Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 202 - 22. oktober 2009 Ein 29 ára gamal maður skal gjalda eini kvinnu 5.000 krónur í endurgjaldi fyri, at hann uttan at spyrja hana eftir legði fleiri myndir av henni hálvnaknari á eina heimasíðu InternetkrImI Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ein nú 29 ára gamal segði seg ikki meina tað so ilt, tá ið hann fyri nøkrum árum síðan gjørdi ein profil á internetinum av eini kvinnu og legði fleiri myndir út á netið av henni. Hann nevndi ikki navnið á kvinnuni, ei heldur telefonnummar, og hann skrivaði, at hon búði í Keypmannahavn, sjálvt um hon búði í Føroyum. Yvir­ skriftin var ”Din luder”, og hann viðmerkti, hvat hon hevði at bjóða seksuelt. Tað var bæði eitt og annað. Í rættinum mikudagin viðgekk hann, at hann hevði gjørt nakað býtt. Hann hevði als ikki ætlað at gera kvinnuni ilt, bara at vita, um nakar beit á. 386 ferðir hevði hann verið inni á ávísu heimasíðuni fyri at vita, um nakar hevði verið har. Hetta vóru myndir, har kvinnan var í lítlum og ong­ um. Kvinnan kendi seg æru­ meidda og kravdi tí endur­ gjald. Tann ákærdi segði seg ikki minnst. Hvørjum hann hevði fingið myndirnar frá. Myndirnar vóru á eini fløgu, hann hevði fingið í bý num eitt kvøldið frá onkr um hann kendi. Hann var vinmaður hjá sjeikinum hjá kvinnuni, og tá hesin kom heim av fiski­ skapi, hevði hann sagt hon­ um, at myndir av henni lógu á internetinum. Tá ið teir saman høvdu hugt at mynd­ unun, hevði hann slett að tær á telduni. Angraði Hann viðgekk í rættinum, at hann hevði gjørt nakað býtt, og hann angraði tað. Gerðin hevði eisini kostað vinarlagið við sjeikin hjá gentuni. Ákærin nevndi, at heili 25.000 fólk høvdu møgu­ leikan at síggja myndirnar sum, limir í ávísu skipanini, ið kravdi limaskap fyri at koma inn á hana. Ákærdi viðgekk, at tey, sum kendu kvinnuna, kundu kenna hana aftur á myndunum. Av tí at maðurin játtaði seg sekan, tók tað onga tíð at avgreiða málið í rætt in­ um. Hann slapp við 14 daga treytaðari revsing sum hefti við eitt ára royndartíð. Tað merkir, at hann ikki skal inn at sita, brýtur hann ikki revsilógina aftur í hesum tíðarskeiðinum. Haraftrat skal hann gjalda kvinnuni 5000 krónur pluss rentu fyri tort og sviða, og hann skal gjalda sakføraraq sínum 4.300 krónur + mvg í sakarmálsútreiðslum. Hann tók beinanvegin við dóminum. Dómarin segði í viðmerk­ ingum sínum til dómin, at revsingin var ikki harðari, tí hann ikki hevði nevnt navn á kvinnuni á heimsíðuni, og tí hann segði seg ikki hava ætlað henni nakað ilt. Legði myndir av hálv­ naknari kvinnu á netið Eldur í Kollafirði Seint seinnapartin í gjár var eldur í einum húsum í Kollafirði. Eldurin varð kyknaður í eymhettuni, og tamarhald varð fingið á honum beinanvegin. Bæði løgregla, sløkkilið og ambulansur vóru á staðnum, men ongin mannskaði var. – Roykalarmurin var farin í gongd av einum kortslutningi í eymhettuni, staðfestir vakthavandi á politistøðini í Havn. Roykkavarar vóru á staðnum, men ongin mannskaði var og heldur ongin skaði hendi á húsini annars. Tóku fimm í ein tíma Fimm bilførarar vórðu í gjár tiknir fyri at koyra ov skjótt í Kollafirði. Ferðin á bilunum, ið vórðu tiknir, koyrdu ímillum 105 og 113 kilometarar um tíman. Hesir fimm bilarnir vórðu allir tiknir millum klokkan 19 og 20 í gjár. Hetta vóru tó ikki einastu bilarnir, sum vórðu tiknir í gjár. Fyrr um dagin vóru tveir tiknir fyri tað sama á nærum sama stað. Ferðin hjá teimum var 106 og 108 kilometrar um tíman. Men skjótasti ferðsyndarin varð tikin inni í Kollafjarðartunlinum. 124 kilometrar koyrdi bilførarin. Varpa ljós á trygd á spæliplássum Í september stóð Føroya Kommunufelag fyri skeiði um trygd á spæliplássum, og áhugin var so stórur, at skeiðið verður endurtikið 2. og 3. novembur. Komm­ unufelagið vísir á, at trygd á spæliplássum hevur verið frammi í fjølmiðlunum, og umrøðan vísti, at komm­ unurnar kunnu betra trygdina, soleiðis at børnini ikki koma til skaða á spæliplássunum. Í hesum sambandi fekk Føroya Kommunufelag Ejnar J. S. Hansen hjá Spæliplásseftirlitinum at halda skeið fyri kommunalum starvsfólkum í septembur. Eftir skeiðið hava luttakarar nú kunnleika til standardar um trygd og um eftirlit. Eisini hava teir lært um stoydoyvandi undirlag á spæliplássum og kunnu ráðgeva um trygd viðvíkjandi umbygging av spæliplássum, skrivar FKF á heimasíðu síni. -arni Uttanlandsnevndin eygleiða EFTA Limirnir í uttanlandsnevndini hjá løgtingum sleppa í desember at eygleiða fundir hjá altjóða handilsfelags­ skapinum EFTA­tingnevndini. – Seinasta heyst var tingnevndin hjá EFTA á kunn­ andi vitjan í Føroyum. Vit reistu tá spurningurin um møguliga føroyska eygleiðarastøðu. Vit taka tí væl ímóti innbjóðingini, sum nú er komin, sigur John Jo ­ hannessen, formaður í uttanlandsnevndini hjá løg ting­ inum. EFTA­tingnevndin er ein pallur hjá tingfólkum í teimum fýra limalondunum Íslandi, Liktinstein, Noreg og Sveis at hittast. ­ Føroyska eygleiðarastøðan í EFTA­tingnevndini er ein liður í ætlanini at skapa eitt tættari samstarv millum Føroyar og EFTA londini, sigur Jørgen Niclasen, lands stýrismaður í uttanríkismálum. EK Vága Floghavn millum villastu floghavnir Vága Floghavn er komið í fínt selskap hjá danska ferða fólkaritinum "Turen Går Til". Har hava tey biðið lesararnar sagt sær, hvørjar tær villastu flogbreytirnar í heiminum eru, og her kemur flogvøllurin í Vágum inn á eitt flott 11. pláss. Millum annað verður sagt um flogvøllin, at hann er væl goymdur av vegnum ­ hetta tí tað skuldi vera trupult hjá týsku bumbuflogførunum at bumba vøllin. Eisini verður vísta á, at veðrið er sera skiftandi, tí fjøll og hav umgyrða vøllin, sum við sínum 1250 metrum krevur heilt serligar førleikar at lenda á. Ovast á listanum er annars Paro Airport í Buthan. Ein vøllur, ið er somikið krevjandi, at tað bert eru átta flogskiparar, sum hava serliga loyvið, sum krevst fyri at lenda á vøllinum. -mørk