týsdagur 20. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 200 - 20. oktober 2009
Tað er ikki á hvørjum
degi, at allir seks
flokkar á tingi saman
seta eitt uppskot
fram, men tað hendir
í málinum um skerj
an av útláti av veður
lagsgassum. – Tað
hevur ómetaliga
stóran týdning
út eftir, at vit standa
saman. Hetta er
ein tjóðarsemja,
sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í
umhvørvismálum
ÚTLÁT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Annika Olsen, lands stýris
kvinna í umhvørvismálum,
legði fyrrapartin í gjár eitt
einmælt »Uppskot til sam
tyktar um at skerja føroyska
útlátið av veðurlagsgassum«
fram á einum tíðindafundi í
Løgtinginum.
Hvussu stóran dent leggur
so landsstýriskvinnan á, at
tað eru allir flokkar á tingi,
sum eru samdir um at leggja
uppskotið fram.
Tað hevur ómetaliga
stóran týdning. Tað politiska
kjakið, sum hevur verið í
politiska
fylgibólkinum,
hev ur verið ómetaliga gev
andi og hevu víst, at vit
hava eitt felags stev í hesum
máli. Tað hevur ómetaliga
stóran týdning, at vit fáa
eina breiða semju í hesum
máli, tí hetta er eitt mál,
sum røkkur tvørtur um
fleiri samgongur, og tí var
neyðugt, at hetta gjørdist
eitt felags mál fyri andstøðu
og samgongu, sigur Annika
Olsen.
Landsstýriskvinnan sigur,
at semjan eisini fer at hava
stóran týdning í mun til tað
mandat, sum Føroyar fara
at hava úteftir í sambandi
við veðurlagsráðstevnuna í
Keypmannahavn í desemb
er, og tann sáttmála, sum
hon vónar verður undir
skriv aður har.
So sjálvt um tað sær eitt
sindur dapurt út beint nú,
so hava vit í hvussu er eitt
mandat at fara í samráðingar
um sjálvan sáttmálan, sigur
Annika Olsen.
Skal fremjast
Tað er eingin loyna, at tað
verri enn so er vanligt, at
allir flokkar á tingi eru
samdir um at leggja eitt
uppskot fram, so hevur tað
verið trupult at finna fram
til semju.
Nei, eg haldi ikki, at tað
hevur verið trupult. Eg
haldi, at øll hava sæð týdn
ingin av hesum málinum.
Tað eru sjálvandi summi,
sum hava ynskt at fingið
onnur ting við og ynskt ein
størri niðurskurð, men tá
alt kemur til alt hava vit
sama hugburð um hetta
málið, og tí hevur tað ikki
verið so trupult at finna
eina semju, sigur Annika
Olsen.
Tað hevur eisini verið ein
politiskur fylgibólkur, sum
hevur málinum, og lands
stýriskvinnan heldur, at tað
hevur verið ógvuliga kon
struktivt íkast til kjakið,
sum hesin fylgibólkur er
komin við.
Tað hevur eisini týdning
at nevna, at eingin er
ósamdur í tí, sum komið er
fram til, og øll taka undir
við tí, sjálvt um onkur
kanska hevur onnur ynski.
Og tað vísir eisini, at vit í
veruleikanum hava eina
tjóðarsemju í hesum málin
um, sigur Annika Olsen.
Hevur tað so størri tyngd,
at tað er eitt samlað løgting,
ið stendur aftan fyri upp
skotið við atliti til veður
lagsráðstevnuna, sum verð
ur í Keypmannahavn í de
sember.
Avgjørt. Tað hevur nógv
størri týdning, enn vit geva
okkum far um. Og eg vil
takka andstøðuni fyri at
vera ótrúliga konstruktiv í
hesum málinum og givið
sítt dygga ískoyti. Tað hevur
eisini havt sína ávirkan og
hevur førka nøkur ting, so
eg haldi, at vit hava eitt gott
mál, sum vit kunnu semjast
um í hesum førinum, sigur
Annika Olsen.
