Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 3 VIKUSKIFTI Hoydalsvegur 40 · Postsmoga 1133 · FO-110 Tórshavn · Tlf. 31 48 27 · www.javni.fo · javni@javni.fo Javnaálmanakkin 2010 100,- Vinnarar í 2009 Vinningarnir ið eru drignir higartil í ár Vinnarin í januar: .....................5230 Vinnarin í februar: ...................5528 Vinnarin í mars: .......................3025 Vinnarin í apríl: ........................8332 Vinnarin í mai: .........................1818 Vinnarin í juni: .........................4180 Vinnarin í juli: ..........................5452 Vinnarin í august: ....................8551 Vinnarin í septembur: .............2747 Vinnarin í oktobur: ..................7226 Í desembur verða vinningarnir fyri 2009 kunngjørdir í bløðunum. Javnaálmanakkin 2010 er gjørdur sum ein familjukalendari, tann fyrsti av sínum slag á føroyskum. Familjukalendarin er gjørdur soleiðis, at upp til 5 fólk kunnu skriva avtalur og annað at minnast til, sum dømið vísir. Hann er soleiðis ein hent hjálp í familjuni. Eins og undanfarin ár er álmanakkin eisini ein lutaseðil, har drigið verður hvønn mánað um tann vinningin, sum er avmyndaður tann mánaðin. Vinningarnir eru hesaferð lutir frá vardu verkstøðunum. Gev tær far um nummarið á álmanakkanum. Vinnaranumrini verða kunngjørd á heimasíðuni hjá Javna, www.javni.fo hvørt mánaðarskifti og við lýsing í bløðunum. Við at keypa álmanakkan frá Javna stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Sølan av Familjukalendaranum byrjar leygardagin 31. oktobur, sum er høvuðssøludagur. Tá ætlar Javni at náa so nógvum húskjum kring landið sum gjørligt. Sølan heldur fram til øll húski í Føroyum hava fingið vitjan av Javna. Gevið Gætur: • Sølan byrjar leygardagin 31. oktober. • Kostnaðurin er 100 kr, so minst til reiðan pening • Ber tær til at hjálpa til at selja ein seinnapart ella eitt kvøld, kanst tú venda tær til Javna, tlf. 314827 ella javni@javni.fo