týsdagur 27. november 2001síða 1
Tekstur á síðuni
1
Hóast føroyingar í løtuni –
og tað er ikki so løgið -
fylgja mest við, hvussu
gongur við leitingini eftir
olju og gassi her á okkara
egna landgrunni, so vil
framtíðin helst at verða
tann, at vit fara at eygleiða
alt Atlantsmótið undir ein-
um tvs. alt økið millum Før-
oyar og Hetland. Tí leiting,
síðani fund og at enda út-
byggingar á báðum síðum
av Hetlandsrennuni fara so
ella so at kunna ávirka
gongdina báðumegin mark-
ið.
Hetta ásanna vit longu í
dag, har bæði myndugleikar
og oljufeløg við stórum
áhuga fylgja við, hvat hend-
ir á báðum síðum av Het-
landsrennuni. Leiting og
fund øðrumegin markið
kunnu hava týdning fyri
gongdina hinumegin osfr.
Ja stór fund kunnu entá
hoyra báðum økjunum til,
soleiðis
at
tað
verður
neyðugt at finna skilagóðar
loysnir at útvinna hesi fund
– til felags besta. Eitt dømi
um hetta er kanska feltið,
sum Amerada Hess heldur
seg hava fatur á, eitt felt,
sum kann liggja bæði á før-
oyskum og á bretskum øki.
Amerada fer at bora í sínum
loyvi bretsku megin markið
næsta ár, og tann boringin
kann hava stóran týdning
fyri leitingina okkara megin
markið. So hesar boring-
arnar koma uttan iva at
stuðla undir hvørja aðra.
Tað kann hugsast, at
skilagóðar
útbyggingar
báðumegin og tvørtur um
markið kunnu vera okkum
til gangs. Her verður ikki
minst hugsað um ein kom-
andi infrastruktur í øllum
økinum, ið bæði kann
menna gass- og oljufram-
leiðslu.
Vit síggja eisini, hvussu
grannar okkara í Hetlandi,
Orknoyggjum og Skotlandi
hyggja norðureftir og líka-
sum leggja upp til samstarv.
Vit skulu tó ikki verða blind
fyri, at hetta gera teir eisini
fyri at fáa nakað burtur úr
“okkara” olju – og júst tað
sama kann sigast um okk-
um, har vit royna at fáa sum
mest burtur úr teirra olju
við eitt nú at kunna veita
vørur og tænastur um mark-
ið eisini.
Skulu vit tí hyggja longur
fram í tíðina – og tað skulu
vit – so eiga vit at menna alt
økið undir einum og harvið
menna samvinnuna við
okkara næstu grannar.
Alt hetta krevur so, at tað
verða gjørd lønandi olju-
ella gassfund á Atlantsmót-
inum. Tíðin, sum liggur fyri
framman, fer at geva okkum
svarið. Amerada Hess og
hini feløgini í samtakinum
fara at brúka komandi átta
mánaðirnar at finna fram
til, um tey skulu halda fram
við kanningum eitt nú bor-
ingum fyri at vita, um hetta
fundið kann blíva lønandi.
Og um somu tíð fer triðja
samtakið, Agip og Føroya
Kolvetni at gera klárt til
sína boring, ikki so langt frá
Amerda Hess blokkinum.
Aftrat hesum kemur, at
fleiri brunnar verða boraðir
hinumegin markið næsta
ár. Ein kann tí siga, at 2002
verður eitt avgerandi ár fyri
Atlantsmótið.
Vit standa tí við eitt týð-
andi vegamót á Atlantsmót-
inum. Bæði føroyingar, het-
lendingar,
orknoyingar,
skotar og bretar og fyri ikki
at tala um øll oljufeløgini.
Eitt lønandi fund á føroya-
leiðini kann koma at virka
sum ein katalysatorur fyri
alt økið sum so. Og eitt
fund beint hinumegin mark-
ið kann somuleiðis fáa stór-
an týdning fyri okkara øki.
Ætlanin við serblaðnum
tygum hava í hondini í dag
er geva enn eitt íkast til
orðaskiftið um oljuna og
Føroya framtíð. Lesararnir
verða helst kløkkir av, at her
eru greinar á fleiri málum.
Oljuvinnan er ein altjóða
vinna og oljumálið er enskt.
Vónandi bera lesarararnir
yvir við okkum, at vit ikki
hava megnað at umseta allar
greinarnar. Møguliga verða
tær umsettar sohvørt og
settar í aftur blaðið.
Vit fara við hesum at
minna á orðini hjá løg-
manni um at sláa kalt vatn í
blóðið. Olja er funnin, men
tað merkir ikki, at eitt løn-
andi oljufund er gjørt. Tað
vil tíðin vísa. Hetta er so ein
byrjan men heldur ikki
meira enn tað sum ein av
rithøvundunum so rætt vísir
á. Vit mugu ansa eftir ikki at
selja skinnið, fyrr enn
bjørnin er skotin. Og tað er
hon langt frá enn. Góða ráð-
stevnu.
Sosialurin
Vegamót á
Atlantsmótinum
Týsdagur 27. november 2001
OLJUBLAÐIÐ