn í hAvn
17/10 kl. 18.30
elSkuligA
ekDAhl Í
føroyuM
lisa ekdahl kann um vikuskiftið
upplivast á tveimum konsertum í
føroyum. Svenska songkvinnan
við sterku og sjermerandi røddini
og teimum frálíku sangunum kann
hoyrast í runavík og í havn um
vikuskiftið. leygarkvøldið spælir
ekdahl í løkshøll í runavík, og
í sunnudagin fer hon á pallin í
Norðurlandahúsinum í havn. báðar
konsertirnar verða klokkan 20.
KonSeRtiR
runavík 17/10 kl. 20
tórshavn 18/10 kl. 20
SøgAN uM
SwAyze
Amerikanski sjónleikarin patrick
Swayze doyði í september mánaði,
eftir at hann í eina tíð hevði verið
sjúkur av krabbameini. hendan
bókin var skrivað liðugt stutt
fyri, at hann doyði, og greiðir frá
lívinum hjá honum. patrick Swayze
hevur skrivað bókina saman við
konu síni, sum hann livdi saman
við, frá tí hann var 18 ára gamal,
og til hann doyði. hetta er teirra
inniliga søga um eitt lív saman.
pAtRicK SwAyze
& liSA niemi
the time of My life
riSAr breStA SAMAN
Í Champions league fótbóltskappingini eru ikki allir teir innleiðandi dystirnir líka
lokkandi, men tað verður ein dystur millum tveir suðureuropeiskar risar, tá ið real
Madrid og AC Milan hittast í Madrid mikukvøldið. hetta eru millum best vinnandi
liðini í europeiskum fótbólti nakrantíð, og roknað verður við stórari hyggjaratali, tá ið
sjónvarpsstøðirnar fara at senda dystin. og so er spurningurin, hvussu tað endar, tá ið
brasilski stórspælarin kaká fer at spæla ímóti gomlu liðfeløgunum.
tv3+
21/10 kl. 19.45
liSt og
kVirrA
týskvøldið verður list og kvirra í glyvra
kirkju. listamaðurin heðin kambsdal
sýni fram verk, og fólk kunnu njóta
kvirruna í kirkjurúminu og tendra ljós í
ljóskolbuni.
GlyvRA KiRKjA
týsdagin 20/10 kl. 20
hVAt eyðkeNNir
rættAr
AVgerðir?
Í sambandi við faroexpo, sum verður hildin í runavík
næstu vikuna, verða nógv tiltøk. eitt av teimum er
eitt ráðstevna um nútímans leiðslu. ein av teimum,
sum fer at halda fyrilestur, er Niels Christian
Nolsøe, stjóri á elektron. hann fer at hugleiða um,
hvat eyðkennir rættar avgerðir. Niels Christian
byggir sín fyrilestur á royndir sum stjóri, og ein av
spurningunum, hann fer at tosa um, er um tað í
ávísum førum er meira tydningarmikið at seta kós
enn at seta rætta kós.
løKShøll
21/10 kl. 13
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein