mikudagur 21. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 201 - 21. oktober 2009
Hóast 14 av 20
stillarum á listanum,
har Brandur Sandoy
varð valdur, hava heitt
á hann at skifta støðu
í kommunustýrinum,
so vil hann ikki
bakka. – Tað eru seks
stillarar, sum ikki
hava skrivað undir,
sigur Brandur Sandoy
við Sosialin
Valdsstríð
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
At senda brøv er vorðið tað
heilt stóra á Sandi. Fyrst
fekk Páll á Reynatúgvu eitt
bræv, har tað varð heitt á
hann at leggja frá sær sum
borgarstjóri. Síðan fekk Páll
á Reynatúgvu aftur eitt
bræv, har heitt var á hann at
skipa soleiðis fyri, at eyka
kommunustýrisfundur varð,
so at nevndirnar kundu velj
ast av nýggjum. Og í gjár
avdúkaði Dagur og Vika hjá
Kringvarpinum, at Brandur
Sandoy, sum ikki longur vil
stuðla Pálli á Reynatúgvu,
hóast teir vórðu valdir á lista
saman, eisini hevði fingið
eitt bræv.
Hvørki av fyrru brøvun
um hevur enn givið nakað
ítøkiligt úrslit, og Brandur
Sandoy staðfestir, at heldur
ikki brævið, sum Dagur og
Vika hjá Kringvarpinum í
gjár avdúkaði, fer at fáa
nakra ávirkan.
Eg ætli mær ikki at
bakka ein tumma. Einans
14 av teimum 20 stillarunum
heita á meg at broyta støðu.
Tí eru framvegis seks, sum
stuðla mær, sigur Brandur
Sandoy, tá Sosialurin spyr
hann um brævið, sum varð
umrøtt í Degi og Viku hjá
Kringvarpinum.
Brandur Sandoy leggur
afturat, at yvir 200 fólk
valdu listan, har hann var
uppstillaður, og at tað bara
eru 14, sum vilja hava hann
at broyta støðu.
Tú kanst siga, at eg ikki
havi broytt støðu. Eg haldi
fast við tað eg segði, stað
festir Brandur Sandoy.
Hóast Páll á Reyna
túgvu fyri tíð síðan
staðfesti, at hann
ætlar at leggja frá sær,
so staðfesta útsøgnir
í Degi og Viku hjá
Kringvarpinum í gjár,
at hetta ikki er heilt
víst
Valdsstríð
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eljustríð hevur verið í
kommunustýrinum á Sandi
í fleiri mánaðir, eftir at tað
kom fram, at fýra av sjey
bygdarráðslimum heittu á
Páll á Reynatúgvu at leggja
frá sær sum borgarstjóri.
Stutt eftir brævið, staðfestir
Páll á Reynatúgvu í lesarar
brævi, at hann vildi leggja
kongin, og at hann á einum
komandi kommunustýris
fundi, fór at leggja frá sær.
Men okkurt er broytt
síðan tá.
Tað kom fram í Degi og
Viku hjá Kringvarpinum í
gjár,
tá
tíðindamaðurin
spurdi
borgarstjóran
á
Sandi, hvør verður borgar
stjóri á Sandi um hálvt ár.
Verður tað ikki eg
sjálvur, so veit eg ikki hvør
alternativið er, staðfesti Páll
á Reynatúgvu í Degi og
Viku í gjár.
Undrar ikki
Henda útsøgn hjá Pálli á
Reynatúgvu undrar tó ikki
Brand Sandoy, sum ikki
longur hevur álit á borgar
stjóranum á Sandi, hóast
teir vórðu valdi á lista sam
an.
Hetta var tað, vit rokn
aðu við alla tíðina. Men tað
er altíð upp til borgarstjóran,
hvat hann velur, sigur
Brandur Sandoy
Sambært kommunustýris
lógini verða borgarstjórar
valdir fyri fýra ár í senn, og
kunnu ikki krevjast frá und
ir vanligum fyritreytum.
Páll umhugsar
fráfaring
Brandur
óbroytta
støðu
Hóast Páll á Reynatúgvu alment hevur boðað frá, at hann fer at leggja frá sær sum borgarstjóri á
Sandi, so sáar hann iva um tað í almennari útsøgn
Eitt fleirtal av stillarunum, sum stillaðu Brand
Sandoy upp til kommunuvalið á Sandi, vilja hava
hann at broyta støðu í kommunustýrinum, men tað
ætlar Brandur Sandoy ikki
Tikin fyri krígsbrotsverk
Løgreglan í Kroatia hevur tikið sjey fyrrverandi hermenn,
sum eru undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk undir
borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum. Kroatisku
myndugleikarnir eru sera fáorðaðir um málið, men ein
talsmaður fyri løgregluna sigur, at ein frágreiðing kemur
seinni. Kroatiska sjónvarpið sigur, at teir tiknu eru undir
illgruna fyri at hava skotið fimm serbiskar fangar har vesturi í
Bosnia í september í 1995, tá kroatiskir hermenn og bosniskir
muslimar søktu at serbiska herinum.
Obama drápshóttanir hvønn dag
Tá George W. Bush var amerikanskur forseti, fekk hann
einar sjey ella átta drápshóttanir um dagin í meðal, men
síðani Barack Obama loysti hann av, hava drápshóttaninar
ímóti amerikanska forsetanum verið 30 um dagin.
Almenningurin fær sjáldan nakað at vita um hóttaninar, og
tað er tann serliga trygdartænastan hjá forsetanum, Secret
Service, sum kannar tær. Okkurt er tó likið út. Eitt nú hava
fjølmiðlarnir skrivað um ein 59 ára gamlan mann í
Kalifornia, sum er ákærdur fyri at hava sent Obama
drápshóttanir.