Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 201 - 21. oktober 2009 tíðindi Motorstopp gav streym slit Tað var ein motorur á Sundsverkinum, sum gekk fyri, tá alt meginøkið endaði í streymloysi seinna partin í gjár SEV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Klokkan var á leið 17.30, tá motorurin steðginum, og trygdarskipanin eftir fylgjandi steðgaði hinum motor­ unum eisini. Finn Jakobsen, deild arstjóri á SEV, sigur, at ein motor ur á Sunds verkinum brádliga steðg aði. Hetta hevði við sær, at trygdarskipanin, sum verjir teknikkin, gav eitt stoppsignal, so allir motorarnir í skipanini steðg aðu. Um sekstíðina vóru motorarnir á Sundi og turbinurnar á Eiði kom nar í gongd aftur, men trupulleikar við upp­ start inum av turbinunum í Vestmanna gjørdu, at tað tók longri tíð enn ætlað at kobla streymin til aft ur, sigur Finn Jakobsen. Suðuroy og útoyggjarnar undantiknar Streymurin fór um alt meginøkið. Suðuroy og út ­ oyggjarnar vóru ikki raktar, tí tær eru ikki knýtt ar í netið í megin økinum. Tey fyrstu fingu streym in aftur um hálv gum sjey­ tíðina, eftir at hava ligið í streymloysi í ein lítlan tíma. Hini fingu streymin aftur hálv an tíma seinni ella so. Edward Fuglø við tveimum av verkunum, sum verða sýnd fram í Havn frá fríggjadegnum Mynd: Jens Kr. Vang Fríggjadagin letur listaframsýning hjá Edwardi Fuglø upp í Galeri Focus í Havn LiSt Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edward Fuglø má roknast mill um mest spennandi lista menninar í Føroyum, og frá fríggjadegnum sýnir hann nýggja list fram á Galeri Focus í Havn. ­ Málningarnir hjá Ed ­ ward Fuglø hava surreal ist­ iskt sniðeykenni, tað er innihaldsliga ein vend í føroyskari list Surrealisman lýsir veruleikan klæddan i ein annan ham, sum er meira líkur eini dreymaverð, dømi um surrealistiskar mál arar eru Max Ernst, Salvador Dali og Yves Tanguy, sigur Galeri Focus um framsýningina. ­ Surrealisma er at fara út um veruleikan segði upp­ havs maðurin til surreal ism­ una, rithøvundurin Guill­ aume Apollinaire í 1917. Í dag er surrealisma ein rørsla stovnað av André Breton í 1924, sum man kann síggja at Edward Fuglø speglar sær í. POLitiKKUR Tíðindaskriv Miðskeiðis í desember mán aði í ár fáa limir í Utt­ anlandsnevndini møgu leik­ an at fara til Genevé, har høvuðssætið hjá altjóða handilsfelagsskapinum EFTA liggur. Uppgávan hjá føroysku tinglimunum verður at eygleiða fundir hjá EFTA­tingnevndini. Tað skrivar Uttanríkisráðið. ­ Seinasta heyst var ting­ nevndin hjá EFTA á kunn­ andi vitjan í Føroyum. Vit reistu tá spurningurin um møguliga føroyska eygleiðarastøðu. Hetta fyri at styrkja vitanina og tilvitanina fyri arbeiðinum hjá EFTA. Vit taka tí væl ímóti innbjóðingini, sum nú er komin sigur John Jo hannessen, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. EFTA­tingnevndin er ein pallur hjá tingfólkum í teim um fýra limalondunum Íslandi, Liktinstein, Noreg og Sveis at hittast. Yvir­ skipað nemir tingnevndin við øll mál, sum EFTA við­ ger. Seinnu árini hevur tingnevndin serliga viðgjørt handilsavtalur við triðja­ lond, sum EFTA hevur sett í gildið. ­ Føroyska eygleið ara­ støðan í EFTA­tingnevndini er ein liður í ætlanini at skapa eitt tættari samstarv millum Føroyar og EFTA londini. EFTA hevur sterk handilssambond uttanfyri Evropa, og er í dag tann felagsskapur, ið hevur eina flest fríhandilsavtalur um allan heim. Tað er einki duls mál, at mongu handils­ avtalurnar, sum EFTA hevur við triðjalond, eru av serligum áhuga hjá Føroy­ um, heldur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri. Løgtingslimir eygleiða EFTA-tingnevnd Edward Fuglø sýnir fram í Havn