týsdagur 20. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 200 - 20. oktober 2009
Allir sangirnir hjá
Páll Finni Páll verða í
næsta mánaði givnir
út sum fløgusavn og
sum teknirøð.
TÓNLEIKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hálvan november gevur tón
leikabólkurin Páll Finnur
Páll rúgvusmikið tilfar út. Í
pakkanum, sum nevnist
»Du ved, at gjørt er gjørt«,
eru allar tríggjar fløgurnar
og ein spildurnýggj live
fløga, sum varð upptikin á
ólavsøku fyrr í ár.
Vit eru fyrst og fremst
ein livebólkur, og vit hava
leingi ætlað at geva eina
konsert út á band. Tá vit
hoyrdu ráupptøkurnar frá
ólavsøkuni, vórðu vit ikki í
iva,
sigur
Páll
Oddur
Rubeksen, annar sangarin í
Páll Finnur Páll.
Í pakkanum er eisini ein
teknirøð, sum listarmaðurin
Heiðrik á Heygum hevur
gjørt. Hann hevur gjørt eina
mynd til hvønn sang og sett
alt saman til eina søgu.
Teknirøðin er ikki bara
snøgg, hon er spennandi.
Sangirnir fáa eina nýggja
dimensjón,
eina
nýggja
tulking frá einum øðrum
listarligum horni, sigur Páll
Oddur Rubeksen.
Allir sangtekstirnir eru
prentaðir
í
húsanum.
Akkordirnar eru tiknar við,
so áhugað kunnu sita har
heima og fylgja við.
Fólk venda sær javnan
til okkara at biðja um
akkordirnar til ymisku sang
irnar. Nú fáa tey alt í einum,
sigur sangarin í Páll Finnur
Páll, sum væntar at skipa
fyri einari útgávukonsert
miðskeiðis í november, tá
pakkin kemur út.
Meir enn 40 sangir er á
»Du ved, at gjørt er gjørt«.
Tær báðar fyrstu útgávurnar,
Bermenn frá 2003 og Førist
frá 2005, hava verið útseldar
í nøkur ár.
Heitið á pakkanum stavar
frá einum lagi á Førist, sum
nevnist Dýr Tíð.
Vit hildu, at tað hóskaði
rættiliga væl til savnið. Tú
veitst, at gjørt er gjørt, men
vit gera tað kortini, sigur
Páll Oddur Rubeksen.
Páll Finnur
Páll sum
teknirøð
Páll, Finnur og
Páll, soleiðis
sum Heiðrikur á
Heygum hevur
teknað teir
ST-dagur í NorðurlaNdahúSiNum
Tiltakið byrjar klokkan 15 og endar klokkan 17.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
ST – SáTTmálar – gera Teir nakran mun?
elin mortensen, stjórnmálafrøðingur og forkvinna
í Amnesty International Føroya Deild
Føroyar á javnSTøðuleið
– niðurSTøður Frá CeDaW nevnDini
Pól egholm, cand.merc., málsviðgeri á
Sendistovu Føroya í Keypmannahavn,
Uttanríkisráðið
reThinking emPoWermenT – CeDaW aS a Tool
Prof. Dr. jur. herdís Thorgeirsdóttir, sakførari og lektari
við Bifrost, lærustovn í Íslandi. Forseti í European
Women Lawyers’ Association, sí www.ewla.org
OrðSTýrArI vErðUr DOrIT HAnSEn,
cAnD.mAg.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Javnstøðunevndin og demokratia
skipa á st degnum 24. oktober
fyri tiltaki um CedaW, sum er
kvinnurættindasáttmálin hJá st
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21