Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 200 - 20. oktober 2009 Meginparturin av Før oya Løgtingi vil í dag hava fleiri val­ dømi, tá valt skal verða á ting. Tað stað­ fest ir spurn ar kanning mill um tingfólkini Valdømi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Beint nú vil fleirtalið á Før­ oya Løgtingi venda aftur til eina skipan við fleiri val­ dømum. Hetta vísir spurnar kann­ ing millum Løgtings limir­ nar, sum Sosialurin hevur gjørt. Kanningin vísir, at skuldi verið trýst á knøttirnar í tingi num, um eitt uppskot at skipa Føroyar aftur í fleiri valdømi, so høvdu 17 trýst á ja­knøttin, meðan 15 høvdu trýst á nei­knøttin. Sjálvur spurningurin, sum Sosialurin setti teim­ um 33 tingfólkunum er so ljóð andi: »Um eitt uppskot varð lagt fyri Føroya Løgting um at skipa Føroyar aftur í fleiri valdømi, høvdu tygum at kvøtt ja, nei – ella blankt.« 32 vildu svara, men seinasta tingfólkið vil ikki svara tílíkum ja ella nei spurn ingum, og tí ber ikki til at siga, hvat Kári á Rógvi heldur um valdømir. Fyri og ímóti Tá Sosialurin gjørdi kann­ ingar vóru trý ymisk argu­ ment drigin fram, hví tað skal broytast aftur ella hví tað skal vera verandi. Tó segði onki tingfólk, at tað var fyri at sleppa á ting aft­ ur sjálvt. 1. Hetta er tað mest idiot­ iska, eg nakrantíð havi tikið und ir við. Ætlanin var at sleppa undan lokalpolitikki og hava landspolitikk, men tað hevur ongantíð verið so nógv lokalidiotisma, sum síðan vit broyttu skipanina. Og tí havi eg broytt støðu. 2. Skipanin er so mikið nýggj, og tí ber ógjørligt til at siga, um politiska støðan í dag, veruliga vísir, at skipan in hevur dumpað. Vit mugu síggja, hvat fer at hen da og geva skipanini tíð. 3. Tað er upplagt at hava Føroyar sum eitt valdømi. Tað tekur minni enn ein tíma at ferðast ímillum 85 pro sent av landinum, og tí skal tað sjálvandi vera eitt val dømi. Hetta vóru argumentini, sum ávís tingfólk komu við, til sínar hugsanir um val dømi. Streymoy vil eitt Verður hugt at bústøðunum hjá ymisku tingfólkunum, so eru greiðir tendensir at síggja. Tingfólk á Streym­ oynni – og serliga í Tórs­ havn – vilja helst, at Føroyar eru eitt valdømi. Men eisini í Havn eru tingfólk, sum helst vilja, at farið verður aft ur til eitt valdømi. Tað eru teir báðir Bjarni Djur­ holm og Óli Breckmann. Hóast teir báðir fyrr hava verið fyri at hava Føroyar sum eitt valdømi. Bjarni Djur holm legði uppskot fram um eitt valdømi longu í 90unum, meðan Óli Breck mann tók undir við at broyta skipanina í 2007. Ein annar, sum hevur broytt hugsan – síðan tað var trýst á knøttarnar – er Heðin Zachariasen, sum býr í Norðstreymi, og nú held ur, at tað aftur skulu vera fleiri valdømi. Men hinir báðir, sum eru bú sit­ andi í Norðstreymi vilja halda fast við eitt valdømi. Hinumegin hava vit øll hini gomlu valdømini, har meirilutin av tingfólkunum, sum búgva har, allastaðni vilja hava fleiri valdømi. Tó er meirilutin sera tepur í Eysturoy. Kvinnur vilja eitt Hyggja vit at kynunum, so kunnu vit staðfesta, at kvinnurnar eru best nøgdar við eitt valdømi. Fýra av fimm kvinnum meta nevni­ liga, at haldast skal fast við eitt valdømi. Hetta kundi verið greitt frá, við at sjey kvinnur vórðu valdar á ting, tá val var í einum valdømi, meðan til valið í 2004 vórðu tríggjar kvinn ur valdar inn á ting. Í hesum sambandi, kann eisini nevnast, at allar kvinnur nar á tingi – tá at kvøtt var fyri at gera Før­ oy ar til eitt valdømi – tóku undir við hesum. Fólkaflokkurin vil fleiri Í Fólkaflokkinum er stórur meiri luti at fara aftur til fleiri valdømi. Seks av sjey ting monnum høvdu nevni­ liga sagt ja, um tað bar til at velja, at Føroyar aftur skuldu í fleiri valdømir. Og støðan er næstan tann sama í Javnaðarflokkinum, har fýra av seks tingfólkum – í løtuni – høvdu tikið undir við fleiri valdømum. Í Tjóðveldi er støðan nær um tann øvugta. Fimm av átta tingfólkum vilja nevni liga hava eitt val­ dømi. Í seinasta stóra flokkinum er nærum púra javnt. Tí trígg ir sambandsmenn vilja hava eitt valdømi, meðan fýra vilja hava fleiri. Teir minnu vilja eitt Hyggja vit at minnu flokk­ unum, so kunnu vit stað­ festa, at ein meiriluti í Mið­ flokkinum vil kunna verða valdur um alt landið, sam­ stundis, sum tann í Sjálv­ stýrisflokkinum – sum vil svara – eisini vil, at øll í landi num kunnu velja seg. Lítil meiriluti Men staðfestingin um meiri lutan má takast við ein um fyrivarni, tí í løtuni sit ur Mikkjal Sørensen á tingi fyri Andreas Petersen fyri Javnaðarflokkin, og tá hendan vikan er av, kemur gøtu maðurin aftur á ting. Sosialurin hevur spurt Andreas Petersen, hvat hann heldur, men hann sig­ ur seg ikki vita, hvat hann hevði trýst á. Men hann var upprunaliga fyri at gera Før oyar til eitt valdømi. Skuldi hann tó havt skift hugsan, so er hann ikki tann einasti. Kári á Rógvi má eisini nevnast, tí hóast hann ikki vil svara, so bendir á, at Sjálvstýrisflokkurin er samd ur um at vilja hava eitt val dømi. Men hetta kann ikki sigast við vissu, tí Kári á Rógvi »boykottar ja ella nei spurningum« Løgtingið fyri flei Fyrstu svarini farin Íslendska stjórnin hevur nú svarað nøkrum av spurningunum, sum hon fekk frá ES­nevndini herfyri í sambandi við umswóknina um limaskap. Tað sigur Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, við Morgunblaðið. Sambært samtyktini í Altinginum skal stjórnin manna eina samráðingarnevnd og nakrar serligar arbeiðsbólkar. Tað er ikki gjørt enn, men verður gjørt fyrsta dagin, sigur ráðharrin. ES­kommiserurin Olli Rehn segði herfyri, at íslendska umsóknin kann viðgerast skjótt, men tað er treytað av, at íslendingar skunda sær at svara spurnignunum. Danir loyva gassleiðing Í fleiri mánaðir hevur Russland lagt trýst á Danmark fyri at fáa danir at loyva russiska gassfelagnum Gazprom at leggja eina rørleiðing eftir havbotninum í danska partinum av Eystrasalti. Nú hevur Danmark slakað, og russar fáa tað neyðuga loyvið í dag, skrivar Politiken. Ígjøgnum ta nýggju leiðingina skulu russar senda gass úr russiska býnum Vyborg til Greifswald á týsku norðurstrondini. Fleiri lond eru ímóti leiðingini. Tey vísa á, at við henni kunnu russar steðga gassinum til Mið­ og Eysturevropa, men framvegis senda gass til Vesturevropa. Lagt til rættis: Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Jón Tórur Einarsson 25. oktobur 2007 atkvøddi Føroya Løgting fyri, at Føroyar skuldu vera eitt valdømi, tá val til Løgtingið skuldi vera næstu ferð. Nú er rákið hinvegin. Ein lítil meiriluti er í tinginum beint nú fyri at gera Føroyar aftur til fleiri valdømi