Hon leggur dent á, at
sjálvt um eingin sáttmáli
verð ur
undirskrivaður
í
Keyp mannahavn,
so
er
semja um at fremja hetta
uppskotið kortini.
Hetta fer at styrkja okk
ara búskap, tá vit fara at
leggja um frá fossilum
brennievni, altso olju, yvir
til meira varandi orkukeldur,
sigur Annika Olsen.
Fyrsta stigið
Tað hevur nakað av rumbli
staðist uttan um veður lags
ráðstevnuna í Keypmanna
havn. Eitt nú hevur sam ráð
ingarleiðarin hjá um hvørv
isráðharranum,
Conn ie
Hede gaard, Thomas Becker,
lagt frá sær vegna ruðul í
skjølunum, og USA er
kom ið við negativum út
sagn um, so hvørjar vónir
hevur landsstýriskvinnan
til ráðstevnuna í Keyp
manna havn.
Man skal jú ongantíð
geva upp uppá forhond. Vit
eru í einari ógvuliga við
brekn ari tíð nú. Tað styttist
fram móti jólum og sjálvari
ráðstevnuni, men eg eri
onga løtu í iva um, at tá alt
kemur til alt, so síggja fólk
álvaran í hesum, og at ein
semja verður gjørd, sigur
Annika Olsen.
Hon sigur, at tann semjan,
sum flokkarnir her heima
hava funnið, hevur avgjørt
ógvuliga nógv at siga. Hetta
er fyrsta stigið, og lands
stýris kvinnan
vónar,
at
Føroyar kunnu síggjast aft
ur í sjálvum sáttmálanum.
At kunna vísa, at Før
oyar standa sum eitt navn á
einum sáttmála, tað er tað,
vit fara eftir, sigur lands
stýriskvinnan.
Ómetaligan
týdning
at standa
saman
Annika Olsen heldur, at tað er av alstórum týdningi, at tað er eitt samt Løgting, ið tekur undir við uppskotinum um at skerja
útlátið av veðurlagsgassi
Mynd: Jens Kristian Vang
Rick viknaði
Í fleiri dagar hava fólk har norðuri í Meksiko gingið við ótta
og bíðað eftir ódnini Rick, sum var á veg ímóti landi uttan úr
Kyrrahavinum, og sum sambært veðurfrøðingunum var tann
riongasta í fleiri ár. Men nú hava veðurfrøðingarnir boðað frá,
at Rick er viknað so nógv, at nú er talan um ein tropiskan
storm nú. Samstundis fyrireika fólk í Filipsoyggjunum seg til
ódnina Lupit, sum nærkast tí norðara partinum av landinum.
Veðurmenninir siga, at Lupit kann blíva verri enn tær báðar
ódnirnar, sum fyri nøkrum vikum síðani kravdu 850
mannalív.
Sløkkiútgerð stolin
Landsverk skrivar á heimasíðu sínari, at onkur hevði fragd av at stjala
eldsløkkiútgerðina í Norðskálatunlinum um vikuskiftið. Fráboðanar
skipanin í tunlinum fór ígongd klokkan hálvgum tvey fríggjanáttina, og
alt fyri eitt varð staðfest, at fráboðanin stavaði frá fýra neyðtelefon
skápum í tunlinum. Bummarnir fóru niður sjálvvirkandi og Norðskála
tunnilin varð stongdur. Politiið fór á staðið og kundi staðfesta, at talan
ikki var um nakað óhapp í tunlinum, og tunnilin varð latin upp aftur
fyri ferðslu. Nærri kanningar vístu, at orsøkin til fráboðanina úr
teimum fýra ymisku neyðtelefonskápunum í Norðskálatunlinum
fríggjanáttina var, at eldsløkkjararnir í júst hesum skápum vóru
horvnir.