Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009 LÝSINGARTILFAR Mentanarvikan í Runavík sett við rørslu 18. oktober kl. 15.00 Komið við til frísku setanina av Mentanarvikuni í Runavík komandi sunnudag 18. oktober kl. 15.00. Umframt sigbundnu setanina, verður eisini skipað fyri heilsurenning frá býráðshúsinum. Tað er Kári Jacobsen, býráðslimur, sum fer at leiða setanina. Fyrst setir Sølvi Reinert Hansen, ítróttarforseti, Mentanarvikuna 2009. Hornorkestrið fer sum altíð, at seta sín dám á løtuna. Greitt verður síðan frá hvussu runnið/gingið verður, til ber at velja ímillum 2 ymiskar teinar, hesir eru: 4,2 km: Býráðshúsið - Ítróttarhøllin – Gerðisvegur – Leitisbrekka – Leitisvegur - Dalavegur – Heiðavegur - Býráðshúsið. 2,2 km: Býráðshúsið - Ítróttarhøllin – Gerðisvegur – Heiðavegur – Býráðshúsið. Áðrenn farið verður, fer Bassi at býta endurskyn út til luttakararnar. Øll eru vælkomin at luttaka, ung sum gomul.. Nú fer Faroexpo 2009 skjótt av bakkastokki. Faroexpo er vorðið eitt afturvendandi tiltak, har fleiri og fleiri fyritøkur bæði her heima og uttanlands taka lut. Vinnustevnan Faroexpo 2009 verður sett týsmorgunin 20. oktober kl. 09.00. Tað verður Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, ið setir stevnuna. Harafturat fer ein dupultkvartett eisini at syngja nøkur løg. Eftir setanina byrjar sjálvt partenariatið. Fyrireikararnir av Faroexpo 2009 lata væl at, og vóna, at luttakandi fyritøkurnar aftur í ár fáa væl burturúr vinnustevnuni. Jørgen Niclasen setir Faroexpo 2009 Sølvi Reinert Hansen, ítróttarforseti, setir Mentanarvikuna 2009 Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, ið setir stevnuna Port of Runavík provides services for fishery, cargo, tourism and offshore industry Runavíkar kommuna www.runavik.fo Tourist Information Kunningarstovan í Runavík Tel. +298 41 70 60 www.visiteysturoy.fo