Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 202 - 22. oktober 2009 Tað er júst í ringum tíð um, fólk hava brúk fyri at fara út og kob la frá við einum góð um kaffimunni, held ur Lis Eklund, sum í næstum letur upp Kaffihúsið í Vágs botni Vinna Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast kreppan hevur rakt mat stovu vinnuna hart, ræð ir tað ikki Lis Eklund frá at lata upp nýtt kaffihús í næst­ um. Saman við manninum Jó hann í Niðristovu ger hon nú dreymin um at bjóða før­ oy ing um ein væl skonkt an kopp av kaffi til veru leika, tá kaffistovan Kaffi hús ið letur upp 1. desember í nýggja bygninginum hjá Fiski mannafelagnum í Vágs botni. Væl skonkt kaffi Nýggja Kaffihúsið fer at borð reiða við ymsum sløg­ um av kaffi og løttum rætt­ um. Eisini verður høvi at munna sær á okkurt sterkari, men tað verður serliga tann væl skonkti kaffimuðurin, sum verður vørumerki hjá Kaffi húsinum. ­ At bryggja ein veruliga góðan kopp av kaffi, er ikki sørt av einum kynstri. Tí hava vit eisini fingið hjálp frá dóttur okkara, sum hev ur arbeitt á Kaffitár í Reykja­ vík, har hon hevur lært at bryggja vælumtóktar kopp­ ar av kaffi sum til døm is Cappucino, espresso, cafe latte o.s.fr, sigur Lis Ek lund, sum nú eisini sjálv er farin undir at læra seg at gera nýggju sløgini av kaffi. Í fyrsta umfari verður Kaffi húsið bert opið í dag­ tímunum, men í summar er æt lanin at hava opið longri út á kvøldarnar. Hartil hava eigar arnir søkt býráðið um loyvi at servera uttandura nú í desember mánaða. Hóast tað kann ljóða held­ ur kalligt við uttandura ser­ ver ing í desember mán aði, ivast Lis Eklund ikki í, at tað fer at verða sera hugan­ ligt. ­ Vit hava fyrireikað okk­ um væl við markisum, hita­ lampum og veggum sum líva fyri vindi. So har skal nokk blíva gott at seta seg nið ur eina løtu við einum glasi av gløgg ella einum kaffi munni og slappa av mitt í øllum jóla skundi num. Tænastu í blóðinum At hjúnini Lis Eklund og Jóhann í Niðristovu tora at fara undir at reka eitt slíkt Kaffi hús í hesum tíðum, hevur sína orsøk. Tí meðan dýraru matstovunar lata aft­ ur ein fyri og onnur eftir í flestu londum, hava so nevn­ du kaffihusini sjáldan verið so væl vitjaði sum nú. ­ Tað má nettup vera í ring um tíðum, at fólk hava brúk fyri at fara út at drekka ein góðan kaffimun og stres­ sa av, uttan at tað nýtist at kosta alla verðina, sigur Lis Eklund. Hon veit, at til dømis í Reykja vík er kaffihúsni hjá ketu ni Kaffitár smekkfull av fólki alla tíðina. Tí skuldi tað eisini undrað hana, um hetta ikki eisni fæst at bera til í Føroyum. Sjálv hevur Lis Eklund drúgv ar royndir í matstovu­ og gistingarvinnuni, bæði sum fyrrverandi stjóri á Hotel Føroyum umframt at hon hevur starvast í ymsum grein um í hesi vinnuni síðani hon var 18 ára gomul. Bæði pápi og abbi hennara vóru útlærdir tænarar, so Lis Eklund hetta onkurs veg na liggur í blóðinum. ­ Mær hevur í øllum før­ um altíð dáma sera væl at hugna um gestir, og hetta at lata upp mína egnu kaffi­ stovu er í grundini ein gamal dreymur, avdúkar Lis Eklund Fyri at geva nýggja Kaffi­ húsi num enn eitt bein at stan da á, hava eigararnir leig að tvey høli á ovaru hædd ini, sum tey fara at leiga út til fundarvirksemi og veitslur. Ætlanin er, at Kaffi húsið skal veita tær tænastur, sum virksemið á ovaru hæddini hevur tørv á. Nýtt kaffihús í Vágsbotni 1. desember letur Lis Eklund upp nýggja »Kaffihúsið« í bygninginum hjá Fiskimannafelagnum í Vágsbotni Bilførarin bleiv burtur Um eitt tíðina í nátt varð ein stórur hvítur vøruvognur funnin við síðurnar av vegnum undir Sandvíkahjalla. Løgreglan kom á staðið, men ongin bilførari var at finna. – Vit vóru við hundi og leitaðu, men sporini blivu burtur uppi á Sandvíkahjalla, staðfestir vakthavandi á politistøðini í Havn. Vakthavandi leggur afturat, at løgreglan hevur ringt til eigaran av bilinum, og fekk at vita, hvør var førari í bilinum í gjár. Men tað eydnaðist ikki løgregluni at finna viðkomandi, og tí ber ikki til at siga, hví bilurin fór av vegnum. Men tað er greitt, at hann var farin í skeiva síðu, staðfestir løgreglan, sum tó ikki vil siga nakað um, hví bilførarin kann vera rýmdur frá hvíta vøruvogninum. Pláta á bil í tunli Um middag í gjár hevur ein bilførari fingið ein ordans hvøkk. Ein pláta í Kollafjarðartunlinum – sum skal syrgja fyri, at vatn ikki kemur á bilarnar í tunlinum – datt niður á ein bil, sum koyrdi í tunlinum. Onnur síðan á bilinum varð illa skøvað, upplýsir løgreglan, og greiðir frá, at tað einasta, sum hendir í einum tílíkum føri, er at løgreglan boðar Landsverki frá at okkurt er galið, og so syrgir Landsverk fyri, at tað kemur í rætt lag aftur.