mánadagur 19. oktober 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199
Mansdysturin millum SÍ
og Fleyr gjørdist ein fimm
settari, ið hevði alt tað, ein
spennandi flogbóltsdystur
skal hava. Verður ein fimm
settari í hvørjum umfari,
boð a r tað frá einum góðum
vetri
Fyri viku síðani vóru tað kvinnurnar
hjá Fleyr og Drátti, sum máttu spæla
fimm sett, áðrenn ein vinnari var
funn in, og í gjár var Fleyr enn eina
ferð partur av einum fimmsettara, tá
menninir vóru í Sørvági. Kappingin
er enn bert tvey umfør gomul, so
tað boðar frá góðum, at dystirnir eru
bæði spennandi og drúgvir.
Menninir hjá Fleyr sóu eisini út til
at fáa fatur í rætta endanum, tá teir
vunnu tey bæði fyrstu settini ímóti
SÍ. Í triðja setti gjørdist tað javnt, og
støðan var 23-23, so her kundi Fleyr
havt tikið alt, hevði tað gingið tann
vegin. Men í staðin vann SÍ 25-23, og
so byrjaði tað at líkjast einum
drama.
Í fjórða setti gjørdist enn eina ferð
25-23, og við settstøðuni 2-2 var
greitt, eitt fimta sett mátti til. Her
tóktist SÍ koma betur frá byrjan og
kom á odda 12-9, áðrenn Fleyr
svaraði aftur, men helt tó ikki allan
veg in, tí SÍ vann setti 16-14 og dystin
3-2.
Í hinum mansdystinum vóru tað
greipu vinnararnir hjá ÍF, sum tóku
ímóti Mjølnir. Men annan dystin á
rað máttu fuglfirðingar staðfesta, at
byrjan in hetta kappingarárið ikki
stend ur mát við endan á tí undan-
farna. Mjølnir gjørdi slætt borð og
vann 3-0, men hóast ÍF serliga í triðja
setti royndi at býta frá sær, eydnaðist
held ur ikki hesa ferð at vinna eitt
sett.
Dystirnir hjá monnunum eru
nógv ir í tali í vetur, so enn kann
nógv broytast. Tó sær út til, at tað
eru SÍ og Mjølnir, ið hava fingið
bestu byrjanina. So fæst at síggja,
um tað heldur allan vegin, ella um ÍF
og Fleyr fara at spæla seg upp, men
onkursvegna tykist alt feltið eitt
sind ur javnari enn síðsta kapp ingar-
ár.
Greiðir sigrar
Hjá kvinnunum eru tað SÍ og Mjølnir,
ið eru komin best frá byrjan við hvør
sínum tveimum sigrum. Men longu
sunnudagin verður óivað møguleiki
hjá onkrum av hinum at nærkast
ella blanda seg uppí, tí tá verður
fyrsta toppuppgerðin í kvinnu kapp-
ingini í Sørvági, har Mjølnir vitjar.
Hesa ferð gjørdist talan um tríggj-
ar dystir, ið allir endaðu við heima-
sigr um. SÍ vann á Fleyr, Mjølnir á ÍF
og Dráttur basti KÍF, og í ongum av
dystunum var spenningurin so
øgiliga stórur.
Liðini eru tó mong í tali, so sjálvt tey,
ið hava skinklað eitt sindur í fyrstu
dystunum, kunnu koma upp í part,
sum tað líður út á kappingina. Tað sóu
vit eisini síðsta kappingarár, tá ikki
færri enn fýra av liðunum høv du kjans
at vinna annaðhvørt silv ur ella bronsu
síðsta dystar dagin.
Enn er nakað tíðliga at tosa um
av ger an di tendens í kvinnu kapp-
ing ini, tí ójavnt er, hvussu nógv liðini
hava spælt. SÍ, Dráttur, Fleyr og ÍF
hava spælt hvør sínar tveir dystir og
Mjølnir og KÍF hvør sín, men enn
eigur TB fyrsta dystin til góðar. Hetta
skyldast millum annað, at okkurt av
liðunum mestsum alt er á námsferð
í senn.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Flogbóltsdrama í Sørvági
Flogbóltsúrslit
Eikligan, kvinnur
SÍ-Fleyr 3-0
(25-22, 25-15, 25-18)
Mjølnir-ÍF 3-0
(25-12, 25-23, 25-21)
Dráttur-KÍF 3-0
(25-13, 25-7, 25-10)
Eikligan, menn
ÍF-Mjølnir 0-3
(21-25, 20-25, 24-26)
SÍ-Fleyr 3-2
(18-25, 18-25, 25-23, 25-23, 16-14)
Fakta
Tey bæði bestu mansliðini
síðsta kappingarár hava
fingið misjavna byrjan, tí
meðan SÍ hevur vunnið
báðar sínar dystir, hevur ÍF
enn bara tapt
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Owen skal vitja Anfield
Michael skoraði í síni tíð sum Liverpool-spælari imponerandi
160 mál í 300 dystum, men áleyparin væntar so eingi
stuðulsróp frá áskoðarunum, tá hann og Manchester United
fara til Anfield komandi sunnudag. – Eg má vera realistiskur.
Sjálvandi vil eg gjarna, at fólk í Liverpool minnast meg fyri tað,
sum eg havi gjørt fyri felagið. Men eg vænti mær ikki nakra
hjálp, nú eg spæli fyri arvafíggindarnar, sigur Owen við Mail on
Sunday.
Nygaard vil til HM
33 ára gamli Marc Nygaard, sum hevur ættarbond av
Tvøroyri, hevur ikki slept vónini um at sleppa til
HM-endaspælið við danska fótbóltslandsliðnum.
Nygaard var í vár toppskjútti í donsku superliguni, menn
enn hevur hann ikki funnið vegin til meskarnar hetta
kappingarárið. – HM er framvegis ein dreymur hjá mær.
Men tað snýr seg fyrst og fremst um, at eg skal finna
støðið frá seinasta kappingarári aftur, sigur Marc
Nygaard við Politikken. Nygaard hevur sjey ferðir spælt á
danska A-landsliðnum.