hósdagur 22. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. oktober 2009 – Nr. 202 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Finnur í Svøríki
Toppskjúttin í føroysku kappingini og ársins stjørnuskot er í løtuni í
Svøríki, har hann venur hjá Gefle, sum spælir í bestu deildini.
Dimmalætting skrivar, at tað er Hans Jacob á Líknargøtu,
umboðsmaður, sum hevur fingið royndarvenjingina í lag. Ikki
óvæntað eru tað mongu málini her í Føroyum, sum hava gjørt Finn
serstakliga áhugaverdan hjá svenska felagnum, sigur
umboðsmaðurin við Dimmalætting.
Pato fekk Madrid
at tiga
Stóra úrslitið í gjárkvøldið kom á Santiago Bernabeu
í Madrid, har Alexander Pato við tveimum málum
fekk heimaáskoðararnar at tagna
Tað var uppgerðin millum teir báðar størstu risarnar í europiskum
fótbólti. Real Madrid móti AC Milan. Kaká móti sínum fyrrverandi
liðfeløgum. Sponsku europameistararnir móti italsku
heimsmeistarunum.
Fasettirnar vóru nógvar og stórar, men fyrstu trý korterini av
dystinum var ikki nakað, sum skapti tann heilt øgiliga spenningin.
Real Madrid var betra liðið, og tað var eisini fult uppiborið, tá Raul
kundi gera sær dælt av stórum málmansmistaki hjá Dida, soleiðis at
hann kundi skjóta Real Madrid framum.
Dida var tó ikki einasti málverjin, sum framdi mistøk á degnum.
Real Madrid tóktist annars hava tamarhald á tí allarmesta, tá Pirlo
royndi eydnuna úr 30 metrum. Canizares, sum annars verður
roknaður millum teir allar bestu í heiminum, var als ikki til reiðar, og
so smoygdi bólturin sær innum. Og heldur ikki var spanski
landsliðsmálverjin ósekur, tá Pato økti til 2-1.
Real Madrid tóktist bjarga nakað av stoltleikanum, tá Drenthe
javnaði eftir hornaspark, men aftur fekk Pato seinasta orðið.
Fyrrverandi Real Madrid-spælarin, Clarence Seedorf, sendi innfyri, og
við handara stólpa stóð Pato og sendi í kassan.
Aðrastaðni í Europa mest sum vissaðu Manchester United og
Chelsea sær víðari luttøku í kappingini. United vann 1-0 á útivølli
móti CSKA Moskva, og í London hevði Atlético Madrid ikki stórvegis
møguleika móti væl upplagda Chelsea, sum vann heili 4-0.
-mørk
Úrslitini í gjárkvøldið
Bólkur A
Bordeaux-Bayern München 2-1
Juventus-Maccabi Haifa 1-0
Bólkur B
CSKA Moskva-Manchester United 0-1
Wolfsburg-Besiktas 0-0
Bólkur C
FC Zürich-Marseille 0-1
Real Madrid-AC Milan 2-3
Bólkur D
Chelsea-Atlético Madrid 4-0
Porto-Apoel Nicosia 2-1
Real Madrid tapti, men Raul
skrivaði sær enn eitt kapittul í
fótbóltssøguni, tá hann javnaði
málmetið hjá týska Gerd Muller
Hann hevur spælt 712 dystir fyri Real
Madrid, og tað hevur eingin annar
spælari gjørt. Hann hevur skorað 321 mál
fyri felagið, og tað hevur heldur eingin
annar gjørt. Og heldur ikki er nakar í nær
námind teimum 226 málunum, sum
hann hevur skotið í liguni. Hann er yngsti
spælarin, sum nakran tíð hevur spælt við
besta liðnum hjá Madrid. Við 44 málum
eigur hann eisini málmetið á spanska
landsliðnum. Seks meistaraheiti og trý
Champions League-heiti hevur hann
verið við til at vunnið, og eingin annar í
Europa hevur spælt eins nógv ella
skorað eins nógv sum hann í Champions
League.
Mikukvøldið var Raul við í 3-2 tapinum
hjá Real Madrid móti AC Milan, og tað í
sjálvum sær var sjálvandi ikki júst tað,
sum spælarin sjálvur ætlaði. Men við
málinum til 1-0 kom hann upp á 66 mál í
Europa, og tað er tað sama, sum meira
enn 30 ára gamla metið hjá Gerd Muller.
32 ára gamli Raul González Blanco er
metmaðurin fram um allar í sponskum
fótbólti, og enn tykist hann ikki hava
ætlanir um at steðga.
Síðani hann í 1992 skifti frá Atlético
Madrid, har ungdóms venjararnir ikki
hildu talentið vera somikið stórt, at hann
skuldi bindast við sáttmála, hevur hann
verið stjørnubarn og fótbóltsgudur í Real
Madrid. Fyrstu dystirnir í
vaksnamannafótbólti spældi hann við
C-liðnum hjá Real Madrid, men 17 mál í 9
dystum vóru nóg mikið hjá táverandi
venjaranum, Jorge Valdano, sum tók
blaðunga áleyp aran upp á besta liðið.
Longu í næsta dystinum skoraði hann
sítt fyrsta mál, tá Michael Laudrup sendi
innfyri úr høgru í granna uppgerðini móti
Atlético, og síðani hevur hann verið
yndisbarnið hjá áksoðarunum. Nakað
sum seinni fekk koleriska Atlético-
forsetan, Jesus Gil y Gil at uppsiga allar
ungdómsvenjararnar í felagnum.
Og so kunnu vit til stuttleika leggja
afturat, at fótbólturin eisini ger um seg
tann partin av lívinum hjá Raul, tá hann
ikki er á fótbólts vøllinum.
Saman við sponsku super modell ini,
Mamen Sanz, hevur hann fýra dreingir,
meðan fimta barnið er ávegis. Og teir
fýra eru allir upp kallaðir eftir kendum
fótbólts spælarum. Teir eru Jorge (eftir
Jorge Valdano), Hugo (eftir Hugo
Sanchez) Héctor (eftir Héctor Rial),
Mateo (eftir Lothar Matthaus).
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Síðani hann í 1994 spældi sín
fyrsta dyst fyri besta liðið hjá
Real Madrid, hevur Raul havt
kongastatus í kongliga spanska
stórfelagnum
Mynd: Polfoto/AP
Kerr hjálpir Írlandi
Føroyski landsliðsvenjarin Brian Kerr skal nú hjálpa Írlandi til
HM-endaspælið. Írland skal spæla tveir sonevndar playoff
dystir ímóti Fraklandi, og Brian Kerr skal nú geva írska
landsliðsvenjaranum upplýsingar um franska landsliðið, sum
Føroyar hava spælt tveir dystir ímóti seinasta árið.- Eg ætli
mær at tosa við teir starvsfelagar, sum hava vitan um franska
landsliðið, sigur Givoanni Trapattoni, sum er landsliðsvenjari
hjá Írlandi - og tað sigur hann við blaðið Herald.