fríggjadagur 23. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 203 · 23 oktober 2009
4
VIKUSKIFTI
Brotsgerðin
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sjáldan mann eitt føroyskt klædnaplagg
hava fingið so nógv umrøðu – og góða
reklamu – sum troyggjurnar, sum
Guðrun & Guðrun hava gjørt til donsku
sjón varps røðina Brotsgerðin.
Vælumtókta spenningsserian hjá
Danmarks Radio hevur drigið nýtt
føroyskt klædnadesign fram í prime-
time sjónvarpi í Danmark, og løgreglu-
kvinnan Sarah Lund hevur mest sum
verið eitt livandi lýsingaátak fyri tveim-
um føroyskum troyggjum.
Sjónleikarin Sofie Gråbøl hevur
leiklutin sum Sarah Lund í Brotsgerðini,
sum eisini føroyska Sjónvarpið hevur
sýnt, og nu um dagarnar fingu vit orðið
á Sofie Gråabøl.
Hvussu hevur tú tað við, at
Brotsgerðin er blivin so populer
og verður so nógv umrødd?
– Tá ið fyrsta umfarið av Brotsgerðini
varð sent, vaks spenningurin um, hvør
drápsmaðurin varð, so líðandi, men
hesaferð er tað longu eftir fyrsta part,
at fólk eru gingin amokk í teorium um,
hvør drápsmaðurin er. Fólk diskutera
lívliga á netinum og aðrastaðni, og
summi tippa og vedda um, hvat tað
endar við. Tað er stuttligt. Eg kann ikki
ringja eftir einum hýruvogni, uttan at
eg verði spurd um, hvør mordarin er.
Áhugin fyri sendirøðini snýr seg serliga
um, hvussu morðgátan verður loyst, og
áhugin koyrir ikki so persónligt upp á
meg, og tað dámar mær væl.
Hví er Brotsgerðin blivin
so væl umtókt?
– Tað eru fleiri orsøkir til tað. Fyrst og
fremst er tað tí, at tað er ein góð søga,
sum ikki tosar niður til fólk. Tá ið Søren
Svejstrup, sum hevur skrivað Brots-
gerðina, greiddi mær frá, at hann ætlaði
at gera eina sendirøð í 20 pørtum, har
tað bert var eitt morð, hugsaði eg, tað
fór slettis ikki at ganga. Tað tíma fólk
ikki at hyggja eftir. Men tað hevur víst
seg, at fólk tíma væl hesa søguna, sum
gongur við lágari ferð, men hevur ein
vissa dýbd og er eitt sindur myrk.
Vildi vera minni kvinnulig
Hvat dámar tær at spæla
leiklutin sum Sarah Lund?
– Framleiðararnir av Brotsgerðini settu
seg rættiliga tíðliga í samband við meg
um hendan leiklutin, og tað hevur
eisini havt við sær, at eg havi verið við
í prosessini frá byrjan. Eg hevði hug at
spæla ein annan leiklut enn teir, sum eg
hevði spælt nógv av frammanundan. Eg
vildi verða ein kvinna, sum var minni
kvinnulig – ikki tosaði so nógv, og ikki
var so nógv stýrd av sínum kenslum.
Tað var ein stór avbjóðing fyri meg,
men vit fingu skapt ein leiklut, sum eg
haldi verða áhugaverdan, og sum eg
ikki eri troytt av enn.
Men er tað nakað við Sarah
Lund, sum tær ikki dámar?
– Nei, tað er tað í grundini ikki. Orsøkin
til, at mær dámar hana so væl er, at
hon hevur so nógvar veikleikar og
nógvar mótsetningar í sær. Í byrjanini
hildu vit, at hetta var ein søga um eina
kvinnu í einum mansdomineraðum
politi umhvørvi, men rímiliga skjótt
hildu vit heldur, at tað skuldi snúgva
seg meira um menniskjað Sarah Lund
– og ikki endiliga um, at hon er ein
kvinna. Tað hevur gjørt, at leikluturin
er nuanseraður, og Sarah Lund hevur
nógvar loynidómar – eisini fyri mær –
men mær dámar hana væl.
Hvat hevur hesin leikluturin
merkt fyri teg sum sjónleikara?
– Fyrst og fremst hevur tað merkt, at
eg havi kunna leitað inn í eitt nýtt slag
leikluti. Eg havi spælt øll hugsandi sløg
av sjónleiki, síðani eg var 17 ára gomul.
Men eg havi fyri tað mesta spælt rætt-
iliga kvinnuligar leiklutir. Sarah Lund
hevur verið ein heilt onnur typa, og tað
hevur verið spennandi at sett seg inn í
hesa rolluna.
Sjónleikari av tilvild
Hví valdi tú yrkisleiðina sum
sjónleikari av fyrstan tíð?
– Tað var rættiliga tilvildarligt, at eg
byrjaði at spæla sjónleik. Tá eg var 17
ára gomul, sá eg eina lýsing í einum
blaði, har søkt varð eftir einari ungari
kvinnu at spæla eina størri leiklut í
einum filmi. Tá var eg júst liðug við
fólkaskúlan og visti ikki rættiliga, hvat
eg skuldi gera. Eg gekk og keddi meg
eitt sindur og hugsaði, at tað kundi eg
hugsa mær at roynt. Eg fekk leiklutin,
og so fekk eg ein afturat og ein aftur at.
Eg kom í grundini eitt sindur tilvildar-
liga inn í fakið, og hevði eg ikki sæð
hasa lýsingina, so veit eg ikki, hvat eg
var blivin, men tað hevði neyvan verið
sjónleikari.
Tú hevur ikki nakra veruliga
útbúgving sum sjónleikari.
Hvussu er tað?
– Eg søkti einaferð inn á sjónleikaraskúla,
men eg kom ikki inn. Tá eg var fyrst í
20’unum hevði eg eitt rímiliga stórt
kompleks av, at eg hevði einki pappír
uppá, at eg var sjónleikari, og tá segði
eg nei til fleiri klassiskar leiklutir á
palli, tí eg helt, at tað var for fínt til
mín. Nú havi eg fingið eina rúgvu av
royndum, og eg havi, sum so nógv
onnur, lært av feilum.
Ov nógv av tí góða
Sarah Lund gongur nógv í
føroyskari troyggju. Hvat
heldur tú um tað?
– Jamen, hasar troyggjurnar, altso, tað
hevur verið nógv kjakast um tær her
í Danmark. Í grundini skuldi Sarah
Lund gingið í jakkasetti og víst, at hon
var ein hørð kvinna, sum kláraði seg
í einari mansverð. Men tá eg sá hasa
fyrstu troyggjuna, gjørdist eg bara so
glað, tí hon segði alt um Sarah Lund,
sum hon skuldi siga.
– Eg helt, at Sarah Lund skuldi verða
so hørð og hava so stórt sjálvsálit, at hon
kundi ganga í einari slíkari troyggju. Tí
tað er ein persónur við sjálvsáliti, sum
er í einari slíkari troyggju. Og so sign-
a lerar troyggjan eisini eina trúgv upp á
menniskju, felagsskapin og vísir ein eitt
sindur romantiskan hippie-hugburð um
verðina. Tað stendur í góðum kontrasti
til tað myrka krimi-umhvørvi.
– Eg hevði ikki droymt um, at
troyggj an skuldi fáa so nógva umrøðu,
og við hvørt hevur tað næstan verið ov
nógv av tí góða. Tað hevur næstan verið
ein troyggja, sum hevur gingið runt
við mær inni í. Men sum sjónleikari
havi eg verið sera glað fyri hesar báð-
ar føroysku troyggjurnar, sum eg havi
spælt, tí eg havi kent á mær, at eg skuldi
bara fara í troyggjuna, og so var Sarah
Lund har.
Nú hevur Sarah Lund fingið
eina nýggja troyggju úr
Føroyum. Hevur tú havt nakra
ávirkan á, hvussu hendan
troyggjan kom at síggja út?
– Ja, eg havi havt eitt sindur av ávirkan
á tað. Eg skal jú verða í troyggjuni og
í leiklutinum, so tað hevur eisini verið
lurtað eftir mínari hugsan.
Stútað av veðri í Føroyum
Og hvørja troyggju dámar tær
betri – ta nýggju ella ta gomlu?
– Tað er ein trupul spurningur. Eg havi
stóran kærleika til fyrstu troyggjuna,
og eg fekk hana, tá ið vit vórðu liðug at
taka upp. So eg havi troyggjuna heima,
og onkuntíð, tá ið eingin sær, so fari eg
í troyggjuni og gangi og mæli í henni
heima og havi tað gott. Lat meg bara
siga, at eg havi stóran kærleika til ta
gomlu troyggjuna.
Kundi Sofie Gråbøl funnið
upp á at brúkt eina
føroyska troyggju sjálv?
– Ja, tað kundi eg í hægstu grad. Mær
dámar væl troyggjur. Eg vaks upp í
einum progressivum heimi í 70’unum,
so eg kenni alt til hvassar, ullintar
troyggj ur. Ta kensluna dámar væl, og
tá eg nú eri í slíkum troyggjum, so fái
eg eina góða kenslu og verði tikin eitt
sindur aftur til barndómin.
Og so kunnu vit ikki lata
verða við at spyrja, um tú
hevur verið í Føroyum?
– Jú, eg var í Føroyum eina tíð sum
barn, tá ið stjúkpápi mín arbeiddi á
einari teknistovu har, og tað, sum eg
minnist best frá tíðini í Føroyum, var,
at eg varð stútað av einum veðri. Eg
havi ikki vitjað aftur í Føroyum síðani,
men tað fái eg vónandi høvi til einaferð
í framtíðini.
kvinnan í
troyggjuni
- Eg hEvði ikki droymt um, at TrOyGGjaN skuldi fáa so nógva umrøðu, og
viðhvørt hEvur tað næstan vErið ov nógv av tí góða. tað hEvur næstan vErið
Ein troyggja, sum hEvur gingið runt við mær inni í, sigur SOFiE GråBøL,
sum spælir høvuðslEiklutin í sjónvarpsrøðin BrotsgErðin
Jú, eg var í Føroyum eina tíð
sum barn, tá ið stjúkpápi mín
arbeiddi á einari teknistovu har, og
tað, sum eg minnist best frá tíðini í
Føroyum, var, at eg varð stútað av
einum veðri