Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 Frem skavaði sær eitt stig Tað eydnaðist Jónas Tór Næs og liðfeløgum hansara í danska 1. deildarfelagnum, Frem at bjarga sær eitt stig í evstu løtu í gjár. Frem spældi á útivølli ímóti FC Vestsjælland. FC Vestsjælland legði seg á odda, tá 25 minuttir vóru farnir. Leingi var líkt til, at dysturin fór at enda 1-0 til vestursælendska felagsliðið, men í yvirtíðini eydnaðist tað Frem at javna til 1-1 og fáa eitt stig við sær til Valby. Frem liggur tó enn undir niðurflytingarstrikuni. Liðið hevur bert fingið seks stig í 11 dystum. Hegga skal venja 07 Vestur Í gjárkvøldið varð sáttmáli undirskrivaður millum 07 Vestur og Jógvan Hendrik Samuelsen – Hegga – sum við hesum verður høvuðsvenjari hjá felagnum í 2010. Hegga hevur, síðani FS Vágar og SÍ gingu saman og stovnaðu 07 Vestur, verið knýttur at felag- num. Hann hevur hesi bæði árini verið hjálparvenjari hjá Piotr Krakowski, eins og hann hevur verið venjari hjá Unglingunum hjá 07Vestur. Tá Hegga nú er settur sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, er tað í tráð við politikkin, sum í mestan mun er at byggja felagið upp við egnum fólki. Málið er tó greitt, nevniliga at vinna sætið aftur í fremstu deildini sum skjótast. . Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 2 2 - 0 6 0 6 4 2 Mjølnir 1 1 - 0 3 0 3 2 3 Dráttur 2 1 - 1 5 3 2 2 4 Fleyr 2 1 - 1 3 5 -2 2 5 TB 0 0 - 0 0 0 0 0 6 KÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 7 ÍF 2 0 - 2 0 6 -6 0 Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 2 2 - 0 6 2 4 4 2 Mjølnir 1 1 - 0 3 1 2 2 3 Fleyr 2 0 - 2 3 6 -3 0 4 ÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 98 56 42 6 2 Tjaldur 3 3 - 0 - 0 106 70 36 6 3 Neistin 3 2 - 0 - 1 77 77 0 4 4 VB 2 0 - 0 - 2 42 59 -17 0 5 StÍF 2 0 - 0 - 2 45 65 -20 0 6 VÍF 3 0 - 0 - 3 67 108 -41 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 4 3 - 0 - 1 125 113 12 6 2 VÍF 4 2 - 0 - 2 122 114 8 4 3 H71 4 2 - 0 - 2 103 95 8 4 4 StÍF 3 2 - 0 - 1 82 76 6 4 5 Kyndil 4 2 - 0 - 2 110 114 -4 4 6 KÍF 3 0 - 0 - 3 61 91 -30 0 Máltindurin, hondbóltur Sunset-kappingin Adina Petrea Tjaldur 37 (3) Cornelia Rimbu Tjaldur 23 Valentina Suciu Stjørnan 23 (8) Liljan Durhuus VÍF 18 (3) Simona Petersen Stjørnan 18 (4) Jacklin Durhuus Neistin 17 Annika Thomsen Tjaldur 15 Katrin á Neystabø Neistin 15 (4) Roxanna Bodirlau StÍF 14 (3) Marinela Patru Tjaldur 13 Halla Midjord VÍF 12 Joan M. Djordjevic Stjørnan 11 Rebekka Justinussen StÍF 10 Sára Samuelsen VB 10 (1) Anja Heinadóttir Neistin 9 Atlantic Airways-kappingin Poul Kjartan Dam H71 36 (11) Sámal Joensen VÍF 34 (10) Cristian Preda StÍF 29 (2) Bárður Johannesen Kyndil 27 David Edvardsen Neistin 27 (6) Agnar Joensen VÍF 23 Jugoslav Djumic Neistin 21 Bjarti Hansen VÍF 21 Gabriel Stanciu StÍF 21 (3) Josef Abrahamsen Kyndil 21 (5) Heini Hanusarson Neistin 19 Høgni Klein Kyndil 16 Ingi Olsen Neistin 16 Birgir Poulsen Neistin 15 Dánjal Tórgarð H71 14 (4) Mál (br.) Eingin av italsku heims­ meistarunum eru á listanum yvir teir 30, sum eru í uppskoti til at fáa gylta bóltin frá France Football Seks spanskir europameistarar eru á listanum hjá France Football, sum eisini telur fimm brasilumenn, fýra bretar og fýra fraklendingar. Til samans eru 30 nøvn á listanum hjá France Football, men hóast hetta er helst lítil ivi um, at at slagið fyrst og fremst stendur millum Lionel Messi úr Barcelona og Cristiano Ronaldo, sum nú spælir í Real Madrid. Ronaldo vann í fjør gylta bóltin í dysti við júst Messi, men eftir framúrskarandi kappingarárið í Barcelona, har Messi vann tað, sum vinnast kundi – umframt at hann í Champions League finaluni skoraði móti Manchester United og Ronaldo, er lítil ivi um, at lítli argentinski bóltsnillingurin er heitasta uppskotið. 13 av teimum 30 spælarunum koma annars úr sponsku Primera. 10 eru úr ensku Premier League, sjey úr italsku Seriu A, fýra úr týsku Bundesliguni og ein einstakur er úr bestu fronsku deildini. Tað eru umboð fyri ítróttarpressuna hjá UEFA-londunum, sum greiða atkvøða. Listin hjá France Football er hesin: Andrey Arshavin (Arsenal), Karim Benzema (Real Madrid), Iker Casillas (Real Madrid), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Diego (Juventus), Didier Drogba (Chelsea), Edin Dzeko (Wolfsburg), Samuel Eto'o (Inter Milan), Cesc Fabregas (Arsenal), Fernando Torres (Liverpool), Diego Forlan (Atletico Madrid), Steven Gerrard (Liverpool), Ryan Giggs (Manchester United), Yoann Gourcuff (Bordeaux), Thierry Henry (Barcelona), Zlatan Ibrahimovic (Barcelona), Andres Iniesta (Barcelona), Julio Cesar (Inter Milan), Kaka (Real Madrid), Frank Lampard (Chelsea), Maicon (Inter Milan), Lionel Messi (Barcelona), Luis Fabiano (Seville), Franck Ribery (Bayern Munich), Wayne Rooney (Manchester United), John Terry (Chelsea), Nemanja Vidic (Manchester United), David Villa (Valencia), Xavi (Barcelona), Yaya Toure (Barcelona). Gylti bólturin skal finnast jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Í fjør tók Ronaldo móti gylta bóltinum, men nógv bendir á, at hann í ár má taka til takkar við heiðrinum sum næst-besti spælarin í Europa