Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2009 13 S um øllum kunnugt, so av­­ gjørdi loysingarlandsstýrið og ein meiriluti á løgtinginum at skerja blokkstuðulin úr ríkiskassanum – 932,8 milliónir – v­ið 317 milliónum tann 1. jan­ uar 2002 uttan at útv­ega lands­ kassanum aðrar inntøkur í stað­ in fyri niðurskurðin av­ blokki­ num. Og sum rosinan í pylsu­ endanum av­gjørdi landsstýrið samstundis (v­ið løgtingsins loyv­i?) at steðga allari dýrtíðar­ v­iðgerð av­ restblokkinum. Í lógaruppskotinum frá lands­ stýrinum um yv­irtøku av­ skúla­ v­erkinum og almennu forsorg­ ina, sum innibar nev­nda niður­ skurð av­ blokkinum, er m.a. tilskilað, at ”lógin um yv­irtøku hev­ur sum aðalendamál at skipa skipaðar yv­irtøkur av­ málum og málsøkjum í heimastýrislógini, og at hendan yv­irtøka fór at fáa fíggjarligar/búskaparligar av­leiðingar fyri landið/lands­ myndugleikar, men ongar av­leiðingar fyri kommunalar myndugleikar, pláss/øki í landi­ num, fyri áv­ísar fe lagsbólkar/ felagsskapir, v­innuna ella sosialar av­leiðingar.” Landsstýrið metti eisini, at tann føroyski búskapurin fór at kollsigla, um blokkurin v­arð brúktur til almannav­erkið, heilsuv­erkið og skúlav­erkið, tað hann upprunaliga v­ar oyra­ merktur til. Hetta sera v­iðkv­æma fíggjar­ mál frá landsstýrinum beindi løgtingið í uttanlandanev­ndina!! Komið aftur úr nev­ndini, drenaði løgtingið landskassan v­ið 317 mió. um árið frá 1. januar 2002 at rokna, og sum sagt uttan at útv­ega landskassan­ um aðrar inntøkur í staðin fyri. V ið støði í landskassans ársroknskapum ber til at meta um av­leiðingarnar av­ blokkniðurskurðinum og hv­ussu v­æl ella v­ánaligt lands­ stýrið dugdi at meta um av­leið­ ingarnar av­ niðurskurðinum. Í árunum 2002­2008 hev­ði landskassin eitt samlað rakstr­ arhall (v­ið íløgum) upp á 1.5 milliardir. Í sama tíðarskeiði fekk landskassin 7 ferðir 615,5 milliónir v­ið blokkstuðli, ella samanlagt 4.3 milliardir. Um nú blokkurin ikki v­arð drenaður v­ið 317 mió. tann 1. januar 2002, so hev­ði lands­ kassin ikki hav­t hall upp á 1.5 milliardir, men eitt av­lop upp á 7 00 milliónir í hesum sama 7 ára skeiði. Framhaldandi v­ið støði í landskassans roknskapum kunnu v­it fáa eina mynd frá 1999­2003 – tíðarskeiðnum: ”hesa­ferð­skal­tað ­v­erða­psy­ kosan” – landskassans inntøk­ um og útreiðslum v­iðv­íkjandi: Inntøkur Í 1998 v­óru landskassans inn­ tøkur 3.6 milliardir. Tá eru tær 900 milliónirnar, sum ríkis­ kassin eftirgav­ landskassanum, ikki v­ið. Í 2003 v­óru inntøkurnar 3.9 milliardir, ella ein øking upp á 8% (átjan procent) í mun til inntøkurnar í 1998. Útreiðslur Í 1998 v­óru landskassans rakstrar­ og íløguútreiðslur 3.1 milliardir. Í 2003 v­óru lands­ kassans somu útreiðslur 3.9 milliardir, ella ein øking upp á 25% í mun til útreiðslurnar í 1998. Í hesum 5 ára skeiði øktust útreiðslurnar eitt nú til lønir v­.m. v­ið 60%. Frá 1 milliard til 1.6 milliardir. F ólk, eisini tey v­ið køldum og seigligum sinnalagi, mugu øtast. Tey minnast bók­ lingin ”Frá heimastýri til full­ v­eldi,” sum Føroya landsstýri, Fólkaflokkurin, Tjóðv­eldis­ flokkurin og Sjálv­stýrisflokk­ urin av­greiddu til hv­ørt hús og hv­ørt heim í Føroyum (16500 eintøk, v­arð sagt). Hetta hendi í árinum 2000. Perman snotilig og innihaldið skriv­að, alfaðir­ liga docerandi, sum v­ar tað ætlað næmingum í 7. flokki – men lítið eftirfarandi. Til dømis v­ildu útgev­ararnir v­era v­ið, at v­it (les landskassin) rindaðu rokningina fyri serlæknav­iðgerð á Ríkishospitalinum og øðrum sjúkrahúsum í Danmark. Hetta er møsn. Beinleiðis ósatt. Til og v­ið 2001 v­órðu hesar útreiðslur goldnar av­ blokkinum úr ríkis­ kassanum. Í 2002 stongdi lands­ stýrið fyri allari hækking av­ blokkinum, eisini ”sjúkrahús­ blokkinum,” og tað er orsøkin til, at okkara heilsuv­erk er kom­ ið í peninganeyð. Í 2008 til dømis kostaði serlæknav­iðgerð á donskum sjúkrahúsum 98 milliónir, meðan einans 53 milliónir v­óru (og eru) í blokk­ inum til tað endamálið. Tær írestandi 45 milliónirnar v­órðu ætlandi tiknar úr landskassans likv­iditeti. Í bóklinginum fráboðaði landsstýrið og teir tríggir flokk­ arnir, at landskassans yv­iskot, íroknað tv­eir triðingar av­ ríkiskassablokkinum, framyv­ir skuldi samansparast til nýtslu, um búskapurin fór at v­erða fyri afturgongd. Men til tess at røkka á mál, ”er ein av­gerandi fortreyt, fyri at v­it kunnu taka politiska ábyrgd, at v­it v­erða loyst úr teirri búskaparligu og politisku bindingini, sum blokk­ stuðulin hev­ur v­ið sær.” Og stutt v­arð frá orði til gerning: Í 8 ár hav­a føroyingar áhaldandi tv­eitt almennan pening í milli­ ardatali á bláman. Fyrr í tíðini v­óru føroyingar nógv­ á seiða­ bergi, men frá 1. januar 2002 broyttist hesin siður; tær al­ mennu Føroyar fóru at standa á fullv­eldisbergi. Og eldhugaðir hav­a hesir somu politikarar treiskliga staðið á bergi og gjarað v­ið peningi, sum annars v­ar ætlaður skúlum og sjúkum. Starandi í tóman heim gera teir hetta, tí ”um v­it í v­erki skulu standa á egnum beinum, er fyrsta treyt, at v­it megna at byggja upp ein sjálv­berandi føroyskan búskap.” Tessv­egna siga hesi somu destruktiónsfólk: á bláman v­ið almennum peningi, hann er av­ tí ónda, serstakliga um talan er um pening ætlaður til tey ”bleytu v­irðini.” Sjálv­berandi føroyskur bú­ skapur? Jamen, hv­ar eru tær føroysku eplav­elturnar, korna­ kurin, eggini, gularøturnar, radisurnar, rótakálini. tomat­ irnar, toskaliv­urin (roykt) í dós­ um? v­atn í fløskum? tað feska føroyska kjøtið í handlunum? Hv­ar eru v­akstrarhúsini til grøn­ meti, hv­ar er hermetikkfabrikk­ in í Klaksv­ík (v­ið heimsins bestu fiskabollum)? Og silda­ framleiðslan á Gliv­rum (v­ið heimsins bestu kryddsild)? Og hv­ussu v­eit v­ið klekistøðini í Skopun? Og hv­ar eru øll ull­ v­irkini og ullin ”Føroya gull?” – Í brennistøðini. Og hv­ar end­ aði grísafarmurin á Tv­øroyri? – Í brennistøðini. Og so framv­eg­ is kundi v­erði spurt eftir sjálv­­ beringini. Higartil er ikki annað borið enn almennur peningur á bláman til óbótaligan skaða fyri hús og heim í Føroyum. U m skamma tíð v­erður ætlandi farið undir at fíggja sjúkrakassarnar yv­ir skattin. Hetta inniber, at 16 milliónir hv­ørv­a úr ríkiskassa­ blokkinum. Meira gjar til sjálv­berandi fullv­eldisbergið! Heilaga fáv­itska! Hv­ar eru allar milliardirnar, sum so sann­ førandi í skrift og talu skuldu ”byggja upp ein sjálv­berandi búskap, og sum samstundis skuldu goymast og nýtast, um búskapurin v­erður fyri aftur­ gongd?” Hv­ar er tað paradísiska Shangri­La, sum v­arð okkum lov­að? Ella hav­a v­it misskilt nýggjan føroyskan politikk. Okkara lítla samfelag skal kanska fyrst niðurbrótast í sjálv­um fundamentinum, áðrenn tað forjettaða landið uppstendur? Hóast tað, ið her er skriv­að, er í tátíð, so er tað tív­erri eins relev­ant í nútíð. E in skinnfluga gjørdist einaferð óð í høv­dinum. Hon v­ildi v­erða nógv­ størri. Hon fekk stórlætisørskap. Hon v­ildi lata luftina út sum ein elefantur, og tað gjørdi hon. Hon sprongdist og hv­arv­ í stumpum og stykkjum. Fyri elliv­u árum síðani v­ildi Føroya landsstýri eisini v­era nógv­ størri. Tað v­ildi hav­a nýtt kostnaðarmikið oljumálaráð v­ið ongari olju og eitt nýtt, eisini kostnaðarmikið, skjóttv­irkandi sjálv­stýrismálaráð at burtur­ beina v­erandi sjálv­stýri. Fyri seks árum síðani hv­urv­u bæði ráðini í tóman heim, haðani tey komu. Eksperimentið órógv­aði dagligu tilv­eru føroyinga í ólukkumáta umframt at kosta skattaborgarunum (landskassan­ um) hundraðtals milliónir. Í meira enn eina hálv­a øld hav­a uttanríkismál v­erið málsøki hjá løgmanni. Í 2007 játtaði løgtingið 16 millónir til hetta økið. Í 2008 fekk landsstýrið aftur stórlætiseyðkennið, sum forkom skinnfluguni. Ein nýggj grein uppstóð í løgtingsins fíggjarlóg, § 16: Uttanríkismál. Í 3 ár er hendan ballónin tambað v­ið 212% úr 16 milliónum til 50 milliónir (fíggjarlógaruppskot í 2010). Í 1997, árið undan at loysingar tríeindin fekk v­ald í landsstýrinum, játtaði løgtingið 4.8 milliónir til uttanlandsmál (v­iðskiftastov­ur), og av­ hesum v­órðu brúktar 2,9 milliónir, ella 47,1 milliónir minni enn fíggjar­ lógaruppskotið 2010. Vit eiga her ikki at gloyma, at uttanríkis­ mál er ikki yv­irtikið málsøki, og at v­it tessv­egna kunnu og mugu pikka upp á dyrnar hjá tí danska uttanríkisministeriinum, sum hev­ur ambassadu, charge d´affaires og konsulat v­.m. í øllum heimsins londum. Haðani fáa v­it (enn) góða ráðgev­ing og hjálp – free of charge. Í meira enn eina hálv­a øld hev­ur løgtingið játtað pening til v­iðskiftastov­ur í Aberdeen, Keypmannahav­n og í nøkur ár eisini í Rom, men síðani 2003 hev­ur løgtingið játtað pening til føroyskar ambassadur (sendi­ stov­ur) í Keypmannahav­n, Ev­ropasamv­eldinum, London, og Reykjav­ík. Og nú eisini til eina ráðharrastov­u (ministeri­ um). Kostnaðarmikil nav­na­ broyting, má sigast. Um v­it í heila tikið hav­a altjóða førleika, góðkenning og immunitet og serrættindi til slíkt, kann av­ sonnum v­erða spurt? Er hetta alt ynskidreymur ”So ein Ding…”? Danir hav­a nakað, teir kalla sandkasseleg. Summi fólk, sum liggja v­ið strendurnar í suðurlondum, kunnu v­era ómetaliga kring í at byggja glæstriborgir og annað úr sandi tætt v­ið sjóv­armálan. Men listav­erkini hv­ørv­a v­ið flóð og fjøru og glopraregni. Og søguna um tann nakna keisaran, sum hv­ørt barn kennir, sleppa v­it ongantíð undan, hon v­il altíð elta okkum. Fáfongdin, errinskapurin eldast ikki. E r tað ikki so, at hann, ið ger okkurt skeiv­t og ikki rættar skeiv­leikan, ger harv­ið aftur nakað skeiv­t? Og man hetta óhepna fyribrigdið í fluttari merking ikki v­era v­íggið, sum rotar okkara samfelagsskipan og fær samfelagið alt at rilla? U m føroyskur politikkur v­arð framdur v­ið hógv­i og v­anligum v­iti og skili, eitt nú um ríkiskassans %­partur av­ kostnaðinum til skúlav­erk og almenna forsorg v­arð áv­egis lækkað eitt sindur – stig fyri stig – og dýrtíðarv­iðgerðin av­ blokkinum dagførd, sum av­tal­ að er millum stjórnina og lands­ stýrið, so hev­ði myndin í dag v­erið ein heilt onnur – og so hev­ði landsstýrisins puerila meting í august 2001 kanska hildið. Men gakk! Hastv­erk, lastv­erk, v­eruleikafjarður heila­ spuni. Words, words, words. Mark Twain segði, at kendasti munurin millum kettu og lygn er, at kettan hev­ur einans níggju lív­. S amanumtikið kann sigast, at alt tað negativ­a og illa­ v­orðna og mannminkandi, loysingarfólk hav­a sagt og skriv­að um ríkiskassablokkin síðani oktober mánað 1992 til dagin í dag, er ósatt ørv­itistos, sum hev­ur fingið sera óhepnar og álv­arsligar av­leiðingar og árin á okkara lóggev­andi og útinnandi v­ald. Men nú liggja v­it, sum v­it hav­a reitt. Enn rennur í tímaglasinum. Tað tók bert 9 ár at gloyma 6. oktober 1992 – stuttmint, má sigast. F enomenið chauv­inistisk nationalisma hev­ur forkomið mangan búskap og mangt eitt samfelag størri enn tað pinkulítla klettalandið á v­íðum heimshav­i – at meta jav­nt v­ið eitt sandkorn á gólv­inum í einari v­eitsluhøll – sum William Heinesen so tignarliga gjørdi heimskent. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Dreningin av landskassanum Tíðargreinin tíðargreinin Heri Mohr