Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 5 VIKUSKIFTI Fakta SOFIE GRÅBØL Fakta BROTSGERÐIN Aldur: 41 ár Starv: Sjónleikari Familja: Einlig mamma við barni Filmar: Barndommens Gade, Pelle Erobreren, Sort Høst, Sekten, Den Eneste Ene, Blinkende Lygter, Anklaget, Vikaren og fleiri Sjónvarpsrøðir: Taxa, Nikolaj & Julie, Brotsgerðin og fleiri Virðislønir: Bodil-virðisløn í 1987 og 1994. Robert-virðisløn í 1987, 1994, 2000, 2005 og 2006. Reumert-virðisløn í 2008. Brotsgerðin er donsk sjónvarpsrøð, sum Danmarks Radio framleiðir og sendir. Sjónvarpsrøðin verður eisini send í Sjónvarpi Føroya. Ætlanin var, at fyrstu 10 partarnir av Brotsgerðini skuldu sendast í 2007, og síðani skuldu 10 partar afturat sendast í 2008, men sendirøðin gjørdist so populer, at DR valdi at senda allar 20 partarnar í 2007. Onnur røðin av Brotsgerðini er eisini 20 partar, og DR fór undir at senda røðina í farna mánaði. - Í grundini skuldi Sarah Lund gingið í jakkasetti og víst, at hon var ein hørð kvinna, sum kláraði seg í einari mansverð. Men tá eg sá hasa fyrstu troyggjuna, gjørdist eg bara so glað, tí hon segði alt um Sarah Lund, sum hon skuldi siga, sigur Sofie Gråbøl mynd: Tine Harden/dr