fríggjadagur 23. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 203 - 23. oktober 2009
Størri dent á Norðurlond
Eina ferð um árið viðger grønlendska Landstingið uttanríkispoli
tikkin hjá landsstýrinum, og hesaferð var tað í gjár. Í frágreiðing
ini hesaferð boðaði landsstýrið frá, at tað fer at leggja størri dent
á at menna samstarvið í Norðurlondum. Ígjøgnum Norðurlanda
ráðið ætlar landsstýrið at virka fyri orðaskifti um spurningar
viðvíkjandi tí arktiska økinum, og at Grønlande skal fáa ávirkan á
arbeiðið í ES og øðrum felagsskapum. Á Norðurlandsráðsfundi
num í Stockholm í næstu viku umboða Olga P. Berthelsen úr IA
og Aleqa Hammond úr Siumut Landstingið.
USA vil hava Polanski
Amerikonsku myndugleikarnir krevja nú at fáa tann kenda film
leikstjóran Roman Polanski útflýggjaðan úr Sveis. Myndugleik
arnir í Sveis vátta, at teir hava fingið eina áheitan úr USA um
at senda tann 76 ára gamla leikstjóran yvir um Atlantshavið.
Polanski hevur sitið í varðhaldi í Sveis í fleiri dagar í sambandi
við, at hann er skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina 13 ára
gamla amerikanska gentu fyri 32 árum síðani. Polanski hevur
viðgingið, at hann hevði kynsliga samveru við gentuni, men at
talan ikki var um revsiverda framferð.
ar kenna sterkan samleika
Rógvi Absalonsen legði úrslitið fram umvegis Skype, meðan Margretha Jacobsen stýrdi fundinum úr Uttanríkismálaráðnum
Mynd: Jens Kristian Vang
eru ungir – langt yvir helm
ingurin er undir 30 ár – og
hitt er, at teir hava búð
stutta tíð í Bretlandi.
Kanningin vísir, at longri
tíð
útisetarnir
búgva
í
Bretlandi, betri lyndi hava
teir at kenna seg sum
bretar.
Eitt annað, sum eyðkennir
føryskar útiseta í Bretlandi
er, at teir enn ikki hava tikið
støðu til framtíðina.
Teir eru stutt síðani
byrjaðir eina 56 ára langa
útbúgving, og tí liggur ein
avgerð um eina framtíð eftir
loknan lestur langt frammi í
tíðini. Hetta er helst orsøkin
til, at fleiri av teimum
lesandi sjáldan hugsa um
Føroyar og framtíðina, sigur
Rógvi Absalonsen.
Vakt ans
Rákið er so, at alt fleiri før
oyingar velja víðari lestur í
Bretlandi, fyrst og fremst
Aberdeen og London. Hetta
hongur ikki bert saman við
betraðum
stuðulsmøgu
leikum, tí tað vísir seg, at
talið av lesandi í Danmark
kvinkar niðureftir.
Rógvi Absalonsen vísir
á, at meðan lestrarumhvørv
ið í Aberdeen er rættiliga
líkt tí í eitt nú Århus, so er
lestrarumhvørvið í London
nógv ørvísi.
Kanningin vísir, at før
oyingar í Aberdeen hava
munandi lættari við at finna
saman, enn føroyingar, sum
lesa í London.
Bæði mentan og sam
felagsviðurskifti í London
eru ógvuliga ólík teimum í
Danmark og teimum í
Aberdeen,
sigur
Rógvi
Absalonsen.
Kanningin er bygd á 140
spurnarbløð,
harav
120
komu inn aftur, og tað má
roknast sum ógvuliga góð
undirtøka. Umframt hetta
hevur Rógvi Absalonsen
eisini gjørt 15 samrøður við
útisetar
í
London
og
Aberdeen, umleið helvt um
helvt í hvørjum stað.
Kanningin vísir, at talið á
lesandi er umleið 50/50 av
hvørjum kyni, meðan ein
stórur meiriluti av lesandi í
Danmark eru kvinnur. Í
Bretlandi er somuleiðis ein
ógvuliga stórur partur av
útisetunum lesandi, men
kortini eru umleið 20% í
føstum arbeiði.
Kanningin hevur longu
vakt ans í føroysku fjølmiðl
unum, og eitt nú fer borgar
stjórin í Tórshavnar komm
unu í dag til London, har
hann
skal
kanna
eftir,
hvussu vit fáa føroyskar úti
setar í Bretlandi at flyta
heim aftur.
”
Eg havi ongantíð ætlað mær til Danmarkar at lisið, men eg havi
ætlað mær at lisið. Og eg havi altíð hugsað um Bretland heldur enn
Danmark, tí eg haldi tað er okkurt við mentanini her. Havi onkra
familju í Onglandi... og vit høvdu BBC í sjónvarpinum fyrr og... hugdi
nakað eftir tí... havi tímað væl enskt. Lisið enskar bøkur frá mann var
lítil (...). So tað var kanska serliga málið og mentanin, sum vóru meira
tiltalandi enn tað danska
Kvinna, 27, lesandi,
5. árið í Aberdeen