fríggjadagur 23. oktober 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 198 - 16. oktober 2009
lýsing
tórshavnar
kommuna
www.torshavn.fo
KT-fólK
Tórshavnar kommuna søkir eftir KT-fólki til
KT-deildina at byrja 4. januar 2010. Talan er
um eitt áhugavert starv við góðari fakligari
og persónligari menning.
Kt-deildin
hevur ábyrgdina av allari kunningartøkni, herundir
telefoni, teldum, tunnum klientum og prentarum
hjá fyrisitingini og stovnum. Í Kt-skivuni brúka vit
Service Desk Plus, NetOp og fleiri onnur smærri
forrit.
Sum Kt-fólk á Kt-deildini verða
arbeiðsuppgávurnar hjá tær m.a. hesar
• Tænastuveiting í breiðum høpi bæði innan
ritbúna og tólbúna
• Finna og skráseta feilir og trupulleikar, klassi-
ficera og diagnostisera, gera bráðfeingis loysn,
og hava eftirlit, flokking og samskifti um trupul-
leikan
• Manna Kt-skivuna og tú verður við til at styrkja
førleikan hjá okkara brúkarum
Vit leggja dent á
• at tú er útbúgvin teldustøðingur
• at tú ert røkin, arbeiðir sjálvstøðugt, og er til
reiðar at taka eina hond í, tá á stendur
• Royndir við Microsoft forritum og við
tænastuveiting er ein fyrimunur
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Umsókn
við prógvum og viðmælum skal vera hjá Tórs-
havnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í
seinasta lagi 12. november 2009, kl 12. Merkið
brævbjálvan „KT starvsfólk“.
Meira fæst at vita
um starvið og Kt-deildina við at venda sær til
Inga Ellingsgaard, Kt-leiðara, á tlf. 30 20 10 ella
á ingi@torshavn.fo.
Pedagogur
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin
á Landavegnum eftir einum pedagogi til barna-
garðsstovu at arbeiða 20 tímar um vikuna at
byrja 15. november 2009 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, royndum og
upplýsingum um útbúgving skal vera hjá Dag-
stovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100
Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 5. november
2009.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Kirstin Djurhuus,
stovnsleiðara, á tlf. 30 23 80, ella Brynhild Gutte-
sen, varaleiðara, á tlf. 25 07 04. Ella hygg á heima-
síðu okkara 123hjemmeside.dk/dag_land.
Pedagogur
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið
undir Fjalli eftir einum pedagogi til barnagarðs-
stovu við 5-6 ára gomlum børnum at arbeiða
30 tímar um vikuna at byrja 1. desember 2009
ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera hjá Býlingshúsinum undir
Fjalli, Fjalsgøta 25, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
fríggjadagin 6. november 2009.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Ingigerð Holm,
stovnsleiðara, tlf. 22 85 25, ella Birnu Mikkelsen,
varaleiðara, tlf. 25 08 06, og við at hyggja á
heimasíðu okkara www.undirfjalli.i.fo
dagrøKTari
Tórshavnar kommuna søkir eftir dagrøktara at
byrja skjótast gjørligt.
Setanarviðurskifti
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya. Ein triðingur av lønini
verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við
dagrøktina og er tí skattafríur.
Umsókn
saman við royndum, upplýsingum um útbúgving
og møguligum viðmælum skulu sendast Dagrøktar-
skipanini, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta
lagi 6. november 2009. Umsóknir eftir hesa
tíðarfreist kunnu vera aktuellar.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Joan Simonsen,
leiðara, á tlf. 21 40 48, ella Sólvá Sondum, vara-
leiðara, á tlf. 21 40 49.
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130
fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava
eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta
vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í
Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo