Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 2 VIKUSKIFTI Ovfarin av føroyska sangskattinum Gevið okkum frið Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen Forsíðumynd: Sofie Gråbøl / Tine Harden/DR 4 SamRøða: SOfie Gråbøl Stútað av veðri í førOyum 6 móTI: ljóSareytt er rætt í OktOber 7 90 SEKunD: brandur enni Svarar 8 SamRøða: búi dam Ger tónleikin til "aftaná undrið" 10 TónlEIKuR: katarina PeterSen Gevur nýGGja fløGu út 11 10 TInG um: kjell inGe røkke 12 BóKmEnTuR: krimi í nOrðurlOndum 14 TIl aRBEIðIS: fOrmaður á brúnni 15 umafTuRafTuRumafTuR: HøGni djurHuuS 16 SamRøða: Gutti WintHer fekk fimm Stjørnur 18 SPyRST So lIvST: riGmOr Svarar 19 mín BESTa uPPSKRIfT: kleiGGjut SjOkulátakaka 23 vIðmælI: kOnSertir, bøkur, SendinGar OSfr 24 vIKumynDIn: beSta myndin í vikuni - Eg var Eitt sindur kløkkur av, hvussu nógvar góðar sangir føroyingar Eiga, sigur Fríðrik Ómar, sum á nýggjari útgávu syngur føroyskar sangir, ið Eru týddir til íslEndskt TónleikUR Eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Hann var ikki meira enn fimm ára gamal, tá ið hann legði til brots sum trummu sláari. Men nøkur ár seinni varð hann lokkaður at syngja í skúl­ anum, og tað gjørdi hann so væl, at hann helt fram við at syngja og vann fleiri sang kappingar í Akureyri, haðani hann er ættaður. Hann eitur Friðrik Ómar, hann er 28 ára gamal, og hann telist nú millum teir kendu íslendsku tónleikararnar. Hann hevur sungið og spælt á fleiri útgávum, hann hevur verið stjørna í sangleiki, hann hevur umboðað Ísland í altjóða Tónleika Grand Prixnum, og nú er hann eisini farin at syngja føroyskar sangir. Tað ger hann á útgávuni Vinaløg, sum hann og Jógvan Hansen í felag geva út. Hugskotið er, at Jógvan syngur 10 kendar íslendskar poppsangir, sum eru týddir til føroyskt, og Friðrik Ómar syngur 10 kendar føroyskar sangir, sum eru týddir til íslendskt. Fløgan kemur út í Føroyum leygar­ dagin, og leygarkvøldið hava teir báðir útgávukonsert í Norðurlanda húsinum í Havn. Súrligar nætur Jógvan Hansen hevur valt teir 10 sang irnar, sum Friðrik Ómar syngur á nýggju út gávuni, og millum sangirnar eru Eros, Tey Dansa Eins Og Skuggar og Syngja Sama Lag. – Eg var eitt sindur kløkkur av, hvussu nógvar góðar sangir føroyingar eiga. Í grund ini visti eg ikki, at Føroyar hava ein slíkan sangskatt, sigur Friðrik Ómar. – Tað hevur verið sera stuttligt at syngja hesar sangirnar inn, og skal eg taka nakran av teimum føroysku sangunum fram um aðrar, so má tað vera Súrligar Nætur Í Keypmannahavn, og tað er kanska helst tí, at tað liggur longst frá tí, sum eg havi sungið her í Íslandi. Friðrik Ómar hevur ferðast nógva staðni við tónleikinum, men hann hevur ongantíð áður verið í Føroyum. – Eg gleði meg sera nógv til at sleppa á pallin í Føroyum, at uppliva landið og hitta fólk, sigur hann. Stúrir tú fyri at syngja teir kendu før oysku sangirnar í Føroyum? – Nei, tað geri eg ikki. Eg gleði meg til tað. klUmma Jákup mørk jakup@sosialurin.fo Alt gott um javnstøðukjakið. At javnstøðan í ov lítlan mun ger seg galdandi, eru neyvan fleiri meiningar um, og tann hugburðsbroyting, sum nú spakuliga er um at raka okkum her í Føroyum, kann bara virka til at økja um tað gagn, sum vit fáa av okkara samlaða tilfeingi. Men eitt mark má vera. Tí samstundis sum javnstøðan verður framd, eru kvinnurnar í fullari ferð við at gera seg inn á seinastu frístøðini, sum vit mannfólk hava. Herundir ítróttin. Tí hvussu víkir og vendir, so riggar tað ikki serliga væl, tá konufólk verða nýtt sum frásøgufólk ella viðmerkjarar til ítrótt. Í øllum førum stóran part av ítróttinum. Við Lunu Christofte sum einasta undatakinum – og hon tosar altso bara undan og eftir dystin! – so er talan um ein heim, sum er gjørdur av mannfólki fyri mannfólk, og soleiðis eigur tað eisini at vera viðhvørt. Tað er tað sama, sum ger seg galdandi, tá mann ein leygardag seinnapart tendrar kassan fyri at hyggja eftir Premier League. Summi hava ta fatan, at alt skal gerast í felag. Gud skal tað ei! Eg tími ikki at skula taka støðu til, um Ronaldo riggar betur enn Torres, ella um hárið hjá Raul nú situr, sum tað skal. Kunstneriska avrikið skal mátast við tí, sum menninir duga við leðurkúluni. Og spar meg forrestin fyri at skula greiða frá, hví hasin var rangstaddur og ikki hin. Tað eru slík ting, sum mannfólk skilja pr. intuitión, og er tí ikki nakað, sum kann broytast við tvang. Eg ætli mær heldur ikki at læra at binda. Javnstøða skal vera. Men vit menn hava eisini brúk fyri at sleppa at vera menn. Og lat okkum so heldur avreagera umvegis ítróttin enn at gerast púrasta ómøguligir í allar aðrar mátar. PS: Sambært Al Bundy, so verður synkron svimjing ikki roknað sum ítrótt. - Eg gleði meg sera nógv til at sleppa á pallin í Føroyum, at uppliva landið og hitta fólk, sigur Friðrik Ómar, sum gevur fløgu út saman við Jógvani Hansen iNNiHaLD