Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 199 - 19. oktober 2009 Fyrireikararnir eru væl nøgdar við ársins Lívsstílsstevnu, sum í ár var uppi á Hotel Føroyum. Gestirnir vóru tó færri í ár enn undanfarin ár. – Kann vera, at vit ikki leggja stevnuna í heystfrítíðini næsta ár, sigur Ása Andreasen hjá Synergi Stevna Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Undanfarin ár hevur stevnan verið í Ítróttarhøllini á Hálsi, men í ár valdi Synergi, sum skipaði fyri stevnuni, at hava stevnuna á Hotel Føroyum. Karmarnir um stevnuna vóru tískil heilt annarleiðis enn áður. Orsøkin til, hví gestirnir vóru nakað færri í ár, vita fyriskipararnir ikki enn, men nógv var á skránni hetta vikuskifti og nógv vóru upptikin av heystslaktinum. Hóast hetta vóru fyrilestrarnir og sofaprátini sera væl vitjað, og at hava eina pallin í einari trappu vísti seg at vera eitt gott hugskot. - Trappan er eitt minni økið og bleiv tað ein meiri intim uppliving at sita har, greiðir Ása Andreasen frá. Royna zoneterapi Nógvir handlar og viðgerðarstovur vístu fram, og bar eisini til at royna ymiskt sum zoneterapi, andlitsviðgerðir og annað. Turid Christophersen, sum var á stevnuni við síni nýútkomnu bók "Hugnalig ítriv" var vælnøgd við stevn- una, men tíanverri vóru tað ikki nógv fólk, sum komu til hennara ítrivsskúla. - Tað hevur verið eitt sindur trupult at fáa fólk til teir ymisku lívsstílsskúlarnar, sigur Ása Andreassen eisini. Stórt salongshow Hæddarpunktið á stevnuni var sunnukvøldið tá tríggjar salongir vístu tær kulastu frisyrurnar í Føroyum. Salong- irnar høvdu gjørt sær stóran ómak og gjørdist hetta eitt rættiliga forkunnugt upplivilsi hjá gestunum. Færri fólk til Lívsstílsstevnuna Hesin brúðarkjólin hekk eisini í inngongini tá ein kom inn til stevnuna. Hann er nýttur einaferð og bar til at bjóða uppá hann - hægsta boðið fekk kjólan og kundi fara beinleiðis til prest Turid Christophersen seldi sína nýútkomnu bók "Hugnaligt ítriv" Hjá Tomas Dam búnýti vóru tey longu komin í jólahýr Glitur og glamour var at síggja í nógvum básum. Her er tað tann hjá Dreymum Hjá Wellness bar til at fáa andllitsviðgerð Uppsagnir í luftini Kreppan nívur fast hjá teimum evropeisku flogfeløgunum. Higartil í ár hava 35.000 fólk mist arbeiðið í flogferðsluni umframt onnur 60.000, sum arbeiddu hjá fyritøkum, ið veita flogferðsluni ymsar tænastur. Tað skrivar tíðindabrævið Take Off, sum hevur tølini frá evropeiska flogferðslufelagsskapin um AEA. Í fjør fluttu flogfeløgini, sum eru í AEA, 366 milliónir ferðafólk, men tey vænta, at talið í ár verður um 344 milliónir. Tað sæst eisini aftur á roknskapinum. Tey 33 feløgini, sum eru limir í AEA, fara væntandi at hava tilsamans 22 milliardir krónur í halli í ár, skrivar Take Off. Bretar vaksinera Í Bretlandi eru heilsumyndugleikarnir komnir so mikið langt við fyrireikingunum til at vaksinera fólk ímóti krímsjúkuni H1N1, at ætlandi verða tey fyrstu vaksinerað í hesari vikuni. Higartil eru meiri enn 100 bretar deyðir av H1N1. Teirra millum var ein 17 ára gomul genta í Skotlandi, sum var við barn. Eins og í øðrum londum hava heilsumyndugleikarnir í Bretlandi gjørt av, at heilsuveik og fólk við varandi sjúkum skulu vaksinerast fyrst, og at aftaná koma starvsfólk í heilsu- verkinum og løgregluni. Men málið hjá myndugleikunum er at vaksinera allar bretar, skrivar Reuters. mótasýning - Handlarnir TouChé, Shari, Dreymar, Sonja Design, Júnik, Kallkyn og Snák vístu klæði á mótasýning sunnudagin