fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009
LÝSINGARTILFAR
Mentanarvikan
í Runavík nærkast
18. – 25. oktober 2009
Afturvendandi Mentanarvikan
fer av bakkastokki í Runavík
sunnu dagin 18. oktober og
heldur fram til sunnudagin 25.
oktober. Hetta er fimta ferð, at
skipað verður fyri hesum tiltaki.
Mentanarvikan í Runavík
byrjar við tiltakinum Mentan &
Rørsla sunnudagin 25. oktober
kl. 15.00 í býráðssalinum hjá
Runavíkar kommunu.
Ítróttarforsetin Sølvi Reinert
Hansen setir Mentanar vikuna
2009, síðan spælir Horn orkestrið
og eftir tað verður skip að fyri
heilsurenning frá økinum við
býráðshúsið. Øll eru vælkomin
til heilsurenningina, har tveir
teinar kunnu rennast ella gangast,
sí www.runavik.fo. Bassi luttekur
eisini við at býta endurskyn út til
luttakararnar.
Nógv tiltøk á skánni
Fleiri listaframsýningar eru alla
vikuna. Eitt nú verður Kinesisk
list í Gamla Handli við Yan
Jingrui, listaframsýning við Erlu
H. Olsen í Trendfloor, list í
býráðssalinum við Sunrid í Gong
og í Løkshøll verður framsýning
við heitinum “Menniskjalig Virð
ir” við Edith Mørkøre. Ein fram
sýning verður eisini í Orkis við
Marjun M. Berg og í Grafiska
Verkstaðnum í Søldarfirði verður
listaframsýning við Beintu Han
sen og Oggi Lamhauge.
Forkunnugt tiltak verður í
Glyvra kirkju hvørt kvøld í
Ment anarvikuni frá kl. 2022.
Tiltakið hevur fingið heitið List
og Kvirra. Heðin Kambsdal
hevur lista framsýning og
møguleiki verður at njóta
kvirruna í kirkjurúminum og at
tendra ljós í ljóskolbuni.
Bygdasavnið Forni á Glyvrum
spælir á hvørjum ári ein týðandi
leiklut í Mentanarvikuni í Runa
vík. Í ár hevur savnið
framsýning, ið nevnist:
Skiparaskúlin á Glyvr um, sum
byrjaði seinast í 1980. Hendan
framsýning er opin hvønn dag í
vikuni frá 16.00 – 18.00.
Øll fáa høvi at dansa í Ment
anarvikuni. Marilyn Danielsen
frá felagnum Kom og Dansa,
skipar fyri fýra ymiskum
skeiðum í ávikavist Salsa,
Linedans, Barna dansi og Rock’n
Roll.
Týskvøldið 20. oktober skipar
ítróttarfelagið Svanur fyri Boccia
kapping í skúlanum við Løkin.
Dorethe Bloch, professari í
djórafrøði, heldur áhugaverdan
fyrilestur um Haru og
Haruveiðing í býráðssalinum hjá
Runavíkar kommunu týskvøldið
kl. 19.30. Tiltakið er ókeypis.
Løkshøll í Runavík er karmur
um almennu Faroexpo Ráð stevn
una, sum er mikudagin 21.
oktob er. Heitið á ráðstevnuni er:
Menn andi leiðsla. Ráðstevnan
byrjar kl. 13.00, har Magnus
Rasmussen, borgarstjóri í
Runarvíkar komm unu, bjóðar
vælkomin. Fyri lestrar haldararnir
eru: Hákun Dju r huus, stjóri í
SEV, sum tosar um mennandi
leiðslu í verki, Jógvan
Fríðriksson, Bispur, sum fer at
tosa um hvussu vit møta
avbjóðingum, Jákup Veyhe fer at
hava ein skeivan undirhaldandi
fyrilestur og at enda fer Niels
Christian Nolsøe, stjóri á
Elektron, at tosa um hvat
eyðkennir rættar avgerðir.
Fyrilestrarnir eru fyri
almenninginum og til ber at
tekna seg til Ráðstevnuna á
www.faroexpo.fo ella við at
ringja 666600.
Hóskvøldið 22. oktober skipar
Handilsmiðdepilin í Runavík fyri
tiltakinum SANSA í Løkshøll. Á
skránni verður m.a. spennandi
undirhald, ábit og vørubásar.
Fríggjakvøldið 23. oktober hava
handlarnir Open by night. Opið
er til kl. 22.00.
Sunndagin 25. oktober verður
skipað fyri einum túri, ið nevnist
Vinna, mentan og søga, har
vitjað verður á Fiskamarknaði
Føroya, Navia og Gamla
Prestagarðinum á Nesi.
Tilmelding fer fram á
Kunningarstovuni innan kl. 15.00
fríggjadagin 23. oktober.
Heldur ikki børnini verða
gloymd. Sunnudagin 25. oktober
kl. 17.00 verður Ársins
barnatiltak í ítróttarhøllini í
Runavík, har Trølla Pætur, Trølla
Omman, Trølla Ommudidd og
Trølla Baby luttaka. Steintór
Rasmussen fer at syngja við
børnunum og aftaná ber til at
heilsa uppá Bassa og alla
Trøllafamiljuna. Atgongumerki
fáast við dyrnar 1 tíma áðrenn.
Fríggjakvøldið 24. oktober er
føroyskur dansur í Hæddini í
Saltangará frá kl. 21.00. Hetta er
fyrsta dansikvøld í vetur og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Innan tónleikin verður eisini
nógv á skránni. Sunnukvøldið
18. oktober kl. 20.00 verður stór
kon sert í Løkshøll við kendu
song kvinnuni Lisu Ekdahl.
Fríggja kvøldið 23. oktober kl.
23.30 verður livandi tónleikur
við Jens Marna á Péche (café &
pub) og leygarkvøldið verður
aftur livandi tónleikur frá kl.
23.30. Café Bedura skipar
fríggjakvøldið kl. 22.30 fyri síni
vældámdu Bedura quiz og eftir
tað, verður livandi tónleikur á
skránni. Leygarkvøldið 24.
oktober verður stórt dansi kvøld í
ítróttarhøllini í Runavík við
Eyðun, Terja, Jens Marna og
Kim við orkestri
Mentanarvikan endar við
einum sangkvøldi í Glyvra kirkju
sunnu dagin 25. oktober kl.
20.00, har Kór Glyvra kirkju
eisini luttekur